Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 60 - 28. mars 2008 ] Marjunardóttir ov trupult Hóast tað gekk munandi betri hjá hallarvarparanum hósdagin enn fríggjadagin at siga føroysku nøvnini, so vóru orsøkir at smílast, tá spælararnir vórðu nevndar ein fyri ein undan dystinum móti Stórabretlandi. Tað eydnaðist tó varparanum at tyggja seg ígjøgnum Olsen, Petersen og Hansen, men tá Marjunardóttir var næst seinasta navnið á listanum, hevði maðurin givið upp. Ístaðin varð bara sagt hart og týðiliga “Frida”, meðan hallarvarparin við einum skeivum smíli vónaði, at hetta ikki var tikið illa upp av spælarunum. Ikki álvarsamt Tað var ein stórur hvøkkur fyri føroyska liðið, tá Unn Kragesteen small í gólvið tíðliga í seinna hálvleiki í gjár. Í støðu, sum heilt víst var upplagt brotskast, slapp Unn als ikki at seta av frá veinginum, men fór ístaðin skramblandi niður í gólvið við einum keiktum fóti. Pínan var ógvuslig fyrstu løtuna, men eftir dystin hevði Unn framvegis vónir um, at hennara leiklutur als ikki var av á ferðini. – Eg havi roynt hetta onkra tíð áður, og pínan er longu nógv minkað. Verður fóturin tapaður væl inn, eri eg vís í, at eg klári at spæla aftur longu fríggja- ella leygardagin, sigur Unn Kragesteen. Jakob Jónsson, landsliðsvenjari, var alt annað enn blíður eftir dystin í gjár. Nú er fokus tó vent frameftir, og hann hevur framvegis góðar vónir um, at føroyska liðið kann fara allan vegin. Men tað krevur broytingar í hugburðinum til dystin, sigur hann Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Tað er ótrúliga irriterandi at síggja spælarar, sum tú veitst hava hægsta støðið í Føroyum, bara melda seg út úr álopspartinum í dysti- num. Tað sigur Jakob Jónsson, landsliðsvenjari, sum upp- livdi 60 djúpt frustrerandi minuttir á venjarabeinki- num, tá lið hansara var við undirlutan móti einum væl stríðandi bretskum liði. - Tað er til at blíva svakur av. Tú roynir at gera broyt- ingar, og tá tær ikki rigga, so roynir tú aftur. Og kanska enntá eina triðju ferð. Og tá einki vísir seg at rigga, er tað ótrúliga keðiligt at sita á beinkinum. Men hinvegin, so er tað eisini ein partur av spælinum. Og í gjárkvøldið og í nátt hevur tú kanska støðugt hugsað, um tað var nakað, sum tú kundi gjørt øðrvísi? - Tað er jú altíð lætt at vera klókur aftaná. Men eg haldi, at líkamikið, hvat vit høvdu gjørt í gjár, so hevði tað ikki hjálpt nógv. Eg kundi kanska brútk Simonu Hansen, sum als ikki hevur verið í dysti enn. Men hon fær heilt víst kjansin í dag, og vónandi prógvar hon, at tað var ein skeiv avgerð frá mínari síðu. - Men framvegis eru tað alt ov nógvar, sum snøgt sagt meldaðu seg úr dysti- num. Okkara støði dumpaði heilt langt í mun til dystin fyrradagin. Og tá tú spælir somikið illa, so gongur tað bara ikki. Illveður í skiftirúminum Beint eftir dystin vóru ald- urnar hampuliga høgar í før- oysku leguni. Og Jakob Jónsson viðgongur, at hann var alt annað enn blíður, tá hann var í skiftirúminum eftir dystin. - Eg spurdi tær, um eg skuldi skera tað út í papp, ella um eg skuldi brúka ein fittari máta at siga tingini uppá. Tær vildu hava mína erligu meining, og hana fingu tær. Eg gav teimum snøgt sagt ein stóran vals, og tað var ymiskt, hvussu spælararnir tóku ímóti hes- um, men tað er nakað, ið tú sum spælari mást tola. - Tá spælir á landsliðnum, skalt tú vera errin