fríggjadagur 28. mars 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 60 - 28. mars 2008
Í gjár klokkan fimm
fór oljuskipið Magn
fyri seinastu ferð av
Havnini. Skipið er
selt og kemur ikki
aftur til Føroya undir
føroyskum flaggi
SJÓVINNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Líka síðani Shell byrjaði at
selja olju í Føroyum, hevur
skip hjá felagnum flutt olju
til landið. Fyrst var tað Helle
Vonsild, sum flutti olju til
føroysku deildina hjá Dansk
Shell í Føroyum, og skipið
helt fram, eisini eftir at P/F
Shell varð stovnað sum
føroyskt felag í 1973.
Men í 1981 varð gjørt av,
at Føroya Shell skuldi hava
sítt egna skip, og Helle
Vonsild varð keypt og fekk
navnið Magn. Hesin fyrri
Magn helt fram sum Helle
Vonsild
hevði
framman
undan við at flyta olju til
Føroya, og so annars at nýta
avlopstíðina at flyta olju
fram við norsku strondini,
fyrst og fremst fyri Norsk
Hydro.
Men sum tíðin gekk
gjørdist alt meiri neyðugt at
skifta Magn út. Eitt var, at
hann byrjaði at gerast ov
lítil, nakað annað var, at
hann hevði bæði einkultan
botn og skrokk, sigur Heini
í Buð, sum er rakstrarleiðari
av Magn.
Serliga hetta fyrra var
óheppið, tí við tíðini herdust
trygdarkrøvini, og í 1996
varð nýggjari og størri skip
keyp. Hitt gamla varð selt.
- Tað var eitt óføra gott
skip. Eg haldi avgjørt, at
tað framvegis er í sigling
fram við noregsstrondini,
sigur Hjarnar Djurhuus,
fyrrverandi stjóri á Føroya
Shell, sum vit hava verið í
sambandi við, fyri at hoyra
eitt sindur um søguna hjá
oljuskipunum hjá Shall í
Føroyum.
Røkti Føroyar
- Nýggja skipið var bæði
nýggjari og størri, og so
hevði tað dupultan botn, og
sjálvt um skrokkurin var
einkultur, var hetta eitt stórt
stig í trygdarhøpi, sigur
Heini í Buð.
Nýggi Magn er næstan
dupult so stórur sum hin
gamli.
- Tann nýggi tekur 2100
rúmmetrar,
meðan
hin
gamli tekur 1100, so tað er
stórur munur á, sigur Heini
í Buð.
Nýggi Magn helt í stóran
mun fram á somu rutum,
sum hin gamli hevði gjørt.
Talan var fyrst og fremst
um at forsýna goymslurnar
hjá Føroya Shell í Føroyum,
og so nýta avlopstíðina at
flyta olju fram við norsku
strondini.
- Í Føroyum vóru tað
fyrst og fremst okkara egnu
goymslur í Havn og Klaks-
vík vit avgreiddu. Men vit
hava samstarvsavtalu við
Statoil um at nýta teirra
goymslur í Søldarfirði og í
Suðri, so vit fyltu sjálvandi
eisini upp í hesar aftur,
greiðir Heini í Buð frá.
Seinnu árini hava leigu-
túrarnir fram við norsku
strondini tó í mestan mun
verið fyri Shell í Noregi.
- Magn var í Føroyum
umleið 55 túrar um árið,
sum svarar til áleið einaferð
um vikuna. Vit nýttu umleið
250 dagar til Føroyasigl-
ingina, og hina tíðina fyri
tað mesta fram við norra-
strondini, sigur Heini í Buð.
Hann hevur verið tekn-
iskur leiðari fyri Magn
síðani hann byrjaði á Shell í
1986,
og
hevur
verið
rakstrarleiðari fyri skipið
umframt síðani 1999.
Tíðin farin frá Magn
Heini í Buð sigur, at hetta
hevur verið ein spennandi
og áhugaverd tíð, hann
hevur havt á Shell og hevur
verið tengdur at Magn.
Men hann sigur eisini, at
nógv er broytt hesa tíðina.
- Tað er ikki minst innan
trygdina, at nógv er broytt.
Vit hava fingið bæði ISM
og ISPS (trygdarskipanir
fyri skip), og tað hevur
merkt raksturin rættiliga
nógv, sigur Heini í Buð.
Hetta merkir munandi
meiri pappírsarbeiði, men á
pluss síðuni er, at alt nú er
skjalprógvað.
- Myndugleikarnir hava
hert trygdarkrøvini almikið
seinastu árini. Men Shell
sjálvt er farið enn longri,
fyri at økja sum mest um
trygdina, sigur Heini í Buð.
Magn hevur ikki verið í
Føroyum síðani á nýggj-
árinum. Oljan hevur verið
flutt við størri skipum til
landið, og nú Magn fór av
landinum fyri seinastu ferð
í gjár, verður Heini tó ikki
arbeiðsleysur.
Hansara
starvsøkið verður broytt, og
hann fer framyvir at taka
sær av øðrum uppgávum í
felagnum.
Hendrik Egholm, stjóri á
Shell, sigur, at tíðin nú var
komin til, at flyta oljuna til
Føroya í størri skipum.
- Nýggja leiðslan er
komin til ta niðurstøðu, at
tað ikki longur loysir seg
hjá felagnum at flyta oljuna
til Føroya við Magn, og tí
hava vit gjørt av at selja
skipið,
sigur
Hendrik
Egholm.
Manningin á Magn taldi
14 mans, sum sigldu í
tveimum vaktum. Føroya
Shell hevur ikki møguleika
at flyta teir í onnur størv, so
teir eru allir uppsagdir.
Hendrik Egholm sigur, at
felagið hevur gjørt av at
gjalda manningini frítið
umframt uppsagnartíð.
Í framtíðini verður tað
norska
reiðaríið
Soltin
Marin í Kopervik, ið fer at
reka Magn. Við útflagging-
ini av oljuskipinum endar
ein partur av føroyskari
siglingarsøgu – í hvussu er
fyribils.
Partur av siglingarsøguni hvørvur
Rakstrarleiðarin á Magn, Heini í Buð, fer framyvir at arbeiða við øðrum uppgávum í felagnum
Mynd: Jens Kristian Vang
Magn loysti fyri seinastu ferð
í Føroyum í gjár. Í hvussu er
undir føroyskum flaggi
Mynd: Jens Kristian Vang