Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 60 - 28. mars 2008 tíðindi Niðurstøðan í ST-frágreið- ingini er greið: Skaðiligu evnini, sum vit menniskju lata út í loftrúmið, eru orsøkin til nógvu verður- lagsbroytingarnar. Til ber at tálma gongdini, um farið verður til verka nú. Sostatt liggur tann spurningurin ikki í buktini longur. Síðani fyrstu frágreiðing- ina frá IPCC í 2001 eru stór framstig hend í mun útrokn- ingina av framtíðar veður- lagsbroytingum. Hetta bæði tí, at fleiri veðurlagsmodellir og fleiri kanningar eru tøk- ar. Fleiri túsund granskarar eru við í frágreiðingini, sum varð almannakunngjørd síðst í januar í 2007. Hitin ger um seg Miðalhitin á jørðini er hækk- aður við 0,74°C seinastu hundrað árini. Og tað eru serliga tey seinastu árini, at hitin er hækkaður nógv. 11 tey heitastu árini síðani hita- mátingar byrjaðu í 19. øld eru skrásett innanfyri tey seinastu 12 árini. Eisini er staðfest, at ísur bráðnar og havið er hækkað við 17 centimetrum í 20. øld. Eisini her er vøksturin størstur tey seinastu árini, har vatnstøðan er hækkað við 3,1 millimetri um árið seinastu 10 árini. Arktiski havísurin er minkaður við 20 prosentum síðani 1978. Mongdin av avfallið er eisini broytt. Onkrastaðni er avfallið økt, meðan turk- ur er vorðin meira umfatandi aðra staðni. Men ikki alt er broytt. Til dømis er munurin millum dag- og náttarhita ikki broyttur, og havísurin og veðurlagið við Antarktis tykjast heldur ikki at vera serliga nógv ávirkað. Mesta upphitingin er har, sum land er, umframt á norðastu leiðunum. Minsta upphitingin er yvir Suður- høvini og partar av Norður- atlantshavinum. Í arktisku økjunum minkar kavanøgd- in, og har permafrostur er, tiðnar ísurin. Summar fram- rokningar spáa, at ísurin í Arktis nærum tiðnar heilt burtur summarhálvuna. Náttúran ella menniskjan Upphitining er eitt úrslit av øktum vakstrarhúsgassi og aerosoldusti í atmosferu, sólarljósi og jarðarskorpu. Hetta er aftur eitt úrslit av, at kuldioxid, metan og látur- gass er hækkað munandi síðani 1750. Vøksturin í koltvíiltu stav- ar millum annað frá nýtslu av steinrunnum brenni – kol, olju og natúrgassi, með- an vøksturin í metan og láturgassi serliga stavar frá landbúnaði. IPPC frágreiðingin sigur, at tað er meiri enn sannlíkt, at økta upphitingin síðani mitt í 20. øld stavar frá menniskjaskaptum útláti av vakstrarhúsgassi, og at hes- ar broytingar ganga skjótari enn fyrst hildið. Millum 1970 og 2004 hækkaði samlaða útlátið av vakstrarhúsgassum við 70 prosentum. Verða politisk tiltøk ikki sett í verk, verður roknað við, at hetta talið hækkar við 25-90 prosent- um í 2030 í mun til 2000. Um útlátið av vakstrar- húsgassum og aerosol dusti ikki fer upp um tað, sum tað var í ár 2000, so verður vøksturin hildin niðri á 0,1°C fyri hvørt tíggjunda ár. Men um útlátið ikki verð- ur tálmað, verður hitavøkst- urin dupult so stórur. Og tá verða veðurlagsbroytingar- nar í 21. øld enn størri enn broytingarnar í 20. øld. Vatnstøða og havstreymar Vakstrarhúsútlátini ávirka eisini vatnstøðuna á høvu- num. Um væl stendur til, og útlátið av vakstrarhús- gassum ikki veksur, vísa framrokningar, at havið fer at hækka við 18 centimetrum í 2090-2099. Men um vøkst- urin í útláti heldur fram sum higartil, kann havið hækka við upp til 59 cm. Verður núverandi gongd framroknað enn longur inn í framtíðina, kann innlands- ísurin hvørva og havið hækka upp í 7 metrar. Modelútrokningar vísa tó, at ísurin á suðurpólinum hinvegin kann vaksa, tí veðurlagið har ikki broytist, meðan avfallið veksur. Vandin fyri tí óvæntaða, sum til dømis, at Golf- streymurin minkar burtur ella kúvendir, er eisini við- gjørdur í frágreiðingini. Ávaring: Veðurlagið broytist • Kavin og ísurin í Arktis bráðnar skjótari, og ávirkar hetta beinleiðis natúrligu vistskipanirnar • Árstíðirnar byrja fyrr. Hetta sæst millum annað á nøgdini av blómusáði í luftini • Jarðarlagið er leysari í fjallalendi og í økjum við permafrosti • Tað eru fleiri skriðu- og skalvalop í fjallalendum • Broytingar eru í flora og fauna í Arktis og Antarktis • Kavin tiðnar fyrri, og elvir til vatnmangul seinni á árinum • Ein upphiting er farin fram av áum og vøtnum, sum ávirka vatngóðskuna • Leyspretting, fuglaflyting og verping eru eisini framskundað • Gróður og djóralív flyta seg móti póløkini og upp í hægri landsløg • Drúgvari vakstrartíðarskeið hevur eisini við sær meira CO2 í loftrúmið, sum aftur hevur við sær meiri plantuvøkstur • Broytingar í hitanum í havinum saman við broytingum í ísløgum og javnváganum millum salt og súrevni hava eisini við sær broytingar í algu-, æti- og fiskanøgdum í havøkjum í norðara parti av heiminum • Fólk doyggja vegna hita í Europa • Ávísar smittandi sjúkur gera meira um seg Ítøkiligar staðfestar avleiðingar av veðurlagsbroytingum Í 1988 setti ST á stovn eitt millumtjóða veðurlagspanel, IPCC. Fýra frágreiðingar eru útgivnar, tann seinasta í 2007. Her er eitt yvirlit yvir tær týdningarmestu niðurstøðurnar frá hesari frágreiðing Lagt til rættis: Dorit Hansen og Rigmor Dam