Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 60 - 28. mars 2008 Leygarmorgunin, 23. februar, bórust tey feigdarboð, at Niels Jákup var ikki meiri okra millum, hann var brádliga farin, bert 58 ára gamal. Hetta vardi ongan okra, sum væl hýrdir skiltust fríggjadagin á veg heim at halda vikuskifti, at longu leygarmorg­ unin hevði deyðin lagt sína køldu hond á ein av okra starvsfeløgum og vinum. Niels Jákup segði sjálvur, tá hann fór út gjøgnum dyrnar: “Eg koyri skúlalyklarnar í taskuna, so eru teir klárir til mánamorgunin!” Men soleiðis skuldi ikki verða. Niels Jákup hevði annars ætlað sær at arbeitt til hann fylti 60 ár og so farið frá við eftirløn. Niels Jákup var føddur í Sør­ vági sum elstur av fýra brøðrum. Foreldrini vóru Olea og Jákup Pauli Nielsen, hon úr Sørvági, og hann úr Fámjin. Pápin fekk starv sum politistur í Vági, og tí kom Niels Jákup at vaksa upp í Vági. Aftaná skúlagongdina, sum endaði við realskúlaprógvi, var hann til skips í uml. 2 ár. Síðani fór hann á Føroya Læraraskúla í Tórshavn, haðani hann tók prógv í juni mánaði 1975. Hann røkti so vikarstarv í Tvør­ oyrar skúla í eitt ár, 1975/76. Síð­ an fekk hann starv í Vágs skúla, og har starvaðist hann í nøkur ár. Hann spældi fótbólt og var við á besta liðnum hjá VB í fleiri ár. Niels Jákup giftist Elini, sum er ættað úr Mikladali, og búsettust tey í Fámjin, har Elin eisini var lærari og nú er borg­ arstjóri. Niels Jákupi dámdi sera væl í Fámjin, har hann hevði sínar røtur og ein hóp av góðum minnum frá barnaárunum, sum stóðu fyri honum sum nakað av tí virðismiklasta, hann átti. Tey fingu eina dóttur, Bergtóru, og fyri stuttun var abbadóttirin fødd. Í 1985 kom Niels Jákup aftur til Tvøroyrar skúla, og her hevur hann so starvast til sín seinasta arbeiðsdag. Sum lærari undirvísti Niels Jákup í høvuðsheitum í fremm­ andum máli, enskum og serliga í týskum. Hann undirvísti eisini í kunningarlærugreinunum, og har var tað serliga lívfrøðin, sum hevði hansara stóra áhuga. Niels Jákup hevði ógvuliga stóran áhuga fyri náttúruni, honum dámdi væl at fáast við seyð og livdi annars við í øllum tí, sum hoyrir lívinum til í einari bygd sum Fámjin. Sum fjallmaður fer hann at verða saknaður, tí nú fækkast teir, sum ganga í rókun­ um vestanfyri. Hann fór sum oftast tíðliga frá húsum um morgnarnar, so hann hevði tíð til at eygleiða seyðin og fuglalívið í haganum á veg til arbeiðis. Og sjálvandi ríkaði hann bæði næm­ ingar og starvsfelagar við sínum frágreiðingum frá sínum mongu eygleiðingum á hesum túrum. Men teir strongu, strevnu og mangan vandamiklu túrarnar um veturin í øllum veðri røddi hann ikki so nógv um, men hann tók alt við tolni, og høgra hond visti ikki altíð, hvat vinstra hon gjørdi! Okur øll, sum starvaðu saman við Niels Jákupi, kendu hann sum ein stillføran mann. Hann var altíð tann sami – róligur og siðiligur. Hann gjørdi ongantíð nakran háva burtur úr sær sjálvum. Niels Jákup var ein hampamaður og var altíð blíður at tosa við. Tú fekk mangt eitt hugnaligt prát við hann. Álítandi og nærlagdur var hann sum fáur og góður at heita á. Meira enn einaferð hevur skúlin heitt á hann at loysa truplar uppgávur, sum hann síðani gjøgnumførdi uttan nakran háva á sín vanliga, still­ føra hátt. Okur øll í skúlanum hildu avbera nógv av Niels Ják­ upi, og okur fara altíð at sakna hann. Okra tankar leita til tykum, sum hava mist, til Elina, Bergtóru, Birgir og didduna og annars mammuna, ið situr á Sambýlinum í Vági, og so brøðurnar og familj­ una hjá Niels Jákupi annars. Má hann, sum øllum valdar, styrkja og troysta tykum í tíðini, sum kemur. Friður veri við minninum um Niels Jákup Nielsen. Ígjøgnum deyðans døkku lond eg djarvur ganga kann, hann leiðir meg við síni hond, sum deyðan yvirvann. So undurfull, so dýrabar hans miskunn til mín røkk, og sum hon aldri enda fær, ei enda skal mín tøkk. Starvsfelagarnir Minningarorð um Niels Jákup Nielsen F. 20.11.1949 • D. 23.02.2008 nøvn Fríggjadagin 28. mars 16 læt listakvinnan Marianne Gjoveraa í Havn upp eina graf­ iska framsýning í Smiðjuni í Lítluvík Talan er umfigurativa graf­ iska list. Millum 20 og 30 listaverk eru við á fram­ sýningini. Marianne er donsk, men hon hevur búð í Føroyum síðan 1968. Hon lærdi til vevkonu frá 1960 til 1965 og hevur síðan verið á kunstháskúla í Holbæk og á øðrum fakháskúla. Mari­ anne hevur vevað nógv turriklæði og fyriklæði til føroyska búnan. Eisini hevur hon verið við á fleiri framsýningum bæði í Føroyum og Danmark. Framsýningin er opin til og við mikudagin 2. apríl. Fríggjadagin er opið frá 16 til 18 og leygardag til mikudag er opið frá 14 til 18. Framsýning í Smiðjuni Fríggjadagin læt listakvinnan Marianne Gjoveraa upp eina framsýning við grafiskum listaverkum í Smiðjuni í Lítluvík Mynd: Jens Kristian Vang Dagurin 29. mars. Jónas, deyður umleið ár 326. Tikin av døgum í Persiu. Navnið merkir dúgva ella er kanska ein stuttur formur av Jóannes. 30. mars. Kvirinius, deyður umleið ár 120. Rómverskur hermaður, sum gjørdist kristin og varð tikin av døgum. 31. mars. Balbina, deyð umleið ár 120. Navnið var við í teimum fyrstu føroysku álmanakkunum, men er síðan lagt burtur. Hon var dóttir rómverska hermannin Kvirinus og bleiv tikin av døgum saman við pápanum.