Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 FÓTBÓLTUR 2008 EB/Streymur MÁLVERJAR Áður spælt við Gunnar á Steig KÍ, B68 René Tórgarð B36 Brian Hansen VERJULEIKARAR Bárður Olsen Marni Djurhuus Egil á Bø ÍF, B36 Fróði Clementsen B36, AB, B68 Dánjal Davidsen HB Gert Hansen Tonny Kruse MIÐVALLARAR Áður spælt við Mikkjal Thomassen HB, B36, B68 Levi Hanssen B36, Skála Hans Pauli Samuelsen Høgni Zachariassen ÍF Esmar Eiðisgarð Brian Olsen ÁLEYPARAR Hanus Eliasen ÍF Sorin Anghel Arnbjørn Theodor Hansen Leif Niclasen Marcell Balog TILGONGD Gunnar á Steig Fróði Clementsen Dánjal Davidsen Mikkjal Thomassen Levi Hanssen Marcell Balog FRÁGONGD Símun Eliasen, givin Karoly Potemkin VENJARAR Sigfríður Clementsen Magni Mohr Einki uttan gullið verður nóg gott hjá steypavinnaru­ num og silvurvinn­ arunum, sum hava trimmað seg við fleiri nýggjum spælarum og væl royndum og væl útbúnum venjara­ pari Í fyrra árið mistu teir í EB/Streymi á stokkinum, tá ið krónurnar eftir lítl­ ari løtu fóru frá at vera úr gulli og til at vera úr bronsu. Í fjør spældu teir seg fram til silvurkrónurnar, og í steypakapping­ ini eydnaðist tað fyri fyrstu ferð at vinna Løgmanssteypið. Nú er bara eitt tak eftir hjá sam­ ansetta liðnum, sum eigur heimavøll í Streymnesi. Tað er at vinna FM heitið. Áskoðararnir eru eldhugaðir og fylgja væl við, og nevndin hevur í vetur syrgt fyri, at fyritreytirnar at taka stigið upp á fótbóltsliga Slætt­ aratindin eru so góðar, sum tær ong­ antíð hava verið áður. Eftir framúr úrtøku í fleiri ár hev­ ur væl umtókti Piotr Krakowski bið­ ið farvæl. Nýggjur í venjarastólinum er Sigfríður Clementsen, og hjálpar­ venjari er Magni Mohr. Báðir eru teir væl útbúnir, og í B36 hava teir víst, at tað svingar, tá ið teir arbeiða saman. Um tað ikki eydnast at røkka heilt upp á tindin, so ber illa til at skjóta seg undir, at manningar­ grundarlagið ikki er nóg gott. Heldur ikki sjálvt um miðvallargene­ ralurin Ronnie Samuelsen hevur biðið farvæl í fremstu røð, og hóast vinstri vongverjin John Heri Dam er farin, og onkur annar eisini ikki verður at síggja aftur í stríputu troyggjuni. René, Egil, Marni, Gert, Bárður, Hans Pauli, Sorin, Hanus og allir hinir eru framvegis har. Miðvallarstyrkurin er komin við tveimum spælarum, sum Sigfríður Clementsen áður hevur verið venjari hjá. Teir eru Høgni Zachariassen úr Fuglafirði, og Mikkjal Thomassen, sum seinastu árini hevur verið so væl fyri í B36, at hann tykist eiga fast pláss á landsliðnum. Í fjør var vandamikli álopsspælarin Arnbjørn Hansen leingi darvaður av skaða. Nú er hann komin seg heilt, og tað er sannur fongur. At tað verður dýrt, um teir, ið ætla sær heilt niðan á tindin, ikki halda bæði tungu og taklingar í tjóðri, varð undirstrikað, tá ið EB/ Streymur sum steypavinnari var annar parturin av steypadysti á ovara vølli í Gundadali. Meistararnir í NSÍ vóru mótstøðuliðið, og tað var tætt í 1. hálvleiki, sum endaði mál­ leysur. Men í síðstu løtu fyri hvíldina varð Mikkjal Thomassen rikin av vølli, og í 2. hálvleiki skrædnaði tað so illa hjá EB/Streymi, sum tað ikki hevur verið at sæð fleiri tey seinastu árini. Fyrsta treytin fyri góðum úrsliti er, at tað eru ellivu á vøllinum. Tað vita venjararnir, og teir eiga at vera førir fyri at syrgja fyri, at spælararnir ikki leypa framav. Tað eru ikki ráð til annað, um síðsta stigið upp á topp­ in skal takast í ár. EB/Streymur FO-470 Eiði www.eb-streymur.fo STOVNAÐ 23.01.1993 FORMAÐUR Rólant Højsted MEISTARAR Ongantíð. Besta úrslitð nr 2 í 2006 og 2007 STEYPAVINNARAR (1) 2007 GREIPUVINNARAR Ongantíð Í 1. DEILD (8 ár) 1994 og 2001- Í EUROPA (1) UEFA Cup 2007/08 Nú er bara eitt stig eftir Av fleiri verður spátt, at tað er nú, at EB/Streymur skal taka sær gullið