Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 28. mars 2008 15 Tíðindafólk Journalistar eru leitandi og vitandi verur, ið upplýsa tey minni mentaðu um gongdina í samfelagnum. Teimum dámar væl góðar søgur og helst av ovastu rók - anda ta luftina inn, sum politikarar anda út - men hava í teirra fakligu tráan ofta eitt ambi- valent (tvískinnað) hóslag við tey ráðandi. Eitt nú hetta, táið til ber at stinga teim ráðandi ein mudd upp undir rivjabeinini – og ofta fyri bakatellir – tá er lagið gott. Meðan onnur blaðfólk heldur velja at drynja hug- farsliga - um ítrótt og dumbu - saman við truba- durinum t.d.:”Hvat er lívið ikki herrlutt - at liva ..!?” ”Public service”, nevna tey nakað, mín vinur. Og hvussu hevur gingist við landsins leiðslu nú í seinastuni? Løgtingsvalið Valið gekk sum eftir ánni. Við søtum jólahaldi miðskeiðis - afturvið ”White Christmas” fyri okkara innara oyra. Vón- ríku um- og tilboðini til okk- um meiri ”fátæk í anda” hingu uppi í SEV-steyrunum kring landið alt og randaðu rundkoyringar høvuðsstaðar- ins. Stór og eymt smílandi andlit við dárandi lyftum og duldum dreymum veitraðu tær ímóti. Eisini landsins ver- andi og komandi løgmaður prýddi á ringbreyt býarins ein heilan húsaskjøldur við høv- uðsportur høvuðsstaðarins (inntonktur - sjálvt uttan pípu) og fekk hetta fenomenala funkis-arkitektoniska-vidundr- ið at glitra bjart og glampa á degi sum nátt. Soleiðis skal tað vera! Yes, my people! Samgongan Samgongan fekk eina svára, men tíbetur ikki drúgva barnsferð á soppinum. Og tað var gott. So sama seinna- partin varð løgmansborgin á Tinganesi loðin av til-lukku- ynskjandi vinum og familju- limum - umframt ”brigad- una”, sjálvandi – hon er jú altíð á fótum, táið pinnamat- ur og ein tvørgangandi skvampur til góman er í heinta. (Jamen, ger hon nak- að annað – táið hon ikki fundast ella ferðast? – spyrja tey kastuleysu). Vit – stødd uttan fyri til- haldið - fingu bara glæmuna av allari tignini, sum ”gent- an við svávulspinnunum”, tí sjónvarpseyga landsins syvj- aði um bil mitt í øllum, men tað er ein onnur søga - -. Dagin eftir stóðu hóskandi takkarlýsingar í bløðunum frá teim innvaldu, hetta mest til teirra sum stuðlaðu flokk- in, sjálvandi. Og so ein roðakend smæðin tøkk aftur- við til tey framúr hepnu, sum valdi júst teirra egnu fortreffiligheit. So deiligt kann tað vera. Gerðandisdagurin Men so kom gerðandisdag- urin. Nú ið hetta brosandi, tignsveipta, eyðmjúka og valdskrýnda úrvalsliðið skifti hamin líka bráddliga sum kópakonan á helluni í Mikladali. Tí nú skuldi ein og hvør teirra hava minst eina milliard í kongsins mynti í part her, og eina hálva milliard har, til síni egnu serstøku áhugamál. Ja, um hetta ikki bleiv eftirlíkað straks, so kundi samgong- unar fegins-barsil skjótt enda sum eitt sorgar-ervi. Og tað við brestin! Men ber hetta til, spyrja vit spakføru? Soleiðis bara at oysa úr einum landskassa, sum bara hevur havt yvirtrekk og hall alt hetta seinasta glæstri-valskeiðið. Og sum ikki hevur verðið førur fyri at niðurlagað blokkin við einum hundraðlepa ella bara einari krónu burtur av ”náðismolum kongsins úr Holmens Kanal - til det elendige folk udi Færø”. Øll hesi seinastu fýra gyllini árini við tí breiðu samgonguni og við heimsins bestu jólamannagávumentan. Tíverri við hesari áskriftini uttaná: ”Hesin posin kann ikki latast upp fyrrenn í árinum 2015.” Herligt, ha? Veljarin Og vit veljarar standa sum kánus og gána. Jamen, hvar bleiv demokratiið av, tann várloysti stýrisvølurin, eyð- mjúkleikin, vestalinnurnar, fosturlandið á heimskortið, tolsemi, ælabogin og fræsis- login í hjartanum? Nóg illa hevði svalligi dyntil teirra funnið plássið í tí heita stólinum, so varð úr propa- gandadeplinum í Sortudíki varpað út, at samgongulimir (m/k) gingu sum óðir sjálvs- morðsbyltarar við einari hondgranat við leysari stift í einum flogfarið - og hóttu vil báli og brandi um ikki øll ”hini” makkaðu rætt! Jamen, hvussu hóskar hetta við undanvalsins halgu lyftum um samróður – øksl móti øksl - at stýra skútu landsins um búskaparins íður, flúrar og sker? Ja, vit forsagdu undrast. Og hvar eru lokomotivini? Einaferð. Fyri ikki so nógv- um árum síðani. Vóru nakrir almennir leiðarar (eisini poli- tikarar), sum kendu ábygd fyri stovni og starvi – sum kendu kravið og fordringin til uppgávuna á egnum kroppi. Eitt nú Jóhan Djurhuus, bæði skrivstovustjóri landsstýrisins og sjúkrahúsverksins, Mikkjal Helmsdal, mætur landsverkfrøðingur (vit før- oyingar vóru tá serkønir í tunnilsgerð bæði í Føroyum, í Íslandi og Grønlandi), Pauli Dahl, yvirlækni, Jóannes Rasmussen, jarðfrøðingur, Hjallgrim Winther og Klæ- mint Weihe, SEV-stjórar, (báðir heitir fyri varandi orku) o.fl.o. – alt hetta óansæð kyn. Men hvar eru tílíkir kapa- citetar í dag? Ella sita leiðar- ar í dag bara kúrrir og krúpa og royna at yvirliva sum longst, ein dag í senn, eina viku kanska, ella henda mán- aðin at enda? Ger nakar teirri ein vørr fyri sakini longur? Ella er alt bara blivin ein gráur greytur av yvirlivar- um? Ongin skipari á Polo. Hvør er - og hvar eru - eitt nú lokomotivini í Tinganesi, á fjølmiðlavørpunum, fróð- skaparsetrinum, orkuøki- num, infrastrukturinum (undirstøðukervinum – bæði til lands-, sjóar- og loft- vegis), innan heilsu, mentan og undirvísing o.s.fr.? Tað kostar at vera kalur Og hava vit eitt nú ráð til allar hesar flottheitirnar, sum onnur múgvandi, sjálvstøðug lond – um nøkur enn eru tað – halda seg at hava fyri neyðini. So sum: smáfjákutar fidusferðir til Indialands, um tær ævigu veiðifløturnar í Amerika og til Portogáliu, lítiðsigandi umboðsstovur í metropolum kring heimin, óstrukturerað millumlandanevndarmøsn - alsamt dusandi afturvið:” Serstøk tjóð (!) og prúða land, tær sum havið kvøðu ber –”. Hetta alt, sum um at telduskipanin ella telefonin hjá Graham Bell, gamla, ikki er uppfunnin enn? Inntøkur landsins kunnu jú lætt enda á fallandi føti – meðan útreiðsluhugur teirra ráðandi tykist einki mark at kenna. Er tað ikki neyðugt hjá ein- hvørjari stjórn, familju og vinnufyritøku á landi ella sjógvi støðugt at eftirmeta og rætta kósina inn í dagsins gjálvi fyri at kunna stíga enn fremri á leið? Og nær fer okk- ara ting og stjórn undir nakað, sum bara minnir um hetta? Og tó hinvegin - mín vinur og tolni lesari - mong sporini ræða. Eitt nú hetta: at Edmund á Oyrarbakka, sum kombineraður løgtings- og fólkatingsmaður (land- sins best lønti politikari, pluss pensión - ikki so dår- ligt, ha?) er nú vorðin ein hvassorðaður løgmansrevs- ari - sigur hann vera dump- aðan. Sit so, Jóannes! Men var tað ikki fyri góðum 10 árum síðani ein (naivur?) løgmaður, sum var íverksetari av Finn-Norman- boðabrotinum, og nú ein leiðandi løgtingsformaður seinasta valskeiðið, sum hevur havt evstu ábyrgdina av tí blomstruta tinghús-fallitt- inum? Ja, eg meini tað - -(!). Eitt spurningur av gøtuni Tað sat ein ovurstór fjallskip- an í fleiri ár og skuldi evna til eitt uppskot til eina grundlóg fyri okkara undurfagra ”tindtempul høga í setandi sól - ”. Og úrslitið var og er meiri enn soltið. Og hvussu nógv hetta kommersið hevur kostað í ómakslønum, fundarpeningi og óneyðugari brúktari tíð, tað spyr bara eingin um – eins og eingin spyr um yvirkostnað og ábyrgd av løgtingshúsinum. Nevndi forrestin nakar ”public service” her á landi? Vanliga fatanin millum manna er, at summir flokkar og landstýrismenn hava elskað at seta niður alskyns mann/kvennsterk ráð og nevndir. Kanska meiri av solidariskum orsøkum. Eg veit líka. Altso velja eina meiri kvantitativa loysn - heldur enn ein kvalitativa. Og tí kreyp mær í sinni niðanfyri standandi ítøkiliga hugskotið. Sannleikin er jú konkretur, segði maðurin. Árni Olafsson Tí eg - og mong við mær - hava ongantíð forstaðið: hví ikki gamla grundlógar-fjall- skipanin bleiv rikin til hús, og ein kvalifiseraður persónur bleiv settur at skriva grundlóg- ina, og sum onnur so seinni kundu nærlesa - um tørvur enn er á henni – og hví bleiv eitt nú ikki heitt á Árna Olafs- son um at taka