Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FÓTBÓLTUR 2008 27 Skrivingin og kjakið um mín persón ávirk­ aði meg kanska, hóast eg ikki vildi tað, sigur Kári Niel­ sen, sum saman við HB skal vaska metal­ leysa 2007 av sær Óviljað gjørdist Kári Nielsen eitt skifti í fjør kanska mest umrøddi fót­ bóltsspælarin í Føroyum. Í blaðgrein í Dimmalætting varð hann hongdur út sum ein skitin spælari, og orð sum “harðligasta tackling nakrantíð í føroyskum fót­ bóltshøpi” vórðu heft á hansara persón. ­ Sjálvandi ávirkar slík skriving. Sum so ypti eg bara øksl at hesum, men tað kom fleiri ferðir fyri, at fólk vildu keglast um hetta. Og sjálvt um fleiri av viðmerkingum vóru full­ komuliga láturligar, so slepst ikki undan, at tað ávirkar. ­ Eg visti jú væl sjálvur, at hatta var svartasta óhapp. Talan var um eina óluksáliga keðiliga hending, men tað er slíkt, sum kann koma fyri á einum fótbóltsvølli. Sum spælari er ein av tínum avgjørdu styrkjum kontanta spælið, har nógvir bóltar verða vunnir. Held­ ur tú, at hetta eisini broytti teg sum spælara? ­ Eg veit ikki. Sjálvandi vil eg altíð royna at spæla mítt spæl, so­ leiðis sum eg dugi best. Men ávirk­ anin hevur kanska verið, at eg til tíðir havi verið meira varðin í mín­ um spæli. Eftir at hann saman við B71 flutti niður eftir upp­ og niðurflytingardyst móti Skála, gjørdi hann árið eftir av at royna eydnuna hjá Skála. ­ Eg hevði longu búð í Havn í fleiri ár, meðan eg spældi við B71. Men eg helt meg kanska ikki heilt til at spæla við øðrum av stóru havnarfeløgunum. Tí tók eg av, tá Skála beyð mær møguleikan. Eg helt í øllum førum, at her gjørdist ferðingin minni, enn hon hevði ver­ ið suður, og útlitini fyri spælitíð vóru eisini betri her. ­ Hinvegin var eg framvegis part­ ur av einum liði, sum stríddist í botninum, og tí tók eg at enda av­ gerð um at royna meg hjá HB. Og í dag kann eg bara staðfesta, at tað hjá mær hevur verið rætta avgerð­ in. Tað gekk eisini sum eftir ánni hjá Kára fyrstu tíðina í HB. Frank Skytte, sum var venjari hjá felagnum, setti alt fyri eitt stórt álit á miðvallaran, men í fyrsta landskappingardystinum var óhappið úti. Í dysti móti FS Vág­ um breyt hann beinið, og umframt spælitíðina í fyrsta dystinum gjørd­ ist talan bert um leiklutin sum inn­ skiftari seinastu dystirnar í 2003. Eitt gullmerki kom tó um hálsin, og bæði í 2004 og í 2006 varð hetta endurtikið. Báðu ferðirnar við Kára sum ein av sentralu monnunum á liðnum. Ein dyst í senn Serstakliga var meistaraheitið í 2006 óvæntað. HB var í ferð við at bygga eitt nýtt lið upp, og tí var at kalla einki trýst á spælararnar um heiðursmerki av nøkrum slag. Trýstið kom tó í 2007. Christian Høgni Jacobsen, Milan Kuljic og Marcyn Dawid, ið komu til felagið, vórðu roknaðir sum lyklaspælarar, og styrkta HB­liðið varð frá øllum kantum rópt at verða upplagdur FM­kandidatur. Eitt heiti, sum liðið tó sjáldan livdi upp til, og fjórða plássið á stigatalvuni var eitt stórt vónbrot fyri spælararnar. ­ Har var nógv, sum gekk galið. Men eg haldi, at fremsta orsøkin helst var, at vit ikki dugdu at tackla uppgávuna rætt. Í NSÍ varð aftur og aftur sagt, at teir tóku ein dyst í senn, og tað var kanska tað, sum vit áttu at gjørt. Vit byrjaðu árið við einum sigri á Skála, og síðani høvdu vit seks dystir í høvuðsstaðnum. Og júst har kiksaði tað. ­ Heldur enn at taka eina upp­ gávu í senn, hugdu vit einar sjey dystir fram, og tað riggar altso ikki. Úrslitið varð, at vit tíðliga í kapping­ ini komu langt aftur um oddaliðini. Og hóast vit høvdu ein góðan stima kring summarið, so skuldi bara eitt mistak til, áðrenn alt var farið, og tí trýstinum hóðraðu vit ikki undan. Og tann læran er kanska nakað, sum tit kunnu brúka, nú eitt nýtt ár stendur fyri framman? ­ Ja. Tað hava vit so avgjørt. Og kenna vit HB rætt, so er tað væl gullið, sum tit fara eftir? ­ Sjálvandi vilja vit verða bestir. Men vit eru púrasta greiðir um, at tað verður ikki lætt. Serliga rokni eg við harðari kapping frá NSÍ og EB/Streymi, men onnur lið kunnu jú eisini taka øll á bóli. Men úrtøkan skal so undir øllum umstøðum verða betri enn fjórða plássið frá í fjør, sigur miðvallarin, sum enn eina ferð er til reiðar at ganga á odda, tá stigini skulu stríðast heim. ---------------------------------------- Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Metingin Mann fyri mann er einki at ivast í, at HB hevur tilfarið til at enda heilt í oddinum. Við tilgongdini av Fróða Benjaminsen hevur liðið eisini fingið tiltrongdu stýringina til miðverjuna. Hinvegin er saknurin í Rógva Jacobsen stórur. Uttan stóra target-mannin má HB í størri mun skipað uppspælið, og hetta verður kanska størsta uppgávan hjá Rúna Nolsøe, ið eisini skal píska nakað av sínum egna vinnarahugburði inn aftur í liðið, um tindarnir skulu røkkast. Eg broyti meg ikki