fríggjadagur 28. mars 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 28. mars 2008
29
Íbúð – undir Kongavarða, Argir
Frálíka íbúðin undir Kongavarða er 102 m2 til støddar og
harafturat er felagsøki, trappugongd og lyfta. Íbúðin, sum
er í gerð, er sera snøgg, væl gjørd og úr besta tilfari. Hon
er væntandi liðug síðst í 2008. Har er trappurúm / lyfta,
inngongd, gongd / forstova / garderoba, baðirúm /
vaskirúm, køkur, borðstova / stova við útgongd til svala,
hjúnarrúm við útgongd til svala og kamar. Íbúðin liggur í
friðarligum, náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi
við góðum tilplantaðum felagsøki, spæliplássi, sparkivølli
og góðum parkeringsøki. Íbúðin er á 3. hædd og hevur
panoramaútsýni yvir alla Havnina, Nólsoynna og førðin.
Prísuppskot: kr. 1.755.000,00
Raðhús undir Kongavarða, Tórshavn
Innilokaðu raðhúsini eru í 3 hæddum – í alt 209 m2. Harafturat er bilskýli. Húsini verða gjørd liðug uttan, og alt verður
gjørt liðugt uttan um húsini. Húsini eru klár til yvirtøku uml. 1. oktober 2008. Hetta er gjørt við yvirtøku: Miðhæddin:
Betondekk er lagt í, trappuveggirnir eru beton, baðirúmið er sett inn, innleggingar eru gjørdar klárar eftir okkara
tekningum og dósir settar upp, vatn-, hitarør og ljósleiðari er lagt inn, har bryggersið er ætlað at vera. Ovasta hædd:
Betondekk er lagt í, trappuveggurin er beton, baðirúmið er sett inn, innleggingar eru gjørdar klárar eftir okkara
tekningum og dósir settar upp, loftið er bjálvað og klárt at revla til gipsklædning. Niðasta hædd: Gólvið er stoypt,
trappuveggirnir eru beton, innleggingar eru gjørdar klárar eftir okkara tekningum og dósir settar upp. Søkjast kann um
afturrindan av mvg. tó í mesta lagi kr. 150.000,00. Húsini standa í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi og hava sera
gott útsýni yvir alla Havnina, Nólsoynna og førðin.
Prísuppskot 2.297.000,00
Sethús Joan paulsgøta 4, 410
Kollaførður
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd á 216 m2.
Grundøkið er 500 m2. Byggiár: 2001. Loftið er klárt at
innrætta og nakað av tilfari fylgir við. Í miðhæddini er
inngongd, durur við trappu til ovastu hædd, gongd,
matarkøkur, borðsstova / stova, hjúnarrúm, baðirúm,
kamar og niðurgongd til niðastu hædd. Í ovastu hædd er
stórt óinnrættað loft. Í niðastu hædd er inngongd,
vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm, ið er klárt at innrætta og
gera liðugt, Hartil er sjálvstøðug íbúð. Har er inngongd,
durur / gongd, køkur / stova, baðirúm / vaskirúm og 2
kømur. Húsini standa í friðarligum, veðurgóðum og
barnavinaligum umhvørvi við blindan veg og hava frálíkt
útsýni út á førðin. Spælipáss við graslíkisvølli er beint
við, og skúli, barnagarður og handil er nærhendis.
Prísuppskot : 2.000.000,00
Neyst Kollaførður, 410 Kollaførður
Ognin er eitt neyst í tveimum hæddum, hvør hæddin 50
fermetrar. Neystið stendur á kaiøkinum niðri við
sjóvarmálan. Talan er um 11 samanbygd neyst við
brandmúrum ímillim. Neystið, sum er til sølu, er nr.4 frá
bátahylinum. Lætt er at koma til neystið við bili.
Prísuppskot : 400.000,00
Sethús Brattabrekka 19, 100 Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd 259,60 m2.
