fríggjadagur 28. mars 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FÓTBÓLTUR 2008 39
Ralph van Dooren
er aftur í B68.
Hesuferð verður
útgangsstøðið, at
hann skal leika
afturi í verjuni.
Hann ætlar at fáa
væl minni av
kortum, enn í 2006
Ralph van Dooren er sera blíður og
skemtingarsamur at tosa við. Einki
er, sum fær ein at hugsa um tann
niðurlendska leikaran, sum fekk
hópin av kortum í 2006. Ralph leg
gur tó eina við, at hann hevði ikki
uppiborið øll kortini hann fekk í
2006.
Tað tók drúgva tíð hjá mær at
venja meg føroysku dómarnar. Eftir
mínum tykki hava útlendskir leik
arar í Formuladeildini nógv lættari
við at fáa kort, enn føroyskir lands
liðsleikarar og aðrir kendir heimligir
leikarar. Eg haldi føroysku dómarnir
burdu eygleitt ensku dómarnir meir,
sum duga at tosa við leikarnar, og
at dempa teir niður.
Ralph ætlar kortini at gera sítt til
at fáa færri kort hesuferð, og ið
hvussu er ikki tey løttu kortini, sum
leikarar fáa fyri at skræða seg.
Fór aftur í verjuna
Í 2006 leikti hann fyrst á miðjuni
hjá B68, men seinastu 5 dystirnar
fór hann aftur í verjuna at spæla,
og har stórtrívist hann.
Mær dámar at spæla í verjuni,
bæði persónliga, og eisini fyri liðið.
Tað er stuttligt at verða við til at
byggja spælið upp frá verjuni og
fram eftir, og tí er sera týdningar
mikið, at vit ikki fara at spæla “Kick
and Rush”, men at vit spæla okkum
upp gjøgnum vøllin. Vit hava góðar,
ungar leikarar, sum eru tekniskt væl
fyri, og vit hava ein góðan miðvøll
at spæla til, sum kann fáa spælið
longur fram til álopið.
Ralph hevur góðar vónir, og held
ur ikki, at B68 hevur grund til at
óttast nakað lið. Hann heldur, at
tað er ein góð eyka motivasjón, at
tað eru so nógv Formulalið í Eystur
oynni. Tað fer at geva nógvar intens
ar og spennandi lokaluppgerðir. Tó
dylur Ralph ikki fyri, at hann er
glaður fyri at sleppa undan at sigla
til Suðuroyar, sum tykist at hava
verið ein uppliving, sum hann kann
verða fyri uttan.
Gekk illa í Hjørring
Ì fjør royndi Ralph fótbóltseydnuna
í norðurjútska býnum, Hjørring. FC
Hjørring hevur lið í triðjubestu
donsku deildini, og hevði Ralph ein
sáttmála við felagið frá januar til
juli 2007. Men tað gekk ikki væl í
hond, Ralph fekk bara seks dystir, tí
hann gjørdist illa skaddur longu í
mars.
Menniskjaliga og sosialt gekk
heldur ikki væl, og føldi hann seg
uttanfyri í Hjørring. Ikki allir norður
jútlendingarnir høvdu tol at sam
skifta við hann á enskum. Tí er
hann, sum menniskja glaður fyri at
verða aftur á Toftum. Unnusta hans
ara er av Toftum, og er hon á skúla
í Danmark, fyri at gera seg lidna við
útbúgvingina, sum grafiskur design
ari/sniðgevi.
Beint áðrenn kappingin um Løg
manssteypið fór í gongd, fór Ralph
ein stuttan túr niður til Danmarkar
at vitja hana. Unnustan verður
liðug við útbúgvingina í juni, og tá
verður trivnaðurin hjá Ralph tað
betri á Toftum.
Venja seg við friðin
Eg mátti venja meg við friðin tá eg
flutti her til, men nú njóti eg hann.
Fólk her eru sera opin og vinarlig.
Fyri meg hevur tað týdning, at eg
kann kenni meg væl sosialt uttanfyri
fótbóltsvøllin. Í Hjørring kendi eg
meg ikki heima, men her á Toftum
kenni eg meg veruliga heima. Eg
má siga, sum er, at eg haldi tað er
ein rættiliga stórur munur á mentali
tetinum hjá dønum og føroyingum.
Men nú kann tað sjálvsagt verða,
at tit hava tað lættari at fella til í
Danmark, tí tit læra danskt, sum
børn.
Og tað heimliga fyri ein niður
lending er, at eins og í heimlandinum,
so eru tað nógvar vindmyllur á
Toftum.
Ralph stríðist við at læra seg før
oyskt, hann samskiftir nógv við for
eldrini hjá unnustuni. Spyr nógv, og
hevur lært, at tað er eisini ein ávísur
skyldskapur millum tað føroyska,
og tað niðurlendska málið. Bæði er
runnin av germanskari rót. Greinin
er skrivað 15 dagar áðrenn útkomu
dagin, men hendan dagin vit tosa
við Ralph á Svangaskarði er arbeiðs
loyvið ikki komið.
Løgreglan hevur sagt, at tað fer
at koma fyrsta dagin. Tað vil eg
sanniliga vóna, so eg fái tørna út
fyri B68 hósdagin (Skírisdag red.).
Ralph van Dooren hevur fingið
blóð á tonna, og kanska vatn á myll
una?
----------------------------------------
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Metingin
Sum uppflytari kann B68 rokna við eini
truplari tilveru. Nógv veldst tó um, hvørja
nyttu toftamenn fáa av nýggju spælarunum.
Fella hesir nóg væl til í føroyska
fótbóltsheiminum, og sleppur liðið undan ov
nógv skaðum, so kann úrslitið væl verða, at
B68 fer at klintra væl longur upp á talvuni enn
bara til strikuna yvir átta-talinum.
Ralph trívist á Toftum,
og í verjuni hjá B68
Harði hollendingurin hjá
B68 sigur, at hann helst skal
læra at stýra sinnalagnum
eitt sindur betur