fríggjadagur 28. mars 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 28. mars 2008
27
tíðindi
Niðurstøðan er, at mest
sannlíkt er, at norðuratlant
iski streymurin viknar nak
að í hesum aldaskiftinum.
Tann eina framrokningin
vísir eina minking á 25 pro
sent. Kortini hækkar hitin
um okkara leiðir vegna
stóru broytingarnar í hita
skipanini, sum standast av
vakstrarhúsárinunum.
Avleiðingar fyri
framtíðina
Frágreiðingin metir eisini
um samfelagsligar avleið
ingarnar. Veðurlagsbroyting
arnar ávirka heilsustøðuna
hjá milliónir av menniskjum
vegna vánaliga føði, hita
bylgjur, yvirflóð, stormar,
skógareldar og turk, um
framt vatn og insektbornar
smittusjúkur. Men færri
doyggja vegna ekstreman
kulda.
Fleiri milliónir menniskju
eru í vanda vegna vatnflóðir,
serliga í tætt fólkaðum økj
um, sum liggja lágt. Har
eru møguleikarnir at laga
seg til umstøðurnar longu
smáir, vegna tropiskir storm
ar og aðrar avbjóðingar.
Fátøk samfeløg eru serliga
viðbrekin, tí tey ofta eru
miðsavnað í vandaøkjum.
Fleiri enn ein sættapartur
av heimsins fólki fær trupult
við at vinna sær vatn, tí
nógva staðni er vatnið tengt
at kava og ísi. Møguleikarnir
fyri at dyrka jørðina batna á
norðaru breiddarstigum um
heimin hitin hækkar við 1
3 stigum, alt eftir avgrøðini,
men minkar, um hitin verð
ur uppaftur hægri.
Á lægri breiddarstigum
minka vakstrarmøguleikar
nir, sjálvt í sambandi við
smáar hitabroytingar, við
størri vanda fyri hungurs
neyð
Keldur:
www.dmi.dk
www.ipcc.ch
Um eina góða viku
verður altjóða veðurlags
ráðstevnan,
TransAtlantic Climate
Conference hildin í
Norðurlandahúsinum.
Evni á ráðstevnuni
veðurlagsbroytingar og
havumhvørvi – hevur
stóran týdning bæði
altjóða og fyri Føroyar,
og Sosialurin fer alla
komandi viku at hava
tema, har vit viðgera
orku og umhvørvi.
Um tú hevur hugskot
ella sjónarmið, sum er
viðkomandi fyri temaði,
ert tú vælkomin at
skriva til post@
sosialurin.fo
TACC08 í
Sosialinum
Sløkkja ljósið leygardagin
Í morgin, 29. Mars, er altjóða ravmagnssparidagur. Um allan heim
sløkkja einstaklingar, feløg og eisini heilar kommunur ljósi ein tíma
tíma hendan dagin. Tað er náttúruverndarfelagsskapurin, WWF, sum
stendur aftanfyri átaki, har tey heita á alla verðina, at sløkkja ljósið
millum klokkan átta og níggju leygarkvøldið.
Tað er ikki bara fyri samvitskuna skuld, at fólk taka undir við
hesum átaki. Loysir tað seg peningaliga, so vilja fólk fegin spara
streym, vísa kanningar.
Elsparuskinnarar eru serliga nógv eftirspurdir fyri tíðina. Við
elsparuskinnarum sleppur ein undan óneyðugum orkubrúki frá tólum
sum eru á standby. Í Danmark eru 600.000 elsparuskinnarar seldir
síðani 2003.
Kelda: Politiken
Kirkjan boðar
umhvørvisvernd
Boðskapurin um at verja og fara væl um umhvørvið og jarðaklótuna
er eisini rokkið inn um kirkjugátt. Serliga í USA eru kirkjur og
samkomur farnar inn í stríðið fyri at minka um CO2 útláti.
Finnbogi Joensen, umsjónarmaður í Vestmanna Skúla, hevur nú
tikið stig til ein sokallaðan grønan sunnudag í Føroyum.
Trinitatissunnudag, 18. mai, er evangeliiteksturin í kirkjuni skapanin,
og Finnbogi Joensen hevur heitt á kirkjur og samkomur í Føroyum
um at varpa ljós á umhvørvið og umhvørvisvernd hendan dagin.
Eisini er ætlanin, at morgunlestrarnir í Útvarpinum vikuna eftir
skulu vísa á sama evni.
Kelda: Dimma