fríggjadagur 28. mars 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 28. mars 2008
17
Jógvan Durhuus, vanliga nevndur Agga, andaðist
í heiminum í Vestmanna týsdagin, 58 ára gamal.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum fríggja
dagin klokkan 18. Jarðarferðin verður Vestmanna
kirkju leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast
Agga, kunnu lata eina gávu, konta í Føroya banka.
.
Kistan við Kaj Tausen í Hovi fer úr kapellinum á
Suðuroyar Sjúkrahúsi fríggjadagin klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr Hovs kirkju leygardagin
klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Kaj kunnu lata
Føroysku Sjómanskirkjuni eina peningagávu.
Konta í peningastovnunum.
Sjúrður Hentze í Hovi andaðist týskvøldið, 67 ára
gamal.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá mamma okkara
Elseba (Ebba) Petersen
andaðist og og fór til gravar.
Takk øll somul: læknar, starvsfólk á B6, prestur og
kirkjutænarar, sangarar, berarar og øll tit, ið fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Tøkk fyri blómur og kransar og somuleiðis takk fyri
hjálp og stuðul.
Fyri familjuna
Ragnheiður og Hergeir
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá kæri
maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Jaspur Hjelm
Fuglafjørður
andaðist og varð jarðaður.
Ein serstøk tøkk til heimasjúkrasystrar og
heimahjálpina, sum vóru um hann síðstu tíðina.
Eisini ein serstøk tøkk til sjúkrabilatænastuna og
Andreas Petersen, lækna.
Tøkk til Niels Paula Danielsen, prest, fyri góð og
troystarrík orð í heiminum og Una Næs, prest,
sangarar, kirkjutænarar, berarar, gravarar og tykkum,
sum hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur.
Tøkk øll tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað her á fold.
Familjunnar vegna
Katrin
Fríðbjørg, Erling, Katrin og Anna
Mikudagin í stilluviku, 19. mars, fylti
Regina Sóloy úr Svínoy 95 ár. Hon
hevur tey seinastu árini búð á røktar
heiminum í Klaksvík. Hóast hon ikki
er før fyri at ganga longur, so er Reg
ina á mangan hátt væl fyri, og føðing
ardagin vóru tað mong, sum nýttu
høvi at heilsa upp á hana á Sjó
mansheiminum í Klaksvík, har hølini
í kjallaranum eru vorðin so ljós og
hugnalig.
Regina hevur altíð verið lívsglað og
fús. Takksemið fyri lívið og allar
Guds gávur hevur altíð eyðkent hana.
Uttan á nakran hátt at seta seg sjálva í
miðdepulin hevur hon dugað so væl
at skapa vælveru og trivna kring so.
At tað framvegis er soleiðis, sást og
hoyrdist henda dagin í føðingar
degnum. Fleiri, sum høvdu orðið,
høvdu lært Reginu at kenna, síðani
hon fór um tey níti og fór at búgva í
Klaksvík.
Skoðsmálið, sum nýggju – um tað
ber til at siga tað soleiðis vinirnir
góvu Reginu, var tað sama, sum tey
geva henni, ið hava kent hana í alla
sína tíð. Hon er framvegis tann sama
positiva, uppmuntrandi og kveikjandi
Regina, sum hon altíð hevur verið.
Ongantíð fjalir hon yvir, at keldan til
gleðina og hvíldina er æviga fyri
játtanin, sum er at finna í Orð Guds.
At lesa dámar henni framvegis væl,
og hon er altíð klár at vera við, tá ið
starvsfólkini um kvøldarnar syngja
saman við búfólkunum.
Heimið hjá Reginu er á Fløtti í
Svínoy, og har hevur hon búð alla sína
tíð. Foreldrini vóru Anna og Fríðrikur
Frederiksen. Mamman var av Norð
toftum, og pápin var av Fløtti í Svínoy.
Tí varð hann nevndur Fríðrikur á
Fløtti.
Edvard í Svínoy skrivar so vakurt í
endurminningum sínum um, hvussu
hann sum tíggju ára gamal minnist, tá
ið tey bæði, Anna og Fríðrikur á Fløtti,
komu út í barnaheim hansara úti í Váli
at vitja á heysti í 1913, eftir at tey 19.
mars hetta sama várið vóru vorðin for
eldur:
“Væl dugdi eg at síggja, hvussu
stór frøi teirra var yvir fyrsta barn
teirra, sum bleiv tað einasta. ..Fríðrik
ur og Anna høvdu verið gift í sjey ár,
tá ið tey gjørdust foreldur”.
