Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FÓTBÓLTUR 2008 37 Málsetningurin hjá Símun Hansen og B71 verður aftur at yvirliva í Formula- deildini - Á ein hátt gekk tað væl ífjør, tí nógv lið undirmetti okkum. Vit møta skopuninginum, Símuni Hansen yviri á Trøðum á Sandi. Hann og arbeiðsfelagarnir fáast við at stoypa eina húsagrund til eini nýggj sethús. Leikluturin er ikki heilt ólíkur leiklutinum á vøllinum, har tað unga B71-liðið skal byggja eina grund, so pallurin ikki ridlar tá á stendur. Ífjør var Símun varaliðskipari hjá B71, táverandi liðskiparin, Eli Hentze er nú høvuðsvenjari hjá B71, og tí dylur Símun ikki fyri, at hann ynskir liðskiparabandið hjá B71. - Eg vóni, at tað fellur mær í lut í ár at gerast liðskipari. Tað sæst á øllum brøgdum, at tað hevði verið ein stór æra fyri skopuningin. Símun var persónliga rættiliga væl nøgdur við árið í fjør, serliga við fyrru helvt av kappingar- árinum, har væl gekk við málskjót- ingini. Hann leikti meir vinstri vong- ur ífjør, men hann vónar at kunna spæla í álopinum í ár. Hann er iva- leysur í, at tað hevði alstóran týdn- ing fyri B71, at teir stóðu seg so væl í innanhýsis dystunum ímóti hinum niðurflytingarkandidatunum, AB og VB/Sumba. Idealisma Símun heldur, at tað krevur eitt stórt hjartað og idealismu at leika við einum lítlum fótbóltsfelag. Hann hevur sjálvur leikt við B36, og kenn- ir tí munin millum at leika við einum høvuðsstaðarfelagi, og einum bygd- arfelagi. - Tað krevur minni hjartað at leika við einum Havnarliði, tí har fáa leikarnir sína løn, óansæð hvussu tað gongur inni á vøllinum. Símun heldur, at B71 hevur ein hóp, sum ger, at allir hava hjartað við í felagnum. Allir teir føroysku leikarnir hava tilknýtið til Sand- oynna, eisini tann nýkomni Allan Tungá, sum er einasta tilgongdin B71 hevur fingið í ár. Pápi Allan er eins og Símun úr Skopun. Brasilsku leikarnir - og tá serliga Clayton Soares - hava stóran týdning fyri lið- ið, tí Clayton Soares er góður fyri nógv mál. Brasiliumenninir eru eis- ini væl við oyggjarfólkið, og øll í oynni tosa við teir. Eli roynist væl Eli Hentze, sum um nakar, er ímynd- in av B71 hevur tikið við sum venj- ari, aftaná 22 ár sum leikari besta liðnum. Símun er sera væl nøgdur við gamla liðskiparan, sum nú er at finna í leiklutinum, sum tann nýggi venjarin. - Eli Hentze veit hvat hann ger. Hann er tann besti venjarin eg nakrantíð havi havt. Hann er góður til øll sløg av venjingum, bæði tekn- iskar, taktiskar og fysiskar. Og eg vil siga tað akkurát, sum tað er: tað er gott fyri einaferð skuld at hava ein føroyskan venjara. - Eli kennir alt út og inn, felagið, leikarnar og óivað allar fjepparnar eisini. B71 hevur týdning Símun er ivaleysur í, at B71 hevur stóran týdning fyri samleikan og einleikan á Sandoynni. Saman við nógv umrødda Sandoyartunnlinum er B71 nakað, sum allir sandoyingar kunnu standa saman um. Símun heldur tað er gott, at sandoyingar ikki hava gjørt sum suðuroyingar, og deilt seg í fleiri fótbóltsfeløg. Tó fáa teir í B71 ikki vant fyrr enn klokkan 20 um kvøldið. Fleiri av leikarunum – einir 10-12 í tali - búgva norðanfjørðs, og tí ber ikki til at tørna til við venjingunum fyrr enn hesir eru komnir suður við ferj- uni. Tá venjingarnar so eru lidnar fara hesir leikarnir úr aftur Skopun klokkan 22.30, so tað krevur ein veruligan offurvilja og hjartað at leika við B71. Símun og viðleikarnir vóna, at gamla undirlagið á vøllinum í Traðar- dali skjótt verður skift út, so teir kunnu fáa eitt betri undirlag at leika á. Men óansæð undirlag, so ætla teir, at ein útidystur á Sandi skal verða eins torførur fyri útiliðini, sum hann var ífjør. ---------------------------------------- Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Tað krevur stórt hjarta at spæla við lítlum felagi Metingin Sandoyingar gjørdu í fleiri ár eitt gott heimaarbeiði, og tí var fundamentið nóg sterkt, tá liðið aftur skuldi royna seg í bestu deildini. Ivaleyst kemur liðið aftur í ár at liggja hampuliga tungt á talvuni, men kvalitetirnir á liðnum eru somikið stórir, at teir stýra sær uttan um ringasta vandan. Men tá er tað ein fortreyt, at tunni hópurin ikki verður plágaður av skaðum.