fríggjadagur 28. mars 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FÓTBÓLTUR 2008 21
Øssur Dalbúð ar
beiðir nógv, meðan
hann bíðar eftir
møguleikanum í
NSÍ, sum hann vón
ar at fáa høvi at
skifta út við felag
uttanlands
Unglingaliðið hjá NSÍ vann bæði
FM og steypakapping í fjør. Árgangir
nir eru framúr evnaríkir, og nógvir
unglingar vóru við til at manna
hópin á besta liðnum: Jóhan Troest
Davidsen, Einar Hansen og Bogi
Løkin vóru fastir menn. Øssur Dal
búð, sum fyrstu ferð varð innskiftur
á besta liðið í Vági í fyrraárið,
spældi í løtum í 24 av 27 landskapp
ingardystum, og Jann Martin Mort
ensen og Klæmint A. Olsen vóru
eisini við.
Bogi, Jóhan og Einar eru nú ov
gamlir til unglingaliðið, men kortini
er NSÍ aftur í ár gott boð upp á ung
linga FM.
Tað er tó í bestu deildini, teir
ungu vilja sleppa framat. Eftir at
NSÍ hevur keypt stórt inn niðri á
Balkan, er tað ikki vorðið lættari.
Millum NSÍ viðhaldsfólkini verður
prátað um, at útlendingarnir skulu
spæla seg av, meðan teir ungu
royna at spæla seg á liðið:
Í vetur varð eg kontaktaður av
onkrum øðrum feløgum, men eg eri
sinnaður at stríðast fyri at spæla
við NSÍ. Eg sat nógv á beinkinum í
fjør, tá ið eg eisini spældi við ung
lingaliðnum og 1. deild. Eg royni at
hugsa positivt, men sjálvandi vil eg
sleppa framat á besta liðnum. Tað
verður ikki nóg stór menning, um
eg bara sleppi at spæla tíggju
minuttir hvørja ferð, sigur evanríki
Øssur Dalbúð, sum nú leygardagin,
28. mars, verður 19 ár.
Um hann sleppur upp í part í NSÍ
álopinum, so ætlar hann sær at
spæla hetta kappingarárið við barn
dómsfelagnum. Um hann ikki slepp
ur framat, so vónar hann longu í
summar at fáa høvið at royna fót
bóltsevnini uttanlands:
Eg var á fótbóltsskúla í Oure, tá
ið eg gekk í 10. flokki. Fleiri av
teimum, sum eg gekk í skúla saman
við, royna nú at arbeiða seg upp á
besta liðið í divisiónsfeløgum. Eg
veit um ein í SønderjyskE, ein í OB
og ein í Brøndby.
Øssur arbeiðir miðvíst fyri at
gerast betri fótbóltsspælari. Hann
er góður við bóltinum, reikar nógv,
og tá ið hann fær møguleikan
framman fyri mótstøðumálið er
hann kaldur.
Tá ið kappingin var liðug í heyst,
hildu vit frí í nakrar vikur. Vit hittust
ikki aftur til venjingar fyrrenn í
januar, men vit høvdu møguleika at
styrkisvenja í kappróðrarneystinum,
og tað hava fleiri av ungu spælarun
um gjørt, sigur Øssur, sum heldur
venjingarnar hjá Jóhan Nielsen vera
sera góðar.
Umframt at vera NSÍari hevur
Øssur altíð verið íðin Arsenal fjepp
ari. Stóru fyrimyndirnar í barnaáru
num vóru Ian Wright og Dennis
Bergkamp. Nú heldur hann, at Arse
nal, tá ið teir eru upp á sítt besta,
spæla flottari fótbólt enn nakað
annað lið.
Teir eru fantastiskir við bóltinum,
teir eru skjótir, og teir hava framúr
fatan av, hvussu fóltsspælið kann
útinnast, og at tað hevur týdning
bæði at hava liðspælarar og indi
vidualistar, sum kunnu skapa tað
óvæntaða. At sleppa til sovorðið
felag verður hjá teimum flestu ein
dreymur. Jóhan Troest Davidsen
hevur roynt seg í Everton, og í
løtuni er Karl Løkin í Randers FC.
Frá teimum havi eg hoyrt um lívið
sum yrkisspælari, og í fyrstu atløgu
hevði eg verið væl nøgdur, um eg
fekk høvi at royna meg í Danmark.
Øssur Dalbúð spældi í eitt ár á
U15 landsliðnum. Tvey tey seinastu
árini hevur hann verið á U19 lands
liðnum, sum hann nú er ov gamalur
til. Merkisvert er tað, at hann ongan
tíð fekk høvi at royna seg á U17
landsliðnum. Nú arbeiðir Øssur fyri
at sleppa upp í part á U21 lands
liðnum:
Formuladeildin og serliga lands
liðini eru vindeyguni, har útlending
ar hyggja fyri at finna fram til før
oyskar spælarar, sum teir møguliga
kunnu brúka, og tá ið eg droymi um
at sleppa av landinum, so sigur tað
seg sjálvt, at eg vil sleppa at spæla
við Formula liðnum og landsliðnum,
sigur Øssur Dalbúð.
Men portrið er trongt. Bæði inn á
NSÍ liðið og U21 landsliðið.
----------------------------------------
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Metingin
Tað er altíð truplari at verja meistaraheitið,
heldur enn at vinna tað, verður sagt. Fáur man
tó ivast í, at NSÍ hevur kvalitetirnar, sum
skulu til, um hetta skal eydnast. Spurningurin
er, hvørja ávirkan tað fær, at Jens Martin
Knudsen ikki longur er á liðnum. Og um
nýggju útlendingarnir fella nóg væl og skjótt
inn á liðið.
Portrið er trongt
hjá teimum ungu
Tað er ikki lætt hjá einum unglingi at vinna sær
fast pláss hjá meistarunum. Men Øssur Dalbúð
fer við góðum treysti undir uppgávuna