leygardagur 23. juni 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult13 cyan13 magenta13 svart13
13
12
Nr. 118 - 23. juni 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
Skrivari søkist!
Landsfelag Føroyinga í Útbúgving søkir hervið eftir
einum skrivara at taka sær av skrivstovu uppgávum
felagsins. Starvið er umleið 10 tímar um vikuna.
Skrivstovuuppgávurnar fevna seg um:
Vanligt skrivstovuarbeiði, útskriving av LFÚ-kort-
um, skrivari á stjórnar- og aðalfundum o.a. fyrifall-
andi arbeiði.
Vit bjóða tær:
Eitt spennandi starv í einum mennandi umhvørvi,
sum viðvíkur ungum lesandi í Føroyum. Eitt starv
saman við ungum fólki frá 19 - 27 ár, ið vilja virka
fyri, at útbúgvingarumstøðurnar hjá teimum lesandi
í Føroyum alsamt gerast betur og betur.
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt. Royndir innan skrivstovuarbeiði er
sjálvandi ein fyrimunur, umframt at tú skalt vera
før/ur fyri at nýta teksviðgerðar forrit (serliga Micro