fríggjadagur 28. mars 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 28. mars 2008
19
tíðindi
- Líkt er til, at lands-
stýrið við ætlaðu
broytingunum í
manningarlógini
ætlar at avtaka
maskinistútbúgv-
ingina, heldur Maskin-
meistarafelagið
Manningarlóg
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú landsstýrið hevur lagt
fyri løgtingið uppskot um
broytingar í manningarlóg
ini, sum herfyri fekk fyrstu
viðgerð
á
tingi,
stúrir
Maskinmeistarafelagið fyri,
at hetta uppskot um tað
verður samtykt á løgtingi
sum tíðin líður fer at avtaka
maskinistútbúgvingina.
Vit stúra í løtuni fyri, at
útbúgvingin til skip við ein
ari motorstyrki upp til 2999
KW samsvarandi STCW
verður avtikin. Men hetta
má ikki henda, leggur felag
ið dent á.
Maskinmeistarafelagið
heldur ikki, at menn við
dugnaskaparbrævi eiga at
fáa rættindi til at mynstra
við fiskiskipum, sum hava
motorar upp til 1499 KW.
Maskinmaðurin er minst
líka
so
týdningarmikil
umborð á einum fiskiskipi,
sum hann er umborð á
einum farmaskipi. Hetta er
eitt mál, sum fyri okkum
snýr seg um neyðugar før
leikar og ikki minst trygd
á sjónum, sigur Maskin
meistarafelagið, nú vinnu
nevnd løgtingsins væntandi
fer at viðgera málið um
broytingar í manningar
lógini á fundi í dag.
Felagið heldur, at ætlaða
slakingin í krøvunum til
maskinmenn samsvarar illa
við málið hjá landsins
kosnu kvinnum og monnum
um, at útbúgvingarstøðið í
Føroyum skal betrast.
Vit vóna tí, at vit sum
felag, ið umboðar henda
bólk av fakkunnleika, verða
hoyrd í hesum máli, áðrenn
nøkur
broyting
verður
samtykt, ið ávirkar okkara
øki, sigur Maskinmeistara
felagið, sum er hart ímóti
nevndu
broytingum,
ið
landsstýrið skjýtir upp.
Eftir at hava sæð tekn-
ingar av nýggjasta
skipinum, sum Hanus
Hansen, reiðari,
varðar av – Nærabergi
– gekk Føroya Fiski-
mannafelag við
til, at manningin
kundi avroknast
eftir nótaskipasátt-
málanum. Hvørki
Næraberg ella Carlton
hava nótareiðskap,
men eru júst somu
skip í somu vinnu, tó
at Næraberg er størri.
Kortini ger Føroya
Fiskimannafelag mun
á hesum skipum
Carlton-Málið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú málið um pelagiska
skipið Carlton hevur verið
nógv frammi í fjølmiðlun
um, hevur Sosialurin hugt
upp á søguna aftanfyri sátt
málan hjá ídnaðarskipum
og sáttmálan hjá nótaskipum
– við atliti til eitt skip av
støddini hjá Carlton. Í end
anum av greinini fara vit
eisini at samanbera Carlton
við Næraberg, sum herfyri
kom í føroyska fiskiskipa
flotan.
Søgan aftanfyri
Vit eru komin eftir, at ver
andi sáttmáli fyri ídnaðar
skip er gjørdur í 1971. Hes
in gav 27% eftir frádrátt
fyri landing. Skiparin fekk
1,6 part, og meistari og
bestimaður 1,2 part hvør.
Ídnaðarskipini vóru tá
skip, sum tóku eini 200
tons, og manningartalið var
5.
Frammanundan hesi tíð
ini varð ein sáttmáli gjørdur
fyri nótaskip, sum høvdu
umleið somu stødd. Her
taldi manningin 1214, og
skiparin fekk 2,75 partar.
Sum árini gingu, gjørdust
nótaskipini størri og størri,
og tey fóru eisini í størri
mun at trola. Sum tíðin leið,
varð ein sáttmáli gjørdur
fyri tey størru nótaskipini,
sum gav 17,5% til manning
ina, meðan manningin við
teimum smærru skipunum
fekk 20%.
Sheanne kemur
Fyri nøkrum árum síðan
kom so Sheanne, núverandi
Carlton, men Føroya Reið
arafelag reisti ikki spurning
in um serligan sáttmála fyri
skipið. Tí verður manningin
avroknað eftir ídnaðarsátt
málanum.
