Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 60 - 28. mars 2008 ] Fróði Benjaminsen er leikbannaður hjá HB, meðan loyv­ini hjá nýggju út­lend­ing­ unum á Skála fram­ v­egis ikki eru komin í ræt­t­ lag UPPTAKT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Á heimavølli er líkamikið hvat mótstøðuliðið er, tí tá er ein sigur eitt krav. So greiður er liðformaðurin hjá HB, Jákup á Borg. – Og tey trý stigini eru eisini tað, sum hevur fyrsta prioritet, staðfestir Jákup, sum sjálvandi vónar, at góða spælið eisini fylgir við. Til uppgávuna í Gundada­ li sunnudagin er HB væl fyri. Einasti leikarin uttanfy­ ri er Fróði Benjaminsen. Hann varð rikin av vølli í steypakappingardystinum móti ÍF herfyri, og er tískil leikbannaður sunnudagin. Tískil kemur tað væl við, at Rasmus Nolsøe er við at koma fyri seg. Hann hevur havt trupulleikar við lærk­ rikanum, og var ikki við í steypakappingardystinum í Fuglafirði. Men hóskvøldið vandi hann aftur við fullari ferð, og hann er eisini part­ ur av hópinum, sum tekur móti Skála í Gundadali sunnudagin. Pauli neyvan tøkur Á Skála hevur venjarin John Petersen fleiri trupul­ leikar. Endaligu loyvini hjá teimum báðu nýggju útlendsku leikarunum ikki vóru komin í rætt lag á mid­ degi í dag, og tí er tað ógvu­ liga ivasamt um roknast kann við teimum. Eisini er tað sera ivasamt, hvussu verður við liðformanninum Pauli G. Hansen, sum hevur havt trupulleikar við lærk­ rikanum. Hann er í bata, men John Petersen sigur seg ikki tora at rokna við Paula sunnudagin. Harnæst má John Peter­ sen síggja burtur frá fleiri øðrum leikarum, sum ikki eru byrjaðir at venja rætti­ liga enn, tí hondbóltsárið akkurát er endað. Tí sær tað ikki meiri enn næstbest út á Skála, og spurdur ítøkiliga, hvat eitt gott úrslit hjá teimum er, svarar John Petersen speisk­ liga, at teir neyvan vinna stórsigur í Gundadali. Síð­ ani verður tónin álvarsamari og John Petersen heldur soleiðis fyri: – Vit vita fullvæl, at vit eru uppi ímóti einum av stórfavorittunum til gullið í ár. Men hóast talan eisini er um ein dyst á útivølli, so ætla vit okkum stig og eina góða byrjan upp á árið. HB – Skála: Bæði vænta týdningarmiklar leikarar Iv­i er um onkran lyklaspælara hjá NSÍ, sum eisini í fjør hit­t­i B71 í fyrst­a umfari NSÍ-B71 Jákup Mørk jakup@sosialrin.fo Fyrsta fetið og fyrstu stigini á FM leiðini hjá NSÍ í fjør vórðu tikin á Sandi. Talan var um sera tætta uppgerð, har NSÍ í yvirtíðini skoraði sigursmálið. Sunnudagin hittast hesi bæði feløgini aftur í fyrsta umfari. Nú eigur NSÍ heima­ vøll, og teir í Runavík eru favorittar. Meistararnir stóðu ikki royndina í fyrsta umfari í steypakappingini. Teir taptu á útivølli ímóti EB/Streymi undir torførum umstøðum, har spælið hjá teimum var gott stóran part av 1. hálvleiki. Harvið snýr tað hjá NSÍ seg bara um landskappingina og verjuna av FM heitinum. Uppgerðin í Streymnesi var kostnaðarmikil á tann hátt, at tveir av teimum fyrs­ tu ellivu vórðu skaddir. Hjalgrím Elttør noyddist av vøllinum við liðbandsskaða, og hann hevur ikki vant í hesi vikuni. Hóskvøldið rann hann, meðan hinir van­ du. Í morgun var ikki greitt, um Hjalgrím verður førur fyri at spæla sunnudagin. Serbiski álopsspælarin Dejan hevði risa møguleika at skjóta mál í Streymnesi, men tað eydnaðist ikki. Hós­ kvøldið var Dejan ikki til venjingar. Hann hevur trupulleikar í einari tá, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla. Upplagdi avloysarin er Øss­ ur Dalbúð, sum í dag hevur 19 ára føðingardag. Eftir at B71 á heimavølli hevði verið aftanfyri ímóti B68, eydnaðist tað í síðstu løtu at javna og í longdu leiktíðini at skjóta sigurs­ málið. Sandoyingar kenna seg at vera væl fyri. Teir verða heilt væl nøgdir, um tað eydnast teimum at fáa stig við Løkin. Um teir megna at halda tørn út í 2. hálvleik, og NSÍ so fer at spenna álopsbogan, so kann alt koma fyri! Søgan endurtekur seg Formula Deildin: Dato: Dystur: Dómari: 29.03 B36­ÍF (Petur Reinert) 30.03 EB/Streymur­KÍ (Jens P. Brattalíð) 30.03 HB­Skála (Lars Müller) 30.03 NSÍ­B71 (Eiler Rasmussen) 31.03 Víkingur­B68 (Ransin Djurhuus) Hjá 1. Deild monnum Dato: Dystur: Dómari: 29.03 AB­EB/Str. (Eiler Rasmussen) 29.03 TB­B68 (Birgir Sondum) 29.03 07 Vestur­KÍ (Høgni Hansen) 29.03 Víkingur­HB (Bárður Mortensen) 30.03 VB/Sumba­NSÍ (Rói Jacobsen) So fer fótbólturin veruliga á rull