Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FÓTBÓLTUR 2008 23 Mikkjal Thomassen var við til at leika fyrsta føroyska felagsliðið víðari í Champions League og UEFA Cup- kappingum. Nú ætlar hann at verða partur av fyrsta liðnum hjá EB/Streymi, sum gerst Føroya- meistari - Tað er naivt at halda, at tað er nóg mikið við stórum orðum, men mál- setningurin hjá okkum er at gerast Føroyameistarar. Nógv skal sam- pakka og ganga upp í eina hægri eind. Mikkjal Thomassen er avgjørdur sum altíð. Hann metir EB/Streym, NSÍ og HB at verða størstu biðlarnar til FM-gullið. Fáa Víkingur og B36 tingini at rigga, kunnu hesi bæði lið- ini møguliga hava eitt orð at siga. UEFA-cup hevur eisini stóran pri- oritet. Mikkjal var partur av liðnum hjá B36, sum leikti seg víðari úr UEFA-cup kappingini í 2005, og Champions League kappingini í 2006. - Tað kann verða avmarkað við kappingarførum dystum, men í UEFA-cup fáa vit ein veruligan møguleika at vísa hvør dugur er í okkum. Tað verða óiva nakrir góðir leikarar vit skulu upp ímóti í UEFA- Cup, men talan verður ikki um nøkur yvirmenniskju. Tað ber til at vinna seg víðari í kappingini, men hetta krevur eitt lagaligt lutakast, og at allir leikarnir leika optimalt í báðum dystunum. Eg eri 100% vísur í, at tað ber til at spæla seg víðari! Besta nakrantíð Mikkjal hevur spælt við góðum við- leikarum í bæði B36 og HB, men hann metir liðið hjá EB/Streymi í 2008 verða tað liðið, sum hann hev- ur verið partur av, sum hevur havt størst potentialið. - Nú skal ein ikki fara yvir til stór- heitsørsku, tá ein samanber lið. Men eg haldi, at ein kann siga, at liðið eg leikti við í B36, minti um Chelsea. Vit vóru sterkir likamliga, stóðu væl í verjuni, og tá eg var við lótu vit ongantíð meir enn tvey mál inn, undantakið eru báðir dystirnir ímóti Fenerbache, sum nú er í Champions League fjórðingsfinal- uni. - Liðið hjá EB/Streymi í 2008 minnir meir um Arsenal. Talan er um teknikarar, sum eru uppaldir í skúlagørðum. Men hesi ungu, stóru talentini hjá EB/Streymi kunnu gott gerast betri. Serliga tá talan er um umstillingsspælið frá verju til álop. Har síggi eg møguleikar fyri batum. Men tekniskt eru teir einastandandi, eg havi ongantíð havt so ringt við at fanga bóltin tá vit spæla press- spæl “Brummus” undir venjing.” Teir bestu Mikkjal fegnast um aftur at verða undir veingjunum hjá Sigfríða Cle- mentsen og Magna Mohr. Hann metir teir hava fyrr prógvað sítt virð- ið, og hava teir flutt mørk í føroysk- um fótbólti, tá teir stóðu aftanfyri minniligu evropeisku sigrarnar hjá B36 yvir ÌBV og Birkirkara í 2005 og 2006. Mikkjal er ærligur: - Eg eri kompliseraður at arbeiða við hjá einum venjara. Sinnalagið kundi verið betri, men Sigfríður og Magni hava víst mær stórt álit, og eg havi aftur fingið blóð á tonna. Eg føli ein øgiligan spælihug, og eg eri øgiliga svangur. Mikkjal er fegin um umstøðurnar og umhvørvið hjá EB/Streymi: - Her er ein ótrúlig inniligheit, og eitt stórt samanhald, ein sannur pionerandi, har fólk ynskja at verða við til at skriva søgu. Tað er sorg- leysari enn í HB og B36. Bara aftaná Klaksvíks-kappingina komu 10 fólk yvir at práta við meg, og vóru tey ovurfegin um sigurin, sjálvt um tað bara var ein venjingarkapping. Mikkjal dámar eisini væl, at EB/ Streymur spælir nógvar ungar leik- arar inn á liðið. Hann heldur, at leiðslan í EB/Streymi er tilvitað um, at tey hava við nakrar fantastiskar árgangir at gera, sum kanska ikki verða at síggja aftur. Tí um 10 ár kann tað so væl henda, at EB/ Streymur spælir um niðurflyting. Ein lokalur bulur áljóðandi 10-12 mans við sterkum leikarum uttanifrá er vegurin fram metir Mikkjal. Sam- an við teimum lokalu ætlar tann sterki Mikkjal at gerast søga í Sundalagnum. ---------------------------------------- Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Mikkjal ætlar at skriva søgu aftur Metingin Eftir gull í steypa- og silvur í landskappingini er trupult hjá EB/Streymi at betra seg. Men við miðvísa styrkinum, sum felagið hevur savnað sær bæði á og uttan fyri vøllin er eingin ivi um, at teir aftur í ár skulu roknast millum FM- biðlarnar. Og kanska verður endastøðan enn fremri, enn hon hevur verið tað tey bæði seinastu árini.