Sum tíðin gongur, meta
yvirmannafeløgini, at She
anne líkist meira einum
nótaskipi enn einum ídnað
arskipi. Feløgini hanga seg
ikki minst í støddina á skipi
num, sum lastar 1500 tons.
Í maskinuni krevjast tríggir
mans, eins og kokkurin við
einum størri manningartali
fær ¼ part eyka, sum hann
annars ikki fær við ídnaðar
skipum.
Sheanne fær tí sama sátt
mála sum tey smærru av
teimum størru nótaskipu
num, nevniliga 20% og
somu
yvirmannapartar.
Hetta merkir, at fyri at fáa
somu yvirmannapartar, fara
yvirmenn niður í fiskiparti.
Skoytast skal uppí, at er
manningin við Carlton av
roknað við 24%, merkir
hetta veruliga, at skipara
parturin er 2,4 partar – og
ikki 2,75.
Ber seg ikki
Sheanne, sum Bjarti Mohr
tá eigur, ber seg ikki og
verður seldur Seafreeze við
Hanusi Hansen, reiðara.
Hanus ger avtalu við Før
oya Fiskimannafelag fyri
2006 um, at tá ið Carlton
partrolarar saman við nóta
skipi, skal manningin av
roknast eftir hesum sáttmála
– 20%.
Í 2007 ger reiðarin avtalu
við manningina um eina
fasta útgjaldsskipan, og er
hetta innan rammurnar av
sáttmálanum. Men so av
talar reiðarin eisini eitt
lægri býtisprosent, sum má
sigast at vera í stríð við sið
bundnar reglur.
Brot fyri rættin
Tá ið talan er um sáttmála
brot ella ivi um hetta er
mannagongdin at fara í rætt
in við slíkum málum, sum
soleiðis eru avklárað við
dómi.
Soleiðis varð eisini gjørt
í hesum førinum við stríðs
spurninginum um býtispro
sent millum manning og
reiðara á Carlton.
Men nú hendir tað, at
samstundis sum hetta rættar
mál koyrir, lýsir formaðurin
í Føroya Fiskimannafelag,
Jan Højgaard, mynstringar
bann fyri limir felagsins.
Somu skip
– ymiskir sáttmálar
Ein annar spurningur er,
hvar Carlton í veruleikanum
hoyrir heima í sáttmála
høpi.
Munurin millum hetta
skipið og hini nótaskipini
er, at hesi seinnu eru kombi
nerað nóta og trolskip,
meðan Carlton bert kann
trola.
Tað, sum nú er hent, er, at
nýggjasta skipið, sum Han
us Hansen varðar av Næra
berg – sum skilst hevur
fingið tilsøgn frá Føroya
Fiskimannafelag
um
at
avrokna manningina við
17,5% eftir nótasáttmála
num.
Og kortini hevur Næra
berg ikki nótaútgerð.
Hetta ger Næraberg til
júst sama skip sum Carlton,
men bert nakað størri.
Sá tekningarnar
Formaðurin í Føroya Fiski
mannafelag, Jan Højgaard
hevur lagt Hanus Hansen,
reiðara, undir at hava lump
að felagið. Men reiðarin
hevur upplýst, at hann
hevur lagt tekningarnar fyri
FF, og hetta er ikki aftur
víst.
Sosialurin hevur fingið
váttan fyri, at Jan hevði sæð
tekningarnar, áðrenn Næra
berg fekk loyvi at avrokna
manningina eftir nótasátt
málanum.
Soleiðis hevur Føroya
Fiskimannafelag í hesum
førinum góðkent, at skip í
nótaskipastødd verða av
roknað eftir nótasáttmála.
FF ger mun
á Nærabergi
og Carlton
Stúra fyri framtíðar maskinistútbúgving
Føroya Fiskimannafelag hevur góðkent, at manningin við Nærabergi kann avroknast eftir
nótaskipasáttmála, sum er 17,5%, men krevur, at manningin við Carlton verður avroknað eftir
ídnaðarsáttmála, sum er 27%. Myndin er av formanni og næstformanni FF’s, Jan Højgaard (th.)
og Eyðuni Johannesen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Mynstringarbannið hjá FF mótvegis Carlton hevur nú staðið
við tað mesta av einum mánaða
Páll Hansen er formaður í
Maskinmeistarafelagnum
Mynd: Vilmund Jacobsen