Søgan hjá føroyingum og norðoy
ingum og ikki minst svínoyingum tel
ur mong sorgarbløð um skip og bátar,
ið ikki vunnu upp aftur land. Kvinnur
sótu einkir og smábørn gjørdust faðir
loysingar. Soleiðis var tað hjá Annu
og Reginu, sum mistu mann og pápa
13. desember 1913 ella bara níggju
mánaðir eftir, at Regina var fødd.
Edvard sigur í sínum endurminn
ingum, at seksmannafarið Havgásin
hevði verið á útróðri norðan fyri Høvd
an, og at teir fórust í fjarðarbroddinum
í einum stak ringum æli í íðuni á
Lundaskor. Fýra ungar kvinnur sótu
eftir syndarliga skaðadagin einkjur í
Svínoy, og níggju smábørn gjørdust
henda dagin faðirleys. Fyri bygdina
var hetta serliga dyggur smeitur, tí
undan jólum í 1912 fórust fimm ungir
menn í Svínoy á útróðri.
Edvard lýsir soleiðis Reginu og
mammu hennara: “Tann kærleika,
Anna tá kastaði yvir dóttur sína, dugir
eingin at skilja. Undir slíkum umstøð
um kann einki menniskja troysta, men
bert Gud, sum hevur talað og sagt: Eg
eri Faðir teirra faðirleysu og verji
einkjunnar! Tað var hetta, Anna leit
seg á og hvíldi í tey 50 árini, hon livdi
eftir hetta – í fastari trúgv á Harra og
Frelsara sín.
Tær vóru báðar raskar, og tær dugdu
væl alt handarbeiði, og soleiðis lív
bjargaðu tær sær, inntil Regina giftist
og tað harvið kom nýggjur forsyrgjari
í húsið.
Regina giftist í 1934 við Hendriki
Sóloy. Hann var ættaður Frammi úr
Smið í Árnafirði. Hendrik doyði í
1981. Hann var útróðrarmaður og
skipsmaður. Tey bæði giftust inn á
Fløtti, og tey fingu fýra børn: Fróði,
Ásmundur, Anna og Høgni, sum Gina
hevur oyst tann kærleika og ta
umsorgan yvir, ið hon hevði fingið frá
mammu síni.
Fróði og Anna búgva í Klaksvík, og
Høgni býr á Eiði. Ásmundur búði í
Esbjerg og seinni í Keypmannahavn.
Tað var ein dyggur smeitur fyri Ginu,
tá ið hann doyði av herviligari sjúku
fyri fjúrtan árum síðani. Ásmundur er
grivin í Svínoy.
Hóast høga aldurin livir Regina fyri
familjuni og sínum næstu, sum hon
kennir at fevna um millum so mong
onnur allar svínoyingar og Svínoy.
Hon fylgir væl við í tí, sum gongur
fyri seg í samfelagnum, og hon er ein
meistari í práti at siga frá tí, sum hon
hevur upplivað og hoyrt um í sínum
langa lívi.
Vit takka fyri hugnaligan føðingar
dag og ynskja 95 ára føðingardags
barninum og øllum hennara alt tað
besta.
Jóannes
Regina Sóloy 95 ár
nøvn
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum vístu
samkenslu, tá kæra mamma og vermamma, omma
og vinkona okkara
Amona Hansen
so brádliga doyði og varð jarðað.
Takk til øll, sum hjálptu til á ymsan hátt.
Takk fyri blómur, kransar og uppringingar.
Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Deild 4 á LS, sum
vóru um hana teir seinastu dagarnar.
Dánjal Jákup, Andrias, Óli, Egga, Astrid,
Frida og Brynjálvur
Jarðarferð
Kistan við
Kaj Tausen
Hov
fer úr Kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsið
fríggjadagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Hovs Kirkju leygardagin kl. 13.
Familjunnar vegna
Sólbjørg og Súsanna
Tey, ið vilja minnast Kaj, kunnu lata Føroysku Sjómanskirkjuni
eina peningagávu, konto í peningastovninum