Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 FÓTBÓLTUR 2008 B71 Sandoyar Ítróttar­ felag, B71 FO­210 Sandur www.b71­sandoy. com STOVNAÐ 01.01.1970 FORMAÐUR Ragnar Fossdalsá MEISTARAR (1) 1989 STEYPAVINNARAR (1) 1993 GREIPUVINNARAR Ongantíð Í 1. DEILD (1 ár) 1989­1990, 1992­ 1997, 1999­2001, 2007­ Í EUROPA (2) Kappingin fyri steypavinnarar 1994/95, UEFA Cup 1996/97 MÁLVERJAR Áður spælt við Símun Rógvi Hansen Petur Petersen VERJUSPÆLARAR Eirikur Poulsen81 Allan Tungá Áslakkur Kjærbo Tummas Dam Clementsen Johannes Jensen Fabio Vieira Meinhard Winther MIÐVØLLUR Áður spælt við Gudmund Nielsen Mikkjal Hentze Wellington da Silva Soares Flavio Lucio Silva de Santana Tummas Pauli Olsen Rasmus Nielsen Mads Hentze ÁLOP Clayton Soares FSV René Clementsen Jónsvein Thomsen Høgni Midjord Jón Koytu Petersen Símin Hansen B36 TILGONGD Áður spælt við Símin Hansen B36 FRÁGONGD Eli Hentze givin Anders Rasmussen Danmark Magnus Olsen TILGONGD Tummas Pauli Olsen aftur frá skaða Allan Tungá KÍ VENJARI Eli Hentze Setningurin hjá Eli Hentze og hansara monnum er ikki øðrvísi hesa ferð, enn hann var í fjør, tá ið sandoyingar fóru undir arbeiðið at menna spildurnýtt lið B71 er syðsta felagið, sum er umboðað í bestu deildini. Í fjør varð undan kappingarbyrjan mett, at setningurin fór at verða at varðveita plássið í fremstu røð. Tað megnaðu sandoyingar væl og virðiliga, hóast teir endaðu á 8. plássi. Tá ið tað verður sagt, at tað varð megnað væl og virðiliga, so er tað tí, at B71 ofta vísti gott og hugflogsríkt spæl, og tí B71 vann triðju hvørja ferð – 9 av 27 ferðum – og tí B71 var 15 stig frá niðurflytingini og bara tvey stig frá fimta plássi. B71 tapti trettan ferðir, og ofta vóru tapini tepur. Eitt nú taptu teir fýra ferðir á heimavølli við einum máli, og í fleiri av førunum varð avgerandi málið ímóti B71 skorað í síðstu løtu. Í fjør var tað eitt sindur órudduligt fyrsta partin av kappingarárinum. Serbiski venjarin varð sagdur úr starvinum, og Eli Hentze tók ábyrgdina á seg samstundis, sum hann var aktivur á vøllinum. Fleiri ferðir stjól B71 størstu yvirskriftirnar. Eitt nú tá ið teir vunnu á útivølli ímóti HB og EB/Streymi og á heimavølli ímóti B36. Eli Hentze er væl útbúgvin venjari, og hann kennir B71 og føroyskan fótbólt út og inn. Í ár er ætlanin, at Eli fult og heilt skal savna seg um venjarauppgávuna, og tað er heilt víst, at hesa ferð verður tað ikki órudduligt. Uppgávan verður ivaleysa stór. Flavio, Clayton og Wellington eru framvegis á Sandi, og teir verða stuðlar á liðnum, sum er mannað við ungum og evnaríkum sandoyingum. Millum mest royndu og evnaríku spælararnar er málverjin Símun Rógvi Hansen. Framman fyri hann verður roynt at spæla nýtt fólk inn á liðið. Danski Anders Rasmussen er burtur, og liðformaðurin í fjør, Eirikur Poulsen, verður ódrúgvur, tí hann verður nógv burtur. Aðrir stuðlar eru Símin Hansen, Gudmund Nielsen og Rasmus Nielsen. Í fyrireikingunum hevur tað ikki hilnast nakað serligt. Eitt nú tapti B71 í Suðuroyarkappingini 5-3 ímóti B68, og á heimavølli taptu teir so rudduliga sum 3-0 ímóti 07 Vestur. Men Eli Hentze og sandoyingar eru sannførdir um, at tað skal bera til. Ungu menninir eru vornir eitt ár eldri enn í fjør, og teir hava vunnið sær royndirnar, sum kunnu bera við sær, at tøttu uppgerðirnar síðstu løturnar ikki so ofta fara at koppa mótstøðuliðnum til fyrimunar, sum tær gjørdu í fjør. Clayton Soares vísti aftur í fjør, at hann er ein tann vandamiklasti álopsspælarin í Føroyum. Tað hava onnur feløg staðfest, men hóast fleiri tilboð, so hevur brasilski snillingurin valt at halda fram á Sandi. Tað kann fara at vísa seg at verða avgerandi fyri stríðið at varðveita plássið í bestu deildini. Plássið stendur upp á spæl Í fjør megnaði B71 fleiri ferðir at arga ovaru liðini. Men meira enn hetta vilja sandoyingar halda fast um Formula-sessin