um flagg- ið, sum tú ber á bringuni, og so skalt tú halda títt støði. Men tá tú spælir, sum vit gjørdu í gjár – serliga í álopspartinum, so er tað snøgt sagt ikki nóg gott. - Tær einastu, sum kunnu vera nøgdar um sítt avrik, vóru Fríða Petersen og Ninna K. Johansen. Fríða hevur spælt framúr væl sein- astu mánaðirnar í Sunset- kappingini, og hon helt eis- ini støðið í gjár, tá hon leingi heldur okkum inni í dystinum. Og Ninna pressar væl upp í álopinum, eins og hon stríðist væl í verjuparti- num. Restin av liðnum meldar seg bara út úr dyst- inum. Og tað nyttar ikki, sigur Jakob Jónsson. Luftin er reinsað Eitt er, hvat liðið vísti í gjár. Ella skuldu vit sagt, hvat tær ikki vístu. Longu í dag stendur aftur ein uppgáva á skránni. Og hóast tosið gekk hart eftir dystin, so ivast venjarin ikki í, at kvinnurnar eru til reiðar at reisa seg. - Fyrst og fremst, so vita tær sjálvandi væl, hvussu illa tær flestu teirra spældu í gjár. Og vit vita eisini, at Cypros hevur tapt stórt móti bæði Estlandi og Bret- landi. Fyrst og fremst vita tær, hvat tær gjørdu galið, og tað mugu tær rætta. Og mín fatan er í øllum førum púrasta greitt, at allur hóp- urin veit av, at hetta ber ikki til á landsliðsstøði. - Tað, sum er altavgerandi í dag, er, at vit fáa tempo aftur í okkara spæl, so vit kunnu hava hetta við til eina møguliga hálvfinalu leygardagin. Nú taptu vit í gjár og spældu illa. Og fáa vit ikki ferð á okkara spæl í dag, kann tað verða sera trupult at lyfta hetta til leyg- ardagin. So vit mugu snøgt sagt nógv longur upp í gear. - Spælararnir sótu eisini leingi saman sjálvar í gjár- kvøldið, har tær prátaðu um, hvat kann gerast betri. Og tað trúgvi eg er nakað, sum kemur teimum til góð- ar í dystinum í dag. Gullvónin livir enn Og so slær Jakob Jónsson at enda fast, at hóast avrikið í gjár, so hevur hann so langt ífrá avskrivað før- oysku møguleikarnir at fara allan vegin í kappingini, har Føroyar tvær ferðir hava vunnið silvur. - Teimum vónunum hava vit slettis ikki slept. Við at tapa í gjár, so gjørdu vit brekkuna eitt sindur bratt- ari, um eg kann siga tað so- leiðis. - Men møguleikin er enn góður. Klára vit dystin í dag, sum vit eiga at klára hann, so er alt opið. Vinna vit hálvfinaluna, so eru vit í finaluni. Tað er ikki meira fløkt enn so. Tað snýr seg ikki um, hvørjum vit spæla ímóti. Spæla vit upp til okk- ara besta, so kunnu vit væl. Sjálvur havi eg ongan tíð verið so øgiliga stúrin um, hvussu mótstøðuliðið er fyri. Eg vil heldur hugsa um, hvussu okkara spælarar eru fyri. Tað er har, sum alt byrjar, og gera vit tað nóg væl, so fara vit allan vegin, sigur føroyski landsliðsvenj- arin. Hondbóltur Challenge Trophy Bólkur A Úrslit mikudagin Malta-Bosnia/Herzegovina 6-35 Ísrael-Finnland 19-30 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Finnland 2 2 - 0 - 0 70 26 44 4 2 Bosnia/Herzegovina 2 2 - 0 - 0 68 28 40 4 3 Ísrael 2 0 - 0 - 2 41 63 -22 0 4 Malta 2 0 - 0 - 2 13 75 -62 0 Bólkur B Úrslit mikudagin Stórabretland-Føroyar 19-16 Estland-Cypros 25-12 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stórabretland 2 2 - 0 - 0 51 33 18 4 2 Føroyar 2 1 - 0 - 1 48 36 12 2 3 Estland 2 1 - 0 - 1 42 44 -2 2 4 Cypros 2 0 - 0 - 2 29 64 -35 0 Vit eiga sjálvi avgerðina Jakob Jónsson royndi til fánýtis at lyfta føroyska liðið, sum ikki fekk nakað stórvegis at rigga móti Stórabretlandi