fríggjadagur 28. mars 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 28. mars 2008
35
Stutt Sagt
Ungfólk myrd
í Chicago
Teir seinastu sjey mánaðir
nar eru ikki færri enn 20
skúlaungdómar myrdir í
amerikanska stórbýnum
Chicago, og 18 teirra
vórðu teir skotnir. Tey
nógvu drápini hava gjørt,
at løgreglan heldur støð
ugt eftirlit við allar skúlar
í býnum, og at myndatól
eru sett upp nógvastaðni
við skúlarnar. Í fjør vórðu
24 skúlanæmingar myrdir
í Chicago, og allir vórðu
skotnir. Hagtøl hjá amerik
onsku myndugleikunum
vísa, at 81 prosent av teim
um ungu, sum doyggja av
ágangi, verða skotin, og
talið er veksandi. Hinvegin
doyggja færri av vanligum
harðskapi nú enn fyrr.
Tigandi dráps
maður
Fransmaðurin Michel Four
niret, sum er skuldsettur
fyri at hava misbrúkt og
myrt sjey kvinnur í Frak
landi og Belgia í árunum
frá 1987 til 2003, sýtti fyri
at siga nakað um skuldset
ingina, tá hann kom fyri
rættin í gjár. Hann krevur,
at dyrnar í rættinum skulu
latast aftur, og tá dómarin
bað tann skuldsetta siga,
hvør hann er, svaraði Founi
ret, at hann segði einki, fyrr
enn allir áhoyrararnir vórðu
koyrdir. Men tað vildi dóm
arin ikki gera. Michel Four
niret hevur eisini vrakað
allar verjarnar, sum rættar
valdið hevur tilnevnt hon
um.
Hjálpargrunn
ur fekk bót
Í Indonesia hevur ein dóm
stólur gjørt av, at grunnur
in Supersemar, sum fyrr
verandi
einaræðisharrin
Suharto
stovnaði,
skal
rinda tí almenna umleið
550 milliónir krónur í end
urgjaldi og bót. Eftir enda
málsorðingini
skuldi
grunnurin hjálpa fátækum
børnum, men myndugleik
arnir siga, at meginparturin
av pengunum varð latin
skyldfólki hjá Suharto. Ind
onesiska stjórnin heldur
uppá, at grunnurin hevur
svikað fyri meiri enn tvær
milliardir krónur. BBC sig
ur, at dómstólurin gav
stjórnini viðhald í, at
grunnurin hevur brotið lóg
ina, men dómstólurin vildi
ikki leggja Suharto, sála
undir lógarbrot.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Tit vága tykkum ikki at gera nakað aftan á sigur
okkara, tí vit fara ikki at sita hendur í favn
Robert Mugabe við andstøðuna
útlond
Kolombiska stjórnin er sinnað
at lata nakrar uppreistrarmenn
leysar í býti við fyrrverandi for
setavalevnið Ingrid Betancourt og
aðrar gíslar
Vinstrasinnaða
uppreistrarrørslan
í
Kolombia burturflutti í 2002 forsetavalevnið
Ingrid Betancourt. Síðani hevur rørslan
fleiri ferðir boðið sær til at lata hana leysa
í býti við egnar limir, sum sita í
kolombiskum fongslum, men hesum til
boði hava myndugleikarnir havnað.
Men sambært BBC er stjórnin nú sinnað
at ganga við til eitt býti. Ein talsmaður hjá
stjórnini sigur, at stjórnin hevur latið FARC
eitt tilboð, sum kann gerast byrjanin til eitt
fanga og gíslabýti. Eygleiðarar halda, at
vælvildin hjá kolombisku stjórnini kemst av
leysatíðindum um, at Ingrid Betancourt er
illa sjúk, og at tað hevur fingið Alvaro Uribe,
forseta at taka undir við einari býtisavtalu
við FARC.
Ingrid Betancourt, sum er hálv fronsk og
hálv kolombisk, er tann best kendi gíslin,
sum FARC hevur. Franski forsetin, Nicolas
Sarkozy, hevur heitt á FARC um at lata hana
leysa, og somu áheitan hevur rørslan fingið
frá venesuelska forsetanum, Hugo Chavez.
Bjargingarmenninir í
Ålesund hætta sær ikki
inn í tey rapaðu húsini,
fyrr enn eldurin í
húsaleivdunum er
slóknaður
Tað logar enn í húsunum á
Fjelltunveien í Ålesund, sum
rapaðu mikunáttina, og tað
er vónleyst hjá bjargingar
liðunum at sleppa inn at leita
eftir teimum fimm fólkunum,
sum ikki eru komin aftur
íaftur eftir vanlukkuna.
Í gjárkvøldið varð roynt
at fáa eina slangu við einum
serligum myndatóli inn í
húsaleivdirnar, men tað mis
eydnaðist.
Eldurin í húsunum stavar
frá einum gasstanga undir
húsagrundini. Hann tekur
4.000 litrar av, og leysligar
útrokningar vísa, at har er
nóg mikið av gassi, til at tað
kann loga millum fimm og
sjey samdøgur afturat, sigur
sløkkiliðstjórin í Ålesund,
Svein Dalen, við NRK.
Upprunaliga stúrdu fólk
fyri, at gasstangin kundi
fara í luftina, men vandin
fyri spreinging er ikki so
stórur longur. Harafturímóti
er vandi fyri, at allur íbúð
arblokkurin skal rapa, tí
stálið og armeringin vikna
sum frá líður, sigur NRK.
Ingrid Betancourt
sleppur kanska leys nú
Ingrid Betancourt stillaði upp til forsetavalið
í Kolombia í 2002, men bleiv burturflutt mitt
undir valstríðnum
Mynd: Polfoto
Tað kann loga eina viku afturat
Tað kann ganga ein vika, áðrenn eldurin hevur brent alt gassið
Mynd: Polfoto
Í dag fæst kanska at
vita, um Jonathan
Motzfeldt verður
ákærdur fyri
kynsligan ágang
Tað var í august í fjør, at
ein kvinna, sum arbeiðir í
umsitingini hjá Landsting
inum, meldaði táverandi
tingformannin til løgregl
una fyri kynsligan ágang.
Í seinastuni hevur ferða
liðið hjá ríkisløgregluni
kannað málið, og grøn
lendska blaðið AG sigur
frá Steen Silberg Thomsen,
løgreglustjóra í Nuuk, at
um nakrar dagar verður
avgjørt, um ákæra verður
reist ella ikki.
Tað kann henda í dag
ella í seinasta lagi mána
dagin, sigur løgreglustjórin
við AG.
Upprunaliga legði løg
reglan í Nuuk málið til
viks.
Kvinnan
kærdi
avgerðina, og ríkisadvok
aturin gjørdi av at taka
málið uppaftur.
Jonathan Motzfeldt hev
ur alla tíðina noktað seg
sekan, men hann gjørdi
kortini av at siga starvið
sum tingformaður frá sær.
Nú fellur
avgerðin
um Motzfeldt
Jonathan Motzfeldt noktar
seg sekan
Mynd: KNR