Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 28. mars 2008 39 lýsingar Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna Pedagogur til Dagstovninum á Hamrinum Søkt verður eftir einum pedagogi til vøggustovu at arbeiða 30-35 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum á Hamrinum, Glyvursvegur, 160 Argir í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. apríl 2008. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Henriksen, stovnsleiðara, telefon 32 20 03 ella 22 57 84, ella við at vitja heimasíðu okkara: www.123hjemmeside.dk/dag-ham Pedagogur til Býlingshúsið á Norðasta Horni Søkt verður eftir einum pedagogi, til barnagarðsstovu, at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber. Um pedagogur ikki søkir verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Býlingshúsinum á Norðasta Horni, Granagøta 5, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. apríl 2008. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, telefon 21 09 06. Pedagogur til Dagstovnin Latrið í Nólsoy (endurlýsing) Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30-40 tímar um vikuna at skjótast til ber. Dagstovnurin Látrið er ein nýggjur og spennandi stovnur, ið er normeraður til 12 børn í aldrinum 0 til 3 ár. 20 børn í aldrinum 3 til 7 ár. Og 10 børn í aldrinum 7 til 10 børn. Í løtuni eru 34 børn á stovninum. Vit eru ein stovnur á bygd, við øllum teimum upplivingum og avbjóðingum, ið hartil hoyra. Tað tekur bert 20 min. so eru vit mitt í Havnini. Ferðasambandið við Havnina er gott og kann arbeiðstíðin leggjast soleiðis tilrættis at hon passar til ferðaætlanina. Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum Látrið, 270 Nólsoy í hendi seinast mánadagin 14. apríl 2008. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Guðrun S. Hansen, stovnsleiðara, telefon 30 24 62. Umboðsráðsvalið ið lýst var at verða hósdagin 27. mars 2008, er avlýst