fríggjadagur 28. mars 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 FÓTBÓLTUR 2008
Tað er Moskva í 1990. September
tann trettandi… .klokkan er hálv
gum tvey um náttina.
Ein 16 ára gamal drongur má
upp í skúla um morgunin, nakrar
tímar seinni. Hann svevur tó ikki.
Nei hann lurtar eftir enskum út
varpi og er spentur uppá úrslitini í
júst byrjaðu EMundankapping.
Fyrr um kvøldið var hann á Olymp
iska leikvøllinum í býnum og sá
Sovietsamveldið vinna 20 á Noregi.
Men hann veit, at tað eisini eru
aðrir dystir hetta mikukvøldið. Hann
bíðar ótolin eftir úrslitinum hjá
Faroe islands...
Eitt ár frammanundan kom hann
fram á eina grein, týdda úr enskum
ella fronskum, í einum stórum russ
iskum fótbóltsvlkublaði. Eitt nýtt,
fjart og ókent land er júst vorðið
limur í FIFA og UEFA. Farérskije
ostrová. Faréry. Faroes. Føroyar...
Drongurin hevði frammanundan
verið sera hugtikin av Norðurlondum
– takkað millum annað ABBA – tí
gerst hann beinanvegin áhugaður.
Faréry, eitt stuttligt navn... Fjarskot
nar oyggjar langt norðuri í Atlants
havinum, Bert nákrar fýratifimmti
túsund sálir, ein lítil býur í Soviet,
har búgva 300 milliónir. Kunnu hes
ir farércy veruliga spæla bólt???
Drongurin heldur nógv við og av
Íslandi, sum var í somu undankapp
ingarbólkum við Soviet í tveimum
undanfarnu kappingum og megn
aði at fáa tríggjar 11 javnleikir
burtur úr teimum fýra dystunum.
Eitt lítið nordurland, sum klárar seg
so væl! Men nú hevur eitt annað
norðurland, enntá nógv minni enn
Ísland, meldað seg uppí...
Tað russiska sjónvarpið sendir
ikki nakran annan dyst, enn tann
sovietiska, hetta kvøldið. Útlendskar
rásir ber ikki til at hava. Teksvarp er
eitt ókent fyribrygdi her. Alnótin
kom ikki fyrrenn nøkur ár seinni. So
er tað bert BBC World Service út
varpsrásin at dúva uppá.
Drongurin veit ikki ordiliga, um
Faréry eru við hetta kvøldið – ella
hvørjum tær skulu spæla ímóti.
Eingin leikskrá í hasum bólkinum er
at fáa hendur á, bløðini prenta bert
leikskránna í bólkinum hjá Soviet.
Hann roknar bara við, at Føroyar
spæla... men so er bara at bíða. Tað
er eisini ein ávísur tíðarmunur í
Moskva, so úrstlitini koma ikki fyrr
enn á miðjari nátt.
Men so kemur tað...
Faroe islands one – Austria
nil!!!
Ein øgilig spreinging. Ein jarð
skjálvti. Ein løta, sum stendur føst í
minninum hjá einum, sjálvt seytján
ár aftaná.
Tað eru nógv, ja, øll tálivandi í
Føroyum, sum enn minnast hendan
dagin. Men fyri undirritaða fekk
hann ikki minni enn kollveltandi
avleiðingar. Lívið hjá 16 ára gamla
dreinginum í Moskva eftir Lands
krona og tann 12.september 1990
hevur ongantíð verið tað sama.
Føroyar høvdu ritað seg fastar inn í
sinni og hjartað hjá honum – og so
nógvum øðrum við! Ein søguligur
dystur fyri allan altjóða fótbólt. Ein
ógloymandi hending fyri føroysku
tjóðina.
...Um seinasta árskiftið ferðaðist
eg við tveimum vinmonnum úr
Havn í Eysturríki. Enntá við einum
bili við føroyskum nummarplatum.
