fríggjadagur 28. mars 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 FÓTBÓLTUR 2008
Brellbitin er helst
heimadysturin móti
Eysturríki, men í
aðrar mátar tykist
skráin hjá føroyska
landsliðnum í heyst
ikki vera tann mest
áhugaverda
Við trimum eystureuropiskum mót
støðuliðum í heyst verður talan
neyvan um tað heilt stóru áskoðara
fjøldina, sum føroyska landsliðið fer
at draga at sær komandi landsliðs
árið.
Skal nakar dystur takast framum,
so er einki at ivast í, at føroyski
áskoðarin gleðir seg til oktober
mánað, tá Eysturríki kemur á vitjan.
Og ongan tíð betri, enn um maðurin
við stýrisvølin tá framvegis eitur
Josef Hickersberger. Sami Hickers
berger, sum náttina til 13. september
fyri 18 árum síðani fekk sekkin, eftir
at Eysturríki hevði verið fyri størstu
fótbóltseyðmýkingini í annars so
stoltu fótóltssøguni hjá landinum.
Eins væl og dysturin ta ferðina
markeraði ein niðurtúr av teimum
heilt stóru fyri eysturríkskan fótbólt,
so var hetta eisini okkara stóra fóta
traðk inn á altjóða pallin. Og hóast
úrslitini fyri tað nógva vóru greið
tap, so tænti dysturin sum støðu
áminning til mótstøðuliðini um, at
Føroyar ikki skuldu undirmetast alt
ov nógv.
Kring túsundáraskiftið gav før
oyska fótbóltslandsliðið eisini fleiri
slíkar áminningar. Hóast talan sjáld
an gjørdist um sigrar, so fingu fleiri
av mótstøðuliðum okkara at vita,
at tey ikki skuldu taka nakað sum
helst fyri givið móti okkara ellivu.
Ein veruleiki, sum tó ikki hevur ver
ið heilt so lættur at staðfesta sein
astu tvey árini.
Flogræðsla í Fraklandi
Orsøkirnar til lakaru úrslitini eru
fleiri. Men eitt ættarliðsskifti bland
að við svartasta óhepni við skaðum
eru helst týdningarmestu orsøkirnar
í so máta.
Nýggja landsliðsættarliðið er nú
av álvara við at taka skap, men tað
verður helst ikki her og nú, at før
oyski áskoðarin sær úrslitið av ar
beiðnum, sum er gjørt í so máta.
Hinvegin eru ungu menninir nú
tvey ár eldri, og statistiskt ber
næstan til at siga við vissu, at
skaðaóeydnan ikki verður tann
sama komandi tvey árini, sum hon
hevur verið.
Tí var tað við ávísum spenningi,
at sæð varð fram til lutakastið í fjør,
men verður sæð burtur frá Eystur
ríki, so var talan um eitt hampuliga
lítið áhugavert lutakast.
Serbia, Rumenia og Litava eru
veldugar avbjóðingar ítróttarliga.
Og kanska eru útlitini fyri onkrum
stigi móti Litava ikki heilt eingi.
Men eystureuropiskur fótbóltur er
ikki tað, sum føroyskir fótbóltsfjepp
arar geva størstan ans.
Og hóast Frakland telur fleiri av
fremstu spælarunum í heiminum,
so man tað kennast hálvgum trivi
elt, tá talan er um triðju undankapp
ingina á rað, at Frakland er millum
mótstøðulið okkara. Í so máta man
størsti dramatikkurin helst snúgva
seg um, hvørt Henry og hinar stjørn
urnar yvir høvur hava hug at seta
seg í eitt flogfar við kós móti lítla
vøllinum í Vágum.
Men tann 11. oktober verða eyg
uni vend móti oyggjum okkara. Tað
kann væl verða, at Eysturríki ikki
longur er tað, sum landið eina ferð
var í altjóða fótbóltshøpi. Og hvørki
Hans Krankl ella Tony Polster gera
longur um seg á europisku fótólts
vøllunum.
Men minniligi dagurin fyri 18
árum síðani er framvegis eitt stórt
kapittul í altjóða fótbóltssøguni.
Ikki bara hjá okkum sjálvum og
eysturríkarum. Søguskrivingin ta
ferðina er javnt stór við amerikanska
sigurin á Onglandi í 1950. Og spurn
ingurin hesa ferð er tí, um lítlu Før
oyar megna at skriva enn ein part
av altjóða fótbóltssøguni, tá Hickers
berger og hansara menn aftur koma
á vitjan.
----------------------------------------
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eysturlendsk
heystarskrá
Dystarskráin hjá føroyska liðnum sær soleiðis út:
6. september 2008
Serbia – Føroyar
10. september 2008
Føroyar – Rumenia
11. oktober 2008
Føroyar – Eysturríki
15. oktober 2008
Litava – Føroyar
10. juni 2009
Føroyar – Serbia
19. august 2009
Føroyar – Frakland
5. september 2009
Eysturríki – Føroyar
9. september 2009
Føroyar – Litava
10. oktober 2009
Frakland – Føroyar
14. oktober 2009
Rumenia – Føroyar
FAKTA
Soleiðis ímyndaði danski
fótbóltsvenjarin og
-teknarin, Ole Andersen, sær
reaktiónirnar í Eysturríki, tá
lutakastið til komandi HM-
undankappingina fór fram í
november mánaði í fjør