fríggjadagur 28. mars 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 60 - 28. mars 2008 ]
Morten Olsen funnið avloysara
Danski landsliðsvenjarin í fótbólti, Morten Olsen, heldur, at Michael
Laudrup skal verða næsti landsliðsvenjarin í Danmark. Morten Olsen
hevur sáttmála við danska fótbóltssambandið fram til 2010, og tá ætlar
hann sær at gevast í starvinum. - Vit hava somu grundleggjadni hugsan
um fótbólt, og Michael kundi hildið fram við tí arbeiðnum, sum eg havi
gjørt higartil, sigur Morten Olsen við blaðið BT.
Pól skal ansa pengunum
Fyrrverandi landsliðsspælarin í fótbólti Pól Thorsteinsson
er farin aftur til barndómsfelagið í Vági at spæla fótbólt.
Pól hevur eisini fingið starv í Vágs kommunu, har hann
verður fíggjarleiðari, og í løtuni flytir Pól til Vágs. Á
aðalfundi hjá VB/Sumba var Pól Thorsteinsson eisini
valdur til nýggjan kassameistara í felagnum. Pól skal
avloysa Helga Kristiansen, sum hevur sitið á kassanum í
nøkur ár.
Fuglfirðingar fara at
royna at halda sær á
aldukambinum, sum
teir kendu seg vera
á síðsta hálva tíman
ímóti HB
B36-ÍF
Jákup Mørk
jakup@sosialrin.fo
Klokkan 17 leygardagin
verður fyrsta bríkslið í
Formuladeildini 2008. B36
er vertur, og ÍF er gestur í
Gundadali.
Í B36 royna teir at flyta
favorittheitið, sum teir hava
havt nógvu tey seinastu
árini, av sær. Lyklaspælarar
frá í fjør eru burtur, og nú
nýtt lið verður samanspælt
verður sagt, at topp trý er
málið hjá Heðini Askham
og hansara monnum, ið eru
so væl fyri, sum tað ber til
at vera.
Í Fuglafirði skulu teir
eina ferð enn stríðast fyri at
fóta sær í bestu deildini.
Abraham
Løkin
hevur
ábyrgdina í morgin fyri bes-
ta liðnum í barndómsfelag-
num ímóti B36, sum hann
spældi við fyri tjúgu árum
síðani.
Tað er líkt til, at hetta
verður einasti landskapping-
ardysturin hjá ÍF í hesum
umfari við Abrahami Løkin
sum róðursmanni. Davis
Jones, hevur verið upp á tal
sum ÍF venjari, síðani Jón
Simonsen noyddist at gev-
ast, kemur til Fugalfirðar í
næstu viku, verður upplýst
úr ÍF.
Í fyrsta umfari í steypa-
kappingini eydnaðist B36
at vinna ímóti Skála. Alt
var ikki so sannførandi,
men í B36 eru teir bjart-
skygdir undan uppgávuni í
morgin.
ÍF tapti 3-2 á heimavølli
ímóti HB í fyrsta umfari í
steypakappingini. Men fugl-
firðingar eru ikki illa nøgd-
ir. Serliga væl nøgdir eru
teir við síðsta hálva tíman,
tá ið teir vóru ágangandi og
rættuliga settu trýst á HB.
Høgni Madsen og Fritleif
í Lambanum hava verið
smáskaddir í vikuni, men
teir verða førir fyri at spæla
í morgin.
Bæði í EB/Streymi og
KÍ sita framrættaðir
útlendingar uttanfyri,
tí loyvini ikki eru
komin upp á pláss
EB/STREYMUR-KÍ
Jákup Mørk
jakup@sosialrin.fo
Tað er vorðið sum avbjóðing
hjá klaksvíkingum í fyrsta
umfari. Teir skulu royna seg
á útivølli ímóti EB/Streymi,
sum – burtursæð frá lagnu-
dystinum í 2006! – plagar
at hava gott tak á KÍ.
EB/Streymur
er
væl
mannað. Allir teir, sum
vóru við í steypasigrinum
ímóti KÍ, eru tøkir hesa
ferð. Harafturat er nýggi
miðvallargeneralurin Mikkj-
al Thomassen tøkur aftur,
eftir at hann hevur verið
burturstaddur.
Einasti maður, sum ikki
er tøkur, er 20 ára gamli
ungverjin Marcell. Hann
hevur roynst stak væl í venj-
ingardystunum, men fram-
rættaði spælarin fer aftur
hesa ferð at teljast millum
áskoðararnar. Orsøkin er
tann, at uppihaldsloyvið er
ikki komið upp á pláss
enn.
Sama søgan er í Klaksvík.
Brasilski Andersson fer eisi-
ni at teljast millum áskoðar-
arnar. Framrættaði spælarin
bíðar eftir uppihaldsloyvi-
num.
Stýrimaðurin í KÍ verjuni,
Jan Andreasen, hevur verið
uttanfyri við knæskaða í
fleiri vikur. Hann verður
ikki við sunnudagin, men í
Klaksvík hava teir mót um,
at hann skjótt verður tøkur
aftur. Hóskvøldið fór Jan at
renna aftur.
Á positivu síðuni hjá KÍ
telur tað, at framrættaði
Rodrigo úr Brasil, sum hev-
ur verið vøddaskaddur, nú
er tøkur aftur. Heðin á Lakj-
uni spældi bara átjan minut-
tir í steypadystinum ímóti
Fram. Nú er hann sloppin
av við vøddaskaðan og verð-
ur við í Streymnesi. Tað
verður Sìmun Joensen eisi-
ni. Hann sat leikbann frá í
fjør av sær, tá ið KÍ spældi
steypadyst ímóti Fram.
Nógv spildur
nýtt í Gundadali
Útlendingar bíða
eftir loyvunum