Hetta síðsta var nóg eksotiskt sum
so, og ofta sóu vit fólk gløða undr
andi eftir nummarplatum okkara –
ja, so nógv oftari enn í grannalond
um hjá Eysturríki!
Vit hildu nýggjárið í Vien. Búðu á
gistingarhúsi, fingu okkum onkran
bita í einum tveimum matstøðum...
Tað vóru bara tilvildarlig fólk rund
an um okkum, vanligir eysturríkarar
– tænarar, handilsfólk, aðrir kund
ar... Onkur teirra hevði áhuga fyri
fótbólti. Onnur høvdu ikki. Men ØLL
mintust tað. Øll kendu til Färöer In
seln. Summi vóru so bilsin at møta
nøkrum livandi føroyingum, at tey
reageraðu, sum at vit júst vóru kom
in av einari aðrari planet... Lands
krona setti so sanniliga síni spor í
eysturríksku tjóðini eisini. Onkuntíð
er fótbóltur bara meira enn bara
ein ítrótt. Hann er so sanniliga ein
“spurningur um lív og deyða”...
Føroyingar hava ikki gloymt
Landskrona. Men tað hava eystur
ríkarar heldur ikki... At Eysturríki so
ruddiliga vann returdystin í Salzborg
3 0, í mai 1991, hevði sum so ong
an týdning. Landskronaúrslitið er
ofta nevnt sum beinleiðis orsøkin til
øll árini í djúpum aldurdali, sum
eysturríkskur fótbóltur fall í beint
eftir 1990 og hevur enn ikki funnið
vegin út eftir.
Josef Hickersberger spøkir aftur.
Nógv ár mátti gamla Bundesliga
kempan brúka, fyri at vaska Lands
kronaskommina av sær aftur. Tó er
hon ikki farin rættiliga av. Eystur
ríkski venjarin er møguliga fyrigivin
av landsmonnum sínum. Men ikki
soleiðis, at hann, í tíð og ótíð, ikki
verður mintur av teimum um hesa
løgnu hendingina á venjarayrkisleið
sínari.
Í dag er Josef Hickersberger aftur
á odda hjá eysturríkska landsliðnum.
Tað fer hann eisini at vera í summar,
tá ið land hansara, sum onnur verts
tjóð, saman við Sveis, og nógv tað
lægst styrkismetta liðið í kappingini,
skipar fyri fyri einum EMendaspæli.
Stóri spurningurin er, at Hickers
berger enn er venjarin hjá Eysturríki,
tá ið HMundankappingin byrjar í
heyst.
Eg havi onkursvegna hug til at
halda eitt sindur við Eysturrríki und
ir EM, so at Josef ikki fær enn eitt
spark í afturpartin, tá ið tann kapp
ingin er yvirstaðin. Tað hevði verið
stuttligt at fingið hann til Føroya,
her hevur hann so ikki vitjað áður...
At tað verður fult hús á Tórsvølli
ella Svangaskarði leygardagin 11.
oktober 2008, er lítið at ivast í –
bert yvirskriftin FøroyarEysturríki
má í sær sjálvur lokka væl og selja
ríkiligt!
Ella áttu vit kanska at flutt dystin
til Landskrona og royna alt um
aftur??? Tað er í hvussu er kærkom
ið, í einum tøkum tíma og eitt sera
gott høvi, at føroyska landsliðið fær
eina veruliga uppreisn, eftir so nógv
ar eyðmýkingar seinastu árini. Og
vinnur ein dyst á einari ordiligari og
stórari mótstóðu – nakað, sum ikki
er hent síðani 12. september 1990
...
Koyr á, Føroyar og ger tað eina
ferð afturat!'
Føroyar–Eysturríki:
Fer søgan at endurtaka seg?
Ivan Eginsson
Tað sendi skjálvtar
gjøgnum allan
fótbóltsheimin,
tá Føroyar í 1990
vunnu okkara fyrsta
undankappingardyst
nakrantíð