fríggjadagur 28. mars 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 FÓTBÓLTUR 2008
Vinn eina dreyma
fótbóltsferð
Les um vinningin í Sosialinum í dag
Kappingarreglur:
Á høgru síðu á opnuni, tygum sita við, er blankur teigur.
Frá mánadegin 31. mars og 15 bløð fram, verða puntar, sum
tilsamans geva eina fullfíggjaða mynd, at finna í Sosialinum.
Fyri at luttaka í kappingini, ræður um at hava savnað allar
puntarnar saman, soleiðis at fullfíggjaða myndin kann setast
saman.
Tá ið hetta er gjørt, skal blaðsíðan, saman við teimum fimtan
puntunum, sum eru savnaðir, sendast okkum. Seinasta freist at
lata inn til kappingina er hósdagin 1. mai 2008. Vinnarin av
fótbóltsferðini verður kunngjørdur í blaðnum í viku 19.
Minnist til, at tá síðan og puntarnir verða send okkum, eigur
navnaseðilin niðast á síðuni at vera útfyltur.
Loyvt er ikki at senda inn avrit av síðuni ella puntunum, sum
skulu setast á síðuna.