Grundøkið er 327 m2. Byggiár: 1975. Húsini eru væl
hildin og dagførd so við og við. Í miðhæddini er: hjallur,
inngongd, durur, gongd, matarkøkur, borðsstova / stova
við útgongd til altan, baðirúm / vaskirúm, 2 stór kømur. Í
ovastu hædd er trappugongd, gongd, køkur /
borðsstova / stova, baðirúm / vaskirúm, 2 stór kømur og
atgongd til ovastaloft. Í niðasta hædd er goymslurúm við
atgongd til fýrrúm / vaskirúm og inngongd, durur, køkur,
kamar uttan vindeyga, baðirúm frá kamari og inngongd,
durur, baðirúm við atgongd til fýrrúm, stova og kamar.
Garður / urtagarður er runt húsini og astfaltlagt p-pláss
er framman fyri. Húsini standa í veðurgóðum og
friðarligum umhvørvi. Barnagarðar, skúlar og ítróttarøki
eru nær við. Nakað av útsýni er frá ovaru hæddunum.
Prísuppskot :3.200.000,00
Íbúð : Marknagilsvegur 87, 100
Tórshavn
Stutt lýsing av ognini
Hugnalig og væl innrættað íbúð, sum er á veghæddini,
stødd 68 fermetrar, tú gongur beint inn frá túninum,
ongar trappur. Til íbúðina hoyrur eisini úthús og felags
rúm. Íbúðin er væl gjørd í góðum byggjaríi, væl bjálva,
sera lýggj. Har er gong, køkur/stova út í eitt, baðirúm,
vaskirúm, hjúnarrúm og kamar. Flísagólv í gong,
baðirúmi og vaskirúmi, í stovu/køki og kømurum eru
gólvini “ olierað ask” eisini við hita. Íbúðin liggur í
friðarligum og veðurgóðum umhvørvi við góðum
sólargangi og góðum grannalagi. Beint við
Handilsskúlan. Stutt frá dagstovni, handli og skúla. Góð
parkeringsviðurskiftir. Vakurt og gott útsýni úr
stovuvindeyganum út á førðin og út á Nólsoyar bygd.
Um hóskandi boð fæst
Sethús- Valagøta 14, Nólsoy
Húsini eru í 2 hæddum hvør á 119 m2 - í alt 238 m2.
Grundøkið er 483 m2. Byggiár: 1977, men tak, vindeygu
og øll miðhæddin er gjørd av nýggjum í 2002. Í erva er
inngongd, durur / gongd, køkur / alrúm, borðsstova /
stova vit útgongd til altan / terassu, hjúnarrúm, baðirúm
og 2 kømur. Í neðra er inngongd, vaskirúm / fýrrúm /
kjallararúm, og gjørt klárt at innrætta eitt kamar. Húsini
standa í friðarligum, veðurgóðum og barnavinaligum
umhvørvi beint við barnagarður og skúla. Útsýni er bæði
eystureftir og vestureftir.
Prísuppskot: 900.000,00
Grundstykki – Brattalíð 19, Tórshavn
Grundstykki, sum liggur einastandi væl fyri, er 607 m2 til
víddar og er væl egna til at byggja m.a. tvíhús á. Vegur er
til ognina, og tað er lætt at gera byggiklárt. Grundstykki
liggur í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við
blindan veg. Stutt er til skúlar, stovnar og handlar. Stórt
parkeringsøki er frammanfyri, og einki kemur upp fyri
útsýnið, sum er avbera gott yvir alla Havnina og út á
førðin.
Prísuppskot : 2.000.000,00
Sethús : Glyvravegur 46, 625 Glyvrar
Snotulig húsini eru í 3 hæddum. Ovasta hæddin er umleið
40 m2 - Miðhæddin umleið 60 m2 - Niðasta hæddin
umleið 60 m2. - íalt umleið 160 m2. Grundøkið er 822 m2.
Byggiár 1935. Til húsini hoyrur eisini ein hjallur, ið er 10
m2. Í ovastu hæddini er , 2 kømur, hjúnarúm og baðirúm.
