fríggjadagur 28. mars 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 FÓTBÓLTUR 2008
Hóast Jógvan
Martin Olsen ásann
ar, at starvið sum
landsliðsvenjari
hevur sínar truplu
síður. So er treystið
at halda fram í sessi
num gott. Fyrst og
fremst, tí hann
merkir, at liðið
flytur seg rætta
vegin
- Til tíðir kann tað vera óluksáliga
hart at vera landsliðsvenjari, tí sann-
leikin er, at eg hati at tapa. Sjálvt í
kort- og borðspæli vil eg vinna –
hvørja ferð! Men tá fortreytirnar til
tíðir hava verið mest sum ómøgu-
ligar, er tað ikki lætt. Og onkrar løt-
ur kunnu vera, har tú spyr teg sjálv-
an, um hetta er tað vert. Og um tað
ikki vildi verið lættari, um tú bara
vart venjari í einum felag.
- Hinvegin eru vit í eini menning-
arprosess, og so leingi, sum eg føli
á mær, at vit flyta okkum rætta veg-
in, so gevur tað kortini meining. Tað
er altíð soleiðis, at tað er upp til FSF
at meta um mítt avrik sum lands-
liðsvenjari. Og meta teir ikki, at
hetta er nóg gott, er avleiðingin
sjálvsøgd. Men tann dagin, eg ikki
haldi meg hava nakað at geva
landsliðnum, skal eg vera tann
fyrsti at steðga.
Orðini eigur Jógvan Martin Olsen,
sum nú fer undir sína næstu undan-
kapping sum landsliðsvenjari.
Tola illa skaðar
Hóast talan aftur í fjør einvíst gjørd-
ist um tap í altjóða uppgávunum
hjá landsliðsvenjaranum, so heldur
hann ikki, at hann er so øgiliga
ónøgdur við avrikið.
- Í løtum sóu vit, hvat liðið hjá
okkum megnar. Dystin móti Skot-
landi er kanska besti dystur, sum vit
hava spælt, og tað er bara svartasta
óhepni, sum forðar okkum í at
skora. Og eisini í heimadystinum
móti Italia stóð liðið seg væl.
- Munurin her í mun til hinar dyst-
irnar, sum vit hava havt, var, at her
var liðið intakt. Og so sært tú alt
fyri eitt mun. Tí veruleikin er jú eis-
ini, at vit í Føroyum eru somikið fá-
ment, at munurin frá teimum 10
bestu og so niður til næstu 10-15
spælararnar er stórur. Tí merkist tað
alt fyri eitt, tá lyklaspælarar verða
skaddir. Men tað er so ein fortreyt,
sum vit mugu fyrihalda okkum til,
sigur Jógvan Martin Olsen.
Gott aldursbýti
Og skaðar merkti landsliðsvenjarin
í ólukkumát fyrstu tíðina í sessi-
num.
Fleiri ferðir vórðu ungir og
óroyndir menn tveittir fyri leyvurnar,
og langt ífrá hvørja ferð spældi tað
serliga væl av.
Hinvegin hevur hetta eisini givið
venjaranum nakrar royndir, og nú
enn eitt ár stendur fyri framman,
tykist hann gleða seg til at arbeiða
víðari móti málinum at skapa eitt
sterkt landslið, sum hevur verið
ígjøgnum eitt ættarliðsskifti.
- Tekur tú hópin í dag, so eru
nakrir mans, sum er ein fastur hóp-
ur við at taka skap. Í málinum er
Jákup enn við. Í verjuni hava Johan
Troest Davidsen, Einar Hansen, Jón
Rói Jacobsen, Fróði Benjaminsen og
eisini Atli Danielsen verið fastir sein-
astu dystirnar. Og av hesum er tað
bert Jón Rói, sum hevur nakrar ser-
ligar royndir í landsliðsverjuni. Og
veruleikin er, at vit helst skuldu
havt einar 8-10 mans til hesi pláss-
ini.
