Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 FÓTBÓLTUR 2008 NSÍ At verja FM heitið er stór avbjóðing Søgurnar eru fleiri um, at tað ikki altíð hevur hilnast so væl, tá ið tey, sum fyri fyrstu ferð hava rokkið toppin, skulu verja sína støðu. Í fjør vann NSÍ FM fyri fyrstu ferð. At enda var sigurin sannførandi. Lið­ ið var góð blanding av royndum og ungum spælarum, og tað sigur seg sjálvt, at nýggju meistararnir teljast millum favorittarnar í ár. NSÍ fór um tey fimmti í fjør, og alt felagið sum tað var, og sjálvsagt eis­ ini spælararnir vóru ógvuliga svong eftir at vinna FM. Tað eydnaðist, og nú er spurningurin, um spælararnir eru so uppsettir og svangir, sum teir vóru tað í fjør. Ikki minst hetta fer at vera avgerandi fyri, um NSÍ aftur skal røkka tindinum. Sammett við í fjør eru eyðsýndar manningarligar broytingar. Veteran­ arnir Jens Martin Knudsen og Pól Thorsteinsson eru givnir, og Christ­ ian Høgni Jacobsen er fluttur aftur í HB. Tórður Thomsen er upplagdi av­ loysarin millum stólparnar. Eingin ivi er um, at hann er evnagóður, men tað sigur seg sjálvt, at hann ikki hevur royndirnar hjá Jens Mart­ ini. Tær fáast bara við at spæla við í nógvum og tøttum dystum. Í fjør vunnu fleiri ungir spælarar sær fast pláss á FM liðnum. Bogi Løkin, sum var fastur maður á U21 landsliðnum, varð kosin ársins ungi spælari, og Jóhan Troest Davidsen og Einar Hansen røktu vongverjarnar so mikið væl, at teir vunnu sær landsliðssess. Liðformaðurin Óli Hansen stóð seg so mikið væl, at landsliðsboð vóru eftir honum. Fyri bara einum ári síðani var tað so at siga sum lundi á jólanátt, at boð vóru eftir NSÍ spælarum til landsliðið. Tað boðar frá dygdum og breidd, at NSÍ nú er eitt av feløg­ unum, sum eigur flestar landsliðs­ spælarar. Umframt teir omanfyri nevndu er Hjalgrím Elttør eisini part­ ur av landsliðnum. Í fjør var Nenad Stankovic mið­ depilin á miðvøllinum. Har verður hann eisini í ár. Umframt henda serban hevur NSÍ mett, at tað hevur verið neyðugt at keypa fleiri aðrar útlendskar spælarar, sum sjálvandi leggja trýst á ungu spælararnar. Nýggj serbisk nøvn í Runavík eru Milan Pejcic, Dejan Stojkovic og Aco Pandurevic. Aco ætlast at loysa Pól Thorsteinsson av, Milan ætlast at kappast við Sjúrð Jacobsen, Jann Martin Mortensen og Pól Jóhannus Justinussen, sum er komin aftur úr Gøtu, um miðvallarpláss, og Dejan skal saman við Andy Olsen og Øss­ uri Dalbúð kappast um pláss í álopi­ num undir liðini á Jónhardi Frede­ riksberg. Eftir trilvandi byrjan í NSÍ í fjør, tykist Jónhard aftur at hava funnið stevið, sum í Skála tíðini bar landsliðssess við sær. Jóhan Nielsen stýrir framvegis NSÍ. Liðið er heilt víst komið væl longri í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið, enn fleiri onnur eru tað. Í heyst fæst at síggja, hvussu NSÍ megnaði stóru avbjóðingina, sum tað er at verja FM heitið. Møguleikin at vinna steypakapp­ ingina er burtur. Nú er avbjóðingin at endurvinna FM. Nes Sóknar Ítróttafelag FO-620 Runavík www.nsi.fo STOVNAÐ 24.03.1957 FORMAÐUR Dánjal Petur Hansen MEISTARAR (1) 2007 STEYPAVINNARAR (2) 1986 og 2002 GREIPUVINNARAR Ongantíð Í 1. DEILD (22 ár) 1976, 1979, 1984- 1988, 1991-1992, 1994-1995, 1997- Í EUROPA (3) UEFA Cup 2003/04, 2005/06, 2007/08 Intertoto 2004/05 MÁLVERJAR Áður spælt við Tórður Thomsen ÍF, AB Predrag Stankovic VERJA Óli Hansen Einar Hansen Johan T. Davidsen Aco Pandurovic VB/S Pól J. Justinussen GÍ Monrad Holm Jacobsen Filip Jacobsen MIÐVØLLUR Bogi Løkin Nenad Stankovic Skála Milan Pejci Jann Martin Mortensen Sjúrður Jacobsen ÁLOP Áður spælt við Dejan Stankovic Andy Olsen Jónhard Fredriksberg Skála Øssur Dalbúð Hjalgrím Elttør KÍ, Fremad Amager Klæmint Olsen Pætur á Líknagøtu TILGONGD Aco Pandurovic Pól J. Justinussen Milan Pejci Dejan Stojkovic FRÁGONGD Jens Martin Knudsen givin Pól Thorsteinsson VB/S Brynjólvur Nielsen av landinum Jústinus R. Hansen av landinum Christian Høgni Jacobsen HB VENJARI Johan Nielsen HJÁLPARVENJARI Pauli Hansen At verja FM heitið er stór avbjóðing Jens Martin Knudsen takkiaði fyri seg eftir FM-gullið í fjør. Men avgjørda málið er framvegis at verja gullið