Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FÓTBÓLTUR 2008 35 Fótbóltstilveran hevur givið stórar avbjóðingar og ógloymandi minni í Danmark, Noreg og Skotlandi. Men hjá Jákupi Mikkelsen hevur ongan tíð verið nakar ivi um, at seinastu dystirnir skuldu spælast í Klaksvík Hann er klaksvíkingur við stórum K! Úr túninum hjá foreldrunum á Vágsheygum sæst oman á plenuna. Tað sum nú verður rópt við Djúpu­ mýri. Har var Jógvan Linklett stóra fyrimyndin sum málverji, men fáur man ivast í, at Jákup Mikkelsen í dag er vaksin upp um fyrimyndina. Fáur føroyskur fótbóltsspælari hevur upplivað eins nógv, sum Ják­ up Mikkelsen. Hann skrivaði ikki bert føroyska fótbóltssøgu, tá hann saman við Herfølge vann danska meistaraheitið í 2000, og síðani hev­ ur talan verið um uppihald í bæði norskum og skotskum fótbólti. Aft­ urkomin var hann fyrsta árið í KÍ, men tey bæði seinnu árini hevur tað verið B36, ið hevur notið fót­ bóltsevnini, sum í fyrraárið vóru somikið eyðsýnd, at Jákup gjørdist einasti málverjin, ið hevur vunnið heitið sum ársins spælari í føroysk­ um fótbólti. Komin heim Og lítillætni málverjin dylur ikki fyri, at hann hevur notið løturnar, sum fótbólturin hevur givið honum á leiðini. ­ Hetta hevur verið eitt stórt privelegium. Bestu minnini av øllum er helst meistaraheitið í Herfølge, sum jú tók alt Danmark á bóli. Men eisini hevur talan verið um sera góð minni í hinum feløgunum, sum eg havi spælt við. ­ Men sjálvur havi eg ongan tíð iva stí, at eg skuldi enda aftur í KÍ. Tað hevur so alla tíðina verið ætl­ anin hjá mær, at seinastu dystirnir skuldu spælast í Klaksvík. Tað er her, eg kenni meg heima, og tað vil jú altíð vera nakað serligt at koma heim, sigur Jákup. Tvey ár afturat Tá Jákup í 1994 skifti KÍ út við størri avbjóðingar, var tað eitt lið, sum var í avgjørda oddinum í føroyskum fótbólti. ­ Í ’91 vunnu vit meistaraheiti við einum blaðungum liði. Og tó at tað ikki eydnaðist tí liðnum at endur­ vinna heitið, so myndaðu vit toppin. Seinasti dysturin hjá mær var final­ an um Løgmanssteypið í ’94, og hana vunu vit. So tað var eitt lið, sum veruliga taldist millum tey stóru í føroyskum fótbólti, sum eg segði farvæl við. Og tað ikki júst tað, sum hevur eyðkent KÍ seinnu árini. Hóast ætl­ anirnar eru stórar? ­ Nei. Tekur tú tey trý stóru í ár, so mugu hesi metast at vera NSÍ, HB og EB/Streymur. Og enn eru vit eitt petti frá teimum. Hinvegin eru fleiri góðir spælarar ávegis í yngru deild­ unum, og megna vit at menna hes­ ar, so rokni eg við, at KÍ um eini 4­5 ár veruliga kann gera um seg aftur. Men tá verður tað neyvan við Ják­ upi Mikkelsen sum málverja, at KÍ meddar móti oddinum? ­ Nei, tað rokni eg ikki við. Eg havi sáttmála fyri tvey ár, og tey ætli eg mær at spæla. Men so rokni eg við, at eg steðgi. Og tú metir teg væl eisini hava nakað at geva viðspælarunum hesa tíðina? ­ Tað vóni eg so. Eg havi í øllum førum nakrar royndir, sum teir ikki hava. Ja, onkrir teirra vóru ikki fødd­ ir, tá eg spældi fyrstu lands­ og landskappingardystirnar, so navna­ brævið er ikki heilt nýtt longur. Og verður tað eisini til tvey ár afturat á landsliðnum? ­ Tað veit eg ikki heilt. Har stend­ ur Gunnar eisini til reiðar at taka yvir, og næsta ár er helst akkurát rætta løtan hjá honum – hóast kann kanska kann vinna plássið frá mær. Hetta árið kann hann spæla við U21­liðnum, og tað ber við sær, at onkrir av spælarunum hava spælt saman við honum, tá hann kemur í landsliðsmálið. Tí vil hann tá hava ein stóran fyrimun í sínum samskifti við hinar í verjuni. Og eg ivist ikki í, at hann hevur bæði evn­ ini og rætta hugburðin í so máta. ---------------------------------------- Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Metingin Visjón 2009 er nú bert eitt ár burturi, men enn er ilt at síggja KÍ sum veurligan FM-biðil. Setningurin hjá venjaranum er eisini at seta ungt fólk við, men enn eru tað meira royndir heimligir og útlendskir spælarar, sum eru bulurin á liðnum. Niðurflytingarvandin, sum liðið eitt skifti var í í fjør, eigur tó ikki at gerast ov ítøkiligur í ár. Jákup er fluttur heim Úr túninum hjá foreldrunum sæst oman á plenuna, har Jákup traðkaði sínar barnaskógvar. Sjálvur ivaðist hann ongan tíð í, at tað eisini var her, at seinastu dystirnir skuldu spælast