- Á miðvøllinum er Súni sentralur.
Mikkjal Thomassen hevur prógvað
sínar dygdir, eins og Ingi Højsted er
á veg aftur. Og eisini har kann Atli
Danielsen traðka til. Og har eru
fleiri, sum kappast um næstu pláss-
ini. Frammi eru Rógvi Jacobsen,
Christian
Lamhauge
Holst
og
Andrew av Fløtum, meðan Arnbjørn
Hansen trokar seg uppá. Og á kantu-
num hava vit spælarar sum Símun
Samuelsen, Christian Høgna Jacob-
sen og Jákup á Borg, meðan aðriri
eisini troka seg móti liðnum.
- Sjálvandi kann dagsformurin
gera, at hesir ikki eru heilt so trygg-
ir, men roknast kann við, at hetta er
bulurin á liðnum. Og tá er so upp-
gávan hjá øðrum spælarum at
kroysta seg inn á liðið eisini. Er tað
støðan, so havi eg ein positivan
trupulleika, tí tá skal eg mest sum
velja spælarar frá, heldur enn at
leita eftir spælarum. Men tað er
tíverri ein støða, sum eg sjáldan
havi verið í.
- Eitt tað mest positiva er aldurs-
býtið í hópinum. Tekur tú nevndu
nøvnini, so eru tað væl bara Jákup
Mikkelsen og Mikkjal Thomassen,
sum vit ikki kunnu rokna við at
hava í fleiri ár afturat. Og tí haldi
eg, at hetta landsliðið als ikki hevur
toppað enn, sigur Jógvan Martin.
Munur á mótstøðu
Tað er sjáldan, at ein føroyskur
landsliðsvenjari fæst at siga, at
hann væntar sær so og so nógv stig
í komandi undankapping. Og tó at
undanmaður hansara eina ferð
gjørdi royndina, so hevur Jógvan
Martin lítlan hug at gera Henrik
Larsen tað kynstrið eftir.
Veruleikin er kanska eisini, at eitt
somikið lítið land sum Føroyar ikki
eiga at hava ein kjans á altjóða pall-
inum, men møguleikar eru í hvørj-
um dysti, heldur Jógvan Martin.
- Vit vilja væl altíð vera tann lítli,
tá metast skal undan dystunum.
Men tað er hóast alt munur á møgu-
leikunum, um tú spælir úti móti
Serbia og Rumenia ella heima móti
Eysturríki og Litava. So tað er sjálv-
andi til teir dystirnar, at vónirnar
eru bestar.
Og tá mótstøðan fyri tað nógva
er eystureuropisk. So er tað kanska
gott, at venjingardysturin í juni er
móti Estlandi. Ella vildi Luksemburg
verið betri?
- Tað vísir seg í øllum førum, at
tað er trupult hjá okkum at fáa lið
hendavegin at spæla. Vit hava havt
fyrispurningar frá fleiri londum,
men eitt nú hava Luksemburg og
Andorra ikki hug at koma. Og hygg-
ur tú at FIFA-listanum, so er tað eitt
sindur spell. Í so máta vildi tað
kanska verið betri, um vit spældu
móti onkrum av hasum liðunum,
sum Australiga vinnur 10-0 á!
Veruleikin, sum fótbóltsføroyar
og Jógvan Martin Olsen liva í, sigur
tó nakað annað. Nevnliga at tað
fyrst og fremst eru europisku liðini,
sum vit mugu dystast við. Og tá
verður ofta avmarkað, hvussu løtt
ella trupul mótstøðan er.
---------------------------------------
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Búningin tekur tíð
Fyri plássið á FIFA-listanum
vildi tað kanska verið ynskiligt
hjá landliðsvenjaranum, at vit
fingu onkrar lættar dystir móti
oyggjunum kring Australia.
Men tað er ikki veruleikin, sum
Jógvan Martin Olsen livir í