Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FÓTBÓLTUR 2008 25 Nýggi B36-venjarin er als ikki nervaður av stóru útskifting- ini, sum hevur verið á liðnum. Heldur velur hann at seta fokus frameftir, soleiðis at eitt nýtt og sterkt B36-lið kann byggjast upp Í fleiri ár hevur Heðin Askham talst millum teir heilt væl útbúnu før­ oysku venjararnar. Men tað er ikki sum venjari í fremstu føroysku deild­ unum, at hann hevur gjørt vart við seg. Heldur hevur tað verið sum venj­ ari hjá fleiri av føroysku U­landslið­ num, har fleiri heilt góð úrslit eru rokkin. Og sjálvur sigur hann seg ikki hava strembað eftir meira sum so. ­ Tað hevur ikki verið soleiðis, at eg støðugt havi bíðað eftir einum møguleika at venja eitt Formula­lið. Heldur havi eg tað so, at eg taki ein dag í senn, og so havi eg tikið støðu til nýggjar avbjóðingar, tá hesar hava hava víst seg, sigur Heðin Ask­ ham. ­ Í vetur stóð mær so í boði at gerast venjari hjá einum Formula­ liði, men eg takkaði tó nei. Tað fekk meg tó at hugsa nakað um ein slík­ an møguleika, og tá B36 so spurdi seg fyri, tók eg av. Og tað at tú sum fyrrverandi HB­ spælari nú tekur við í B36, er kanska ikki nakað, ið tú hugsar so nógv um sum venjari? ­ Nei. Um nakað, so er tað bara við til at gera avbjóðingina meira spennandi, heldur Heðin, sum í fleiri ár var ein stinnur verjuskansi hjá HB. Nýtt lið Seinastu árini hevur B36 støuðgt leitað móti toppinum. Umframt meistaraheitið í 2006 hevur felagið tvær ferðir spælt seg víðari í europe­ iskum høpi, vunnið kappingina um Løgmanssteypið og annars havt bæði silvur­ og bronsukrónur um hálsin. Stór frágongd hevur tó merkt hópin í ár, og tí rokna tey fægstu við, at felagið ger seg eins nógv galdandi í ár. Men hetta tykist als ikki nervað nýggja venjaran hjá felagnum. ­ Tekur tú hópin mann fyri mann, so hava vit mist nærum eitt hálvt landslið. Nakrir eru sjálvandi komnir ístaðin, men hópurin er samstundis væl yngri. ­ Men talan er samstundis um heilt øðrvísi spælarar, og tí verður tað eitt heilt øðrvísi B36­lið, sum fólk fáa at síggja í ár. Við spælaru­ num, sum eg havi at arbeiða við, ber als ikki til at leggja seg eftir sama spælistílinum, sigur venjarin. Meinar tú við hesum, at B36 í nógv størri mun verður liðið, sum stýrir spælinum, heldur enn at standa tætt í verjuni og dúva upp á kvikar áleyparar? ­ Um tað gongst eftir ætlan, so ja. Hópurin telur fleiri góðar fótbólts­ spælarar, og tað er ætlanin, at hesir skulu verða spælstýrandi. Stór sveiggj Nógv av tosinum kring B36 hevur í vetur snúð seg um, at liðið ikki fer at gera seg galdandi frammi í oddi­ num í ár. Heðin Askham fæst ikki at siga, at so verður, men hinvegin vil hann ikki seta nakra plasering í oddinum sum krav fyri avrikið komandi mán­ aðirnar. ­ Eg havi alla tíðina sagt, at liðið er rættiliga ungt. Og tí koma vit helst at síggja nøkur stór sveiggj í avrikunum. Tað kann væl henda seg, at vit fara at vinna onkran dyst móti bestu liðunum. Men hinvegin kann eisini vera, at vit tapa móti onkrum botnliði. ­ Men fáa vit neyðuga friðin at arbeiða. So ivist eg ikki í, at vit í ár kunnu leggja grundarlagið undir eini sera góðari framtíð fyri felagið. Og tað er hetta, sum vigar mest hjá mær her og nú, sigur Heðin Ask­ ham. Og so kundu vit lagt afturat, at júst tað at arbeiða við ungum spæl­ arum er nakað, sum Heðin er vanur við. Og enn er hann knýttur at ar­ beiðinum við yngru landsliðunum hjá føroyskum fótbólti. Í heyst standa soleiðis tvær uppgávur á skránni hjá U21­landsliðnum, sum Heðin saman við Bill McLoud Jacobsen hevur ábyrgdina av. ---------------------------------------- Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Metingin Við missinum av Mikkelsen, Benjaminsen, Thomassen og Sylla er mest sum allur mið­ aksin hjá B36 burtur í einum. Tí kann neyvan roknast við, at liðið aftur í ár blandar seg í oddinum. Við fleiri ungum spælarum er eisini væntandi, at avrikini fara at sveiggja nógv, men kvaliteturin í einstøku spælarunum eigur tó at borga fyri, at liðið ikki kemur í veruligan niðurflytingarvanda. Byrja av nýggjum Menning og búnan av ein- um nýggjum ættarliði, sum í framtíðini skal bera B36 langt. Tað er setningurin, sum Heðin Askham hevur sett sær, nú hann fyri fyrstu ferð roynir seg sum venjara í fremstu føroysku røð