Í miðhæddini er durur, gongd, køkur stova og kamar. Í
niðastu hæddini er, vaskirúm/fýrrúm, wc, 3 kømur og
útgongd til terassu. Parkeringspláss er við húsini. Húsini
standa við høvuðsvegin, har er veðurgott og sera gott
útsýni. Stutt er til handlar og gott bussamband er
Prísuppskot : 1.000.000
Sethús : Undir Klakki 47, 700 Klaksvík
Húsini eru í 2 hæddum - Ovasta hæddin er127 m2 -
Niðasta hæddin er 65 m2, íalt 192 m2. Grundøkið er 507
m2. Byggiár 1986. Eisini er ein garasja, ið er 35 m2.. Í
ovastu hæddini er, durur, køkur, stova, millumgongd, 3
kømur, hjúnarrúm, baðirúm, turkirú/fýrrúm, hjallur og
niðurgongd til niðastu hædd Í niðastu hæddini er,
kjallararúm/vaskirúm, gongd, 2 kømur og baðirúm. Fleiri
parkeringspláss eru til húsini. Húsini standa ovaliga í
býnum, har er veðurgott, barnavinarligt og sera gott
útsýni.
Prísuppskot 1.500.000
Sethús : Myruvegur 19, 460 Norðskáli
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd umleið 179 m2,
eisini er ein hjallur, íð er umleið 10 m2. Grundøkið er 752
m2. Byggiár : 1983. Húsini eru úr betong og endavegginir
eru klæddir við timbri, hava trævindeygu og alumantak. Í
miðhæddini er inngongd, wc, kamar og trappuuppgongd.
Í ovastu hæddini er gongd, stova, køkur. Í niðastu hæddini
er gongd, 2 kømur, hjúnarúm, baðirúm, kjallararúm/
fýrrúm og krúpikjallari.
Prísuppskot : 1.300,000
Sethús. Oysvíksvegur 12, 750 Viðareiði
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd uml. 270
fermetrar íroknað garasju í niðara hæddini. Grundøkið er
uml: 610 fermetrar. Byggiár: 1972. Húsini hava hava
stoypta grund, eru klødd við plastikk plátum, hava
trævindeygu og jarntak. Í ovaru hædd er gong, køkur, stór
stova, baðirúm, hjúnarrúm og 2 kømur. Í niðaru hædd er
gong, 2 kømur, goymslurúm, arbeiðsrúm, fýrrúm, hjallur
og garaga. Giring við grasplenu er kring húsini. Húsini
standa í friðarligum og natúrvøkrum umhvørvi. Húsini
verða seld um hóskandi boð fæst.
Tvíhús Norðskálavegur 17, 460
Norðskála
Í november 2007 varð farið undir at byggja eini tvíhús á
Norðskálavegi 17, Norðskála, sum verða liðug í apríl 2008.
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd umleið 180
fermtrar.
Húsini
hava
Føroyaprofilklædning,
svart
alminiumstak, tætt tróður við dúki, plastikvindeygu og
úthurðar. Innhurðarnar verða fyllingshurðar ( Finland), og
gólvini á vesinum er sveisað vinyl. Í miðhæddini er durur,
gongd, stova og køkur í einum við útgongd til altan,
baðirúm við brúsu, við møðuleika fyri vaskirúmi,
hjúnarrúm, 2 kømur og goymslurúm. Niðara hæddin er
óinrættað, tað er møðuleiki at gera trappuniðurgongd frá
goymslurúminum..
Prísur : 1.250.000
Tvíhús : Gerðisgøta 9, 627 Lamba
Á sumri 2008 verður farið undir at byggja eini tvíhús á
Gerðisvegi í Lamba sum eftir ætlan skulu standa liðug
heysti 2008. Húsini verða í 2 hæddum - samlað búvídd
172,5 fermtrar. Húsini koma at hava føroyaprofil klædning
svart alminiumstak, tætt tróður við dúki, plastikk vindeygu
og úthurðar. Innhurðarnar verða fyllingshurðar ( Finland),
og gólvini á vesinum verða sveisivenyl. Í ovaru hæddini
verður durur, gongd, baðirúm og 2 kømur, hjúnarrúm,
goymslurúm, køkur / stova og svali. Møguleiki verður at
velja gólv og køk eftir egnum ynski. Niðara hæddin verður
óinrættað
Prísur : 1.250.000