fríggjadagur 28. mars 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 60 - 28. mars 2008
lýsingar
Námsfrøðingur til
dagrøktina undir
Tvøroyrar Kommunu
Søkt verður eftir:
• Námsfrøðingi til dagrøktina undir Tvøroyrar
Kommunu, at byrja pr. 01 Maj 2008, ella eftir
nærri avtalu. Starvið er sett til 25 t / v. Tað krevst,
at tú hevur egnan bil. Fyrimunur er, at tú hevur
royndir í líknandi arbeiði sum námsfrøðingur.
Arbeiðsøkið er:
• Sumba, Tvøroyri, Hvalba. Tað eru 117 børn í
skipanini og eru tað í dag 29 dagrøktarar í
starvi.
Vit ynskja, at tú er:
• Kreativ/ur og ígongdsetandi. Hevur virðing og
umsorgan fyri tí einstaka barninum og øllum
teirra. At tú hevur góð samstarvsevni og eisini
kanst arbeiða sjálvstøðugt. Hevur hug til at skapa
ein fjøllbroyttan og tryggan gerandisdag fyri
børnunum.
At seta tín egna dám á dagrøktina og eisini at
veita pedagogiskan stuðul til tínar starvsfelagar
og dagrøktina sum heild. At veita brúkaranum
eina góða og trygga tænastu.
Kommunan bjóða tær:
• Eitt áhugavert starv millum góðar og hjálpsam-
ar starvsfelagar. Eitt spennandi arbeiðspláss, har
pláss er fyri ymiskleika og har tú kemur at hava
ávirkan á dagligdagin.
Tú vilt fáa hollan pedagogiskan stuðul frá leiðsl-
uni. Eisini er møguleiki fyri ymiskum skeiðum o.l.
innan fyri fakið.
Setanarviðurskifti:
• Starvið verður sett eftir sáttmála millum yrkis-
felagið - Føroya Pedagogfelag og K.A.F.
Skrivlig umsókn við møguligum avritið av prógvi
og viðmælum, verður at senda til niðanfyrinevndu
adressu í seinasta lagi 07.04.2008 kl. 12.00
Meira fæst at vita um omanfyrinevnda starv, við
at venda sær til Súsannu Poulsen, dagrøktar-
leiðara, á telefon nr.: 211339.
Tvøroyrar Kommuna
Tvørávegur 37
FO – 800 Tvøroyri
Att: Súsanna Poulsen, dagrøktarleiðari.
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A