fríggjadagur 28. mars 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 60 - 28. mars 2008
tíðindi
Raksturin av krema
tori’um í Danmark
er vorðin so dýrur, at
fleiri teirra helst fara
at lata aftur
Deyðin
Snorri Brend
Danmark: »En dyr affære«.
Tað kann deyðin gerast
hjá teimum, ið framyvir
ætla at verða brend í einum
krematori’um.
- Kostnaðurin fyri hetta
kann lættliga økjast til tað
tvífalda í Aalborg – og
kanska til tað trífalda í
Hjørring, veit P4 í Norður-
jyllandi at siga.
Økingin í rakstrinum fer
møguliga at gera sítt til, at
krematori’ið
í
Hjørring
verður noytt at steingja.
- Verður hetta veruleikin
verða tey deyðu, ið skulu
brennast flutt til Aalborg,
metir Alan Vest úr Hjørring
sambært Kristelig Dagblad.
Hann er krematoriu-leið-
ari á hesum staði, sum er
annað teirra í Norður-
jyllandi.
Gjalda sjálvi
Í dag kostar ein kremering í
bæði Aalborg og Hjørring
1600 krónur, men sambært
einum útspæli frá Kirkju-
málaráðnum fer prísurin í
Aalborg at hækka upp í
3500 krónur um nøkur fá
ár, og í Hjørring heilt upp í
4500 krónur.
Orsøkin til stóra prís-
vøksturin er, at krematori’ini
skulu reinsa roykin frá ovni-
num við filtrum frá 2010.
Umframt hetta skulu tey
gjalda aðrar útreiðslur, sum
í dag verða goldnar annað-
hvørt umvegis kommunu-
skattin ella kirkjuskattin.
Eitt lógaruppskot er júst
vorðið útsett til komandi
fólkatingsár, men hetta siss-
ar kortini ikki Allan Vest.
Hann sær fyri sær eitt
hálvt ár við óvissuni um,
hvørji krematori’ir skulu
rekast framyvir.
- Fullkomið brúkaragjald
fer at gera tað alt ov kostn-
aðarmikið at reka tey krema-
tori’ini, sum hava fægstar
kremeringar. Hetta fer ikki
bert at ganga út yvir Hjørr-
ing, men eisini krematori’ir
í Vesturjyllandi og í Høv-
uðsstaðarøkinum, har tey
liggja rættiliga tøtt, sigur
Allan Vest.
Umframt at vera leiðari á
krematori’uminum í Hjørr-
ing er hann eisini formaður
í DKL, Danske Krematoriers
Landsforening.
Tómu kirkjurnar
í Danmark skulu í
framtíðini brúkast
til bæði kirkjulig og
mentunarlig endamál
KirKjur
Snorri Brend
Danmark: - Hvat ger ein
við eina kirkju, tá hon ikki
longur verður brúkt til
hámessur sunnudagar?
Henda spurningin fáa
danskir arkitektar nú møgu-
leikan at geva síni boð
uppá, nú landsins fyrsta
arkitektakapping um nýggja
nýtslu av kirkjunum verður
sett í gongd.
Kappingin snýr seg í stutt-
um um, hvat Gethsemane
Kirke á Vesturbrúgv í Keyp-
mannahavn skal brúkast til.
Kirkjan, sum er partur av
minstu sóknini í økinum,
hevur leingi verið í sjón-
eykuni sum ein av kirkju-
num á Vesturbrúgv, sum ein
kann vera fyri uttan, um ein
tekur avgerð um at steingja
ávísar kirkjur.
Nú ynskir kirkjuráðið við
Gethsemane kirkjuna at
gera okkurt við beinanvegin,
og hevur sjósett eina visjo-
nera ætlan fyri framtíðini.