sær av uppskot- inum (orsaka, Árni, at eg loyvi mær at nevna teg her beinleiðis). Tí talan er um óvanliga vælbegávaðan og erfarnan mann, sterkur í hagtølum og samfelagsviður- skiftum (cand. polit.) og er líka fermur í málsligum viður- skiftum. Hann tosar høvuðs- málini á høgum stigi og er nærmast alvitandi um øll føroysk viðurskifti – eisini um feilir og føll. Nú, ið heiðursgávurnar ikki tróta um dagarnar, er helst vert at nevna, at Árni fyri langari tíð síðani átti at verðið heiðraður alment fyri tað digra dygdarverkið um oljuleiting undir Føroyum – og sum aðrir hava sum fyri- mynd - umframt so mangan annan beina og trúligu seri- øsu luttøku hansara í alskyns sáttmálasamráðingum úti í heimi - landi okkara til miklan frama! Og eitt suff at enda, at um nú omanfyri nevndi persón- ur tekur av og brúkar 14 dagar ella tríggjar mánaðir um grundlógar-uppdragið, so gev honum minst 1 millión kr. fyri jobbið, tí tað fekk Finn Norman Christen- sen fyri sítt tvískinniliga vánaverk, sum kanska hevur kostað landinum milliardir í óeffektiviteti, og sum eingin enn hevur torað at eftirmett - soleiðis bara í allari hampi- ligheit - um ikki annað - . Spurdi nakað blað ella miðil eftir einari góðari søgu?? Arnstein niclAsen Valið er av og hvat nú - maktarinnar háttvirdu damur og harrar? Viðmerkingar til grein í Sosialinum í dag og í Dimmu tann 19. mars. “Er pláss fyri menningartarnaðum í 2015” hjá Árnmar Mellemgaard Fyrst vil eg siga, at tað er ógvuliga hugstoytt at lesa, at Árnmar leggur meg undir ikki at hava hjarta á røttum stað! Eisini er tað undrun- arvert, at limur alment fer út við slíkum pástandum uttan at spyrja seg fyri fyrst á røttum stað. Næst vil eg gera mínar viðmerkingar til greinina sjálva Sendingin í sjónvarpi- num snúði seg um valdsnýtslu á stovnum, sum heild og vantandi lógarverkið á serstovna- økinum. – Tað frøddi meg at verða biðin við til hesa sending, tá eg sjálvur bæði alment og yvir fyri politisku skip- anini havi víst á henda trupulleika. - Tað var tað, ið eg varð biðin at koma í sjónvarpið at úttala meg um – tvs. sendingin snúði seg ikki um ávís persóns- mál. At tað so hendir í slíkari sending, at vit, sum luttóku, vórðu leidd inn á ávís mál, er sjálvandi harmiligt. Hvat málinum um valdsnýtslu hjá ávísum persóni viðvíkur, skal eg stutt viðmerkja, at málið um valdsnýtslu als ikki hevur verið til viðgerar í felagnum yvirhøvur. Málið um framførdu valdsnýtsl- una, ið sipað verður til, er eitt trý ára gamalt mál, sum nú stakk seg upp í kjalarvørinum av øðrum máli á sama stovni. Eg sum for- maður hvørki kann ella fari at úttala meg alment um persónmál og viðmerkti tí bert, at um hetta mál nú er vorðið eitt politimál, so er tað har málið skal avgreiðast. Eisini verður fram- ført í greinini, at málið viðvíkjandi starvsfólk- unum, ið høvdu valt at siga seg úr starvi, hevur koyrt síðan 2005. – Hetta er als ikki rætt, tá felagið ikki kom inn í málið fyrenn langt aftaná, at trupulleikarnir høvdu tikið seg upp á stovn- inum. At handfaringin av hesum málið er út av lagið vánaligt, er eisini orsøkin til, at felagið nú hevur lagt málið fyri Løgtingsins umboðsmann. Viðv. Gerðarrætti- num er stutt at siga, sum eg eisini havi framført fyrr, at talan var als ikki um nakra ólógliga handling, tað er nevniliga einki staðfest í sáttmálanum millum partarnar á arb- eiðsmarknaðinum, sum gerðarrætturin arbeiðir eftir - at tað er ólógligt at leggja arbeiði niður uttan fráboðan, men hevur Fasti Gerðarrætt- urin í hesum føri komin við einum úrskurði, sum er soljóðandi: Fasti Gerðarrætturin staðfesti, at talan var um óheimilað stríðs­ stig, tí arbeiðssteðg­ urin ikki var fráboð­ aður av mótpartinum. Tað er einki ókent, at fakfeløgini hava lagt arbeiði niður uttan frá- boðan til arbeiðs- gevarin fyrst, og velur felagið at skilja hetta sum um Fasti Gerðar- rætturin við hesum úrskurði skapar eina nýggja siðvenju á arbeiðsmarknaðinum. Viðmerking til Árnmar Mellemgaard form. Føroya Pedagogfelag JArvin Feilberg HAnsen