fríggjadagur 28. mars 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FÓTBÓLTUR 2008 29
Leikarnir í Víkingi
gleða seg av sonn
um at tørna út fyri
nýggja, samanlagda
felagið. Fyri evna
ríka Andrias Lava
Olsen verður hetta
fyrsta kappingarárið
í ovastu deildini
Tvey gjørdust eitt undir nýggjum
navni í Eysturoynni. LÍF-andin og
GÍ-andin eru smeltaðir saman til
ein nýggjan felagsanda. Søgan hjá
Gøtu-Tróndi, og víkingaútgrevstirnir
í Leirvík hava gjørt sítt til, at navnið
á nýggja felagnum er upplagt. 19
uppskot kom inn, og eingin ivi var
millum fólk, at “Víkingur” skuldi
verða navnið. 30 uppskot komu inn
til búmerkið, so áhugin fyri felag-
num er stórur. Alt gult og grønt er
rullað saman, og nú er tað sum í
sanginum hjá Jákup Marner Anthon-
iussen: “Blátt til allar vinir”.
5-6 leirvíkingar verða við til at
mynda 1. liðshópin hjá Víkingi, ein
av hesum er U-21 landsliðsleikarin
Andrias á Lava Olsen, sum hevur
leikt á besta liðnum hjá LÍF í 4 ár, øll
í næstbestu deildini. LÍF hevur fylt
nógv í uppvøkstrinum hjá Andriasi,
pápin og 4 pápabeiggjar leiktu við
besta liðnum hjá LÍF, og er tí ikki løg-
ið, at beinini hava verið væl plant-
að í barndómsfelagnum. Fyrsta dyst-
in á besta liðnum fekk hann tá
hann var 16 ár. Men nú býðst høvið
at leika í Formuladeildini og hava
heimbygdina við sær.
Nógv seriøsari
- Hetta er nógv seriøsari, enn eg eri
vanur við frá 1. deild. Her verður
ikki rúm fyri at slaka av. Onkrar
royndir á U-21 landsliðnum hevur
verið tað mest intensa, sum Andrias
hevur verið við til at uppliva. Men
nú er tað intensitetur fleri kvøld um
vikuna.
- Tað er stuttligt at verða partur
av einum liði, sum hevur møguleika
at verða heilt har frammi, har tað er
stuttligt at verða. Vit stríðast allir á
jøvnum føti fyri einum plássi á lið-
num, eingin gøtumaður ella leirvík-
ingur eigur framíhjárætt.
Tað var eitt sindur skakandi fyri
nýggja felagið, at brasilski Dido
mátti stinga í sekkjin, vegna vænt-
andi, góðkenda venjaraútbúgving.
- Eg helt, sum nógv onnur her á
leiðini, at tað mátti koma ein venjari
uttani frá, sum hvørki var leirvíking-
ur ella gøtumaður. Men aftaná, at
Dido er farin má eg siga, at Anthon
Skoradal ikki hevur gjørt tað verri,
sum venjari. Hann hevur heldur
gjørt tað betur, um nakað.
Hópurin er 18 mans, og málsetn-
ingurin hjá liðnum er at verða mill-
um trý tey fremstu liðini í Formula-
deildini. Liðið er mannað við nógv-
um ungum og evnaríkum leikarum,
og serliga trongt er um plássini á
miðjuni, har Andrias eftir ætlan skal
leika á høgra vongi.
Kunnu venja eftir ættini
At hava atgongd til vøllirnar í bæði
Gøtu og Leirvík kann hava sínar fyri-
munir. Er ættin ring í Gøtu ber til at
fara til Leirvíkar at venja, og er ætt-
in ring í Leirvík ber til at venja í
Gøtu. Annars hava venjingarnar
higartil verið í Gøtu.
- Alt er forkunnugt og spennandi,
og vit leikarar gleða okkum til
rammurnar rundan um vøllin verða
lidnar. Enn eru leirvíkingar ikki byrj-
aðir at mynda fjepparafelagið
“Ultras”, men Andrias er ivaleysur
í, at leirvíkingar fara at møta í stór-
um tali til dystir felagsins í Formula-
deldini.
Andrias fegnast eisini um, at sam-
anleggingin fevnir um øll lið felag-
sins.
- Eg hevði ikki vilja verið við, um
ikki samanleggingin ikki umfataði
øll liðini. Skal Víkingur kunnu kapp-
ast við NSÍ, KÍ, B36 og HB í teimum
yngri deildunum, so er tað týdning-
armikið, at ein hevur góðar árgangir
allan vegin. Og ikki bara tríggir ella
fýra, sum nú.
Royndarvant
Andrias hevur verið uttanlands og
vant nakrar ferðir. Higartil hevur tal-
an verið um spennandi upplivingar,
men eingin sáttmáli er spurdur burt-
ur úr uttanlandsferðum. Men nú
Andrias er partur av einum Formula-
hópi venur og leikar hann í einum
hægri tempo, og tí skuldu møguleik-
arnir at fingið sáttmála ikki verið
verri nú. Men fyri fyrst ætlar Andrias
at gera sítt til, at fyrsta kappingarárið
hjá Víkingi verður minniligt.
----------------------------------------
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Metingin
Samanleggingar kunnu virka bæði positivt og
negativt. Men er undirtøkan, sum Víkingur
havt fyrstu mánaðirnar, umboðandi fyri stuðli
num, sum felagið fær, eigur potentialið
avgjørt at røkka til eina støðuga plasering í
ovaru hálvu. Samanleggingin gevur hartil eitt
lið, sum er væl styrkt, ið mun til GÍliðið í fjør,
og tí er ovara hálva avgjørt eitt realistiskt mál
í ár.
Alt er forkunnugt
og spennandi
Higartil hevur Andrias bert umboðað barndómsfelagið,
LÍF. Nú er talan um Víking, og eins og liðfelagarnir er
evnaríki leirvíkingurin spentur til stóru avbjóðingina