- Vit vilja fegin verða ein
kirkja, men vit vilja eisini
verða ein lokkandi oasa fyri
íbúgvarnar í býarpartinum,
og sum ikki veru vanir við
at koma til tær vanligu há-
messurnar sunnudagar, sig-
ur Erik B. Nielsen, formaður
í kirkjuráðnum.
Høgt støði
Aftanfyri arkitektakapping-
ina stendur Center for Idræt
og Arkitektur, ráðgevandi
kirkjuligi
felagsskapurin
Kirkefondet og Bygnings-
kultur Danmark.
Sambært Kaj Bollman,
aðalskrivara í Kirkefondet,
hava arkitektarnir fingið
frítt spæl, um ein sær burtur
frá tí veruleika at kirkjan
skal framvegis brúkast til
kirkjuligt virksemi.
- Við kappingini vóna vit,
at fáa eina verkætlan á høg-
um støði, sum kann gerast
ein fyrimynd fyri aðrar
kirkjur í Danmark – ja, eitt
gott dømi um, hvussu kirkj-
an kann møta fólki, har sum
tey eru.
Center for Idræt og Arki-
tektur hevur millum annað
hugt til eina kirkju í bretska
høvuðsstaðnum
London,
har ein eisini hevur lista-
framsýningar, kvøldskúla,
ballettundirvísing og enntá
ein fitness-depil.
Artkitektakappingin verð-
ur samstundis sum Køben-
havns Stiftsråd er í ferð við
at kanna, hvussu sóknirnar
skulu skipast í framtíðini.
Sambært
hesum
skuldu
ávísar kirkjur latast aftur,
millum annað Gethsemane
Kirke.
Júst tí er dómprósturin,
Anders Gadegaard, sum er
limur í Københavns Stifts-
råd fegin um kappingina.
Hann leggur dent á, at tað
er týdningarmikið at kirkj-
urnar framvegis verða brúkt-
ar til kirkjuligt virksemi.
- Tað verður ikki talan
um, at ein hópur av kirkjum
brádliga verða umbygdar til
fitness-deplar ella spæli-
støð, sigur hann.
Brúktar far
telefonir til
Tanzania
Heimamissiónin:
-
Hevur tú eina fartelefon,
sum tú ikki hevur tørv
á longur? Henda spurn-
ingin setir Havstein
Klein, trúboðari í Tanza-
nia
føroyingum,
nú
hann ætlar at fáa fleiri
brúktar fartelefonir til
vega. Slíkar fartelefonir
høvdu lætt munandi
um arbeiðið hjá evan-
gelistunum, sum ferðast
runt í økinum, har
Beinta og Havstein ar-
beiða. Ávísar treytir
verða settar hesum far-
telefonunum,
millum
annað at tær ikki eru
læstar, ikki bundnar at
eini ávísari telefonfyri-
tøku og eru í hampiliga
góðum
standi.
Tær
kunnu latast til Heima-
missiónina í Nesvík,
sum síðani sendir tær
víðari til Afrika.
Eitt viku
skifti í
lovsangi
Í Skálafirði: Í døgun-
um 17. til 20. apríl skip-
ar samkoman Keldan
fyri lovsangsráðstevnu
undir heitinum: HEI-
LAGUR ER HARRIN.
Á ráðstevnuni verða
seminar,
workshops,
møtir og konsertir. Høv-
uðstalari á ráðstevnuni
verður Tom Inglis úr
Avstralia (myndin).
Baptistarnir
økjast í tali
Noreg: Seinasta árið
øktist talið av limum í
Baptistsamfunnet
við
500, og er í dag komið
uppá
10.307.
Fleiri
nýggjar
samkomur
hava sæð dagsins ljós í
farna árinum, samstund-
is sum aðrar hava snar-
að lykilin á seinasta
sinni.
Dýrari at doyggja
Tað verður dýrari at
verða brendur í donskum
krematori’um í framtíðini
Tómu kirkjurnar
skulu fyllast
Tær tómu kirkjurnar skulu brúkast bæði til kirkjulig og mentanarlig endamál