Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 60 - 28. mars 2008 Talan er um eini góð sethús í Klaksvík frá 1945, sum standa væl fyri mitt í Klaksvík við góðum útsýni. Sethúsini eru í tveimum hæddum, umframt tvey bilhús og ein hjall. Hjallurin er fastur í húsunum. Í niðaru hæddini er ein inngongd, trý kømur og eitt rúm, sum er vælegnað til at gera til eitt baðirúm. Í ovaru hæddini er ein gongd, baðirúm við brúsu og baðikar, køkur, stova og kamar. Oljufýringin er nýggj. Húsini eru stoypt upp og klødd við alminium og betongdekk er millum hæddirnar. Nú Norðoyatunnilin er komin, er sera ómakasleyst at koyra til og úr Klaksvík. Í Klaksvík er ríkt frítíðarlív, mentanarlív og ítróttarlív bæði til ung sum eldri. Til barnafamiljurnar eru sjálvandi bæði dagrøkt, barnagarður og skúli. Eisini er Tekniski Skúlin, Sjómansskúli og Húsarhaldsskúli við fleiri tilboðnum til øll. Númótans og góð svimjihøll er somuleiðis í Klaksvík og eitt sera ríkt handilslív við øllum tær tørvar. Tú fært meira at vita um húsini við at ringja til Skyn á tlf. 35 74 00. Ia[#(*,)%%ÕI‹gh\³iV&+Õlll#h`nc#[d Fakta: Adr: Brattabrekka 3, Klaksvík Byggiár: 1945 Hæddir: 2 Stødd innan: 160 fermetrar Grundøkið: 381 fermetrar Prísuppskot: kr. 1.125.000 HZi]h†@aV`hk†`