Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 60 - 28. mars 2008 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Eg spurdi tær, um eg skuldi skera tað út í papp, ella um eg skuldi brúka ein fittari máta at siga tingini uppá Jakob Jónsson, landsliðsvenjari Strond og sól skulu lyfta føroyska lagið, meðan okkara kvinn­ ur mugu vóna, at Estland megnar tað, sum Føroyar ikki megnaðu Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Óvæntaða tapið fyri Bret­ landi bar við sær, at før­ oysku venjararnir broyttu skránni hjá liðnum fríggja­ dagin. Skal metast eftir álops­ spælinum hósdagin, so er kanska upplagt, at enn meira verður gjørt við hetta undir venjingunum, men júst nú verður hvíld og men­ tal uppløðin raðfest hægri. Við finaludystum og nógvum venjingarpassum seinastu dagarnar hava spælararnir helst tørv á, at beinini ikki verða trýst alt ov nógv, og tí verður talan um gongutúr á strondini og stundir til meira leyst prát í dag. Í kvøld er tað Cypros, sum eigur tørn móti før­ oysku kvinnunum, og lítil ivi er um, at hetta er ein dystur, sum føroysku kvinn­ urnar skulu brúka til at vaska sær í. Verður ætlaði og væntaði sigurin vunnin hesaferð, so er føroyska liðið í hálv­ finaluni, men verður talan um annað pláss í bólkinum, verður tað vinnarin av bólki A, sum verður mótstøðan í hesari. Tí er føroyska ynskið nú, at Estland megnar at basa Stórabretlandi í dag. Verður tað veruleiki, so telja fyrst og fremst innanhýsis upp­ gerðirnar, og við føroyska stórsigrinum á Estlandi, standa Føroyar í løtuni sera væl í hesum. Tað er mest átøkt onkrari fitness-sending, tá hotel-gestirnir á Henipa-hotellinum nú um dagarnar síggja føroyska liðið strekkja út eftir loknar venjingar. Venjingarnar eru vanliga lidnar um middagsleitið, og so skulu vøddarnir sjálvandi mýkjast nakað, og hetta verður hvørja ferð gjørt við svimjihylin á hotellinum. Tina Jacobsen, sum annars hevur langar dagar sum fysioterapeutur á ferðini, stendur á odda fyri hesum, og lítið er at ivast í, at føroysku kvinnurnar njóta møguleikan at fáa nakrar løtur í sólini, heldur enn bert at sita innandura í góða veðrinum. ­mørk Seta vónina til Estland Faroe Fitness