fríggjadagur 28. mars 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 28. mars 2008
37
lýsingar
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan
Feriuavloysarar til Heimatænastuna
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum,
heilsurøktarum og heilsuhjálparum at
arbeiða sum feriu-avloysarar hjá fólki
búsitandi í egnum heimi ella á
eldrasambýli í tíðarskeiðnum: 15. juni –
31. august 2008.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og
avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um størvini við at ringja
til avvarðandi økisleiðara, ella kanst tú
støkka inn á gólvið á økisskrivstovuni -
sjá niðanfyri.
Umsókn
Vinarliga sendið eina umsókn við avriti av
prógvum v.m. til:
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Umsóknarfreist: 30. apríl 2008
Heimatænastan, Skálatrøð 14, FO-100 Tórshavn
Cecilia Vestureið, Økisleiðari, Tlf. 317249, ceciliav@naerverk.fo
Heimatænastan, Heilsumiðstøðin, FO-370 Miðvágur
Sonja Klein, Økisleiðari, Tlf. 333249, sonjak@naerverk.fo
Heimatænastan, Heilsumiðstøðin, FO-620 Runavík
Ása Hanusson, Økisleiðari, Tlf. 449249, asah@naerverk.fo
Heimatænastan, Bøgøta, FO-700 Klaksvík
Elsba Lutzen, Økisleiðari, Tlf. 457243, elsbal@naerverk.fo
Heimatænastan, Vágsvegur 45, FO-900 Vágur
Jeanna í Lágabø, Økisleiðari, Tlf. 373907, jeannal@naerverk.fo
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan
Roknskaparfólk til Heimatænastuna í Tórshavn
Søkt verður eftir rokniskaparfólki til
Heimatænastuna, Øki 1 , Tórshavn, at
arbeiða fulla tíð at byrja 1. juni 08 ella
skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávur
• At føra roknskaparhaldið fyri stovnin via
FSL skipinina
• Skipa fyri innanhýsis fíggjarstýring og
dagføra hesar í mun til inntøkur og
útreiðslur.
• Saman við økisleiðaranum at leggja
fíggjarætlanir
• Regluliga kunna um fíggjastøðuna hjá
stovnunum
Førleikakrøv
• Viðkomandi útbúgving
• Góðan telduførleika
• Er fleksibul og hevur evni at læra nýtt
• Royndir innan almenna ella privata
fyrisiting
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• Dugir væl at samstarva og samskifta við
onnur
Vit bjóða
• Eitt spennandi og fjøltáttað arbeiðspláss
• Góðir møguleikar fyri førleikamenning
Setanarviðurskifti
Lønar-og setanarviðurskifti eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er
Nærverki og stovnar undir tí.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Ceciliu Vestureið, økisleiðara
tlf. 317249 ella 217249 ella við telduposti:
ceciliav@naerverk.fo.
Umsókn
Skrivlig umsókn saman við prógvi og
møguligum viðmælum verður at senda
til:
Heimatænastan øki 1
Stílað: Økisleiðarin Cecilia Vesturveið
Skálatrøð 14
FO-100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 11. apríl 2008.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Tórshavnar kommuna
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir
verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 28. februar 2008 samtykti
broyting í setstøku byggisamtyktini fyri Hvítanes.
Ætlaða broytingin er, at B-sethúsaøkið niðan fyri omankoyringina til Hvítanes verður víðkað
uml. 30 m suðureftir.
Broytingin umfatar part av matr. nr. 83a á Hvítanesi.
Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum frá 31. mars
til og við 21. apríl 2008, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til
kl. 18.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða send Tórshavnar kommunu skrivliga
í seinasta lagi 1. juli 2008.
Kunngerð
Tórshavnar kommuna
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður
við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 28. februar 2008 samtykti broyting í
almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu og serstøku byggisamtykt nr. 7.
Ætlaða broytingin í almennu byggisamtyktini er, at markið millum B5-vinnuøki og
A1-sethúsaøki verður justera soleiðis, at B5-vinnuøki verður víðkað uml. 25 m eystureftir.
Eisini er ætlanin at broyta serstøku byggisamtykt nr. 7 samsvarandi, soleiðis at markið millum
D- og A2-øki verður justerað soleiðis, at D-øki verður víðkað uml. 25 m eystureftir.
Broytingin umfatar partar av matr. nr. 1315a, 1316a, 1316e, 1317a, Tórshavn.
Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum frá 31. mars til og
við 21. apríl 2008, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða send Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta
lagi 1. juli 2008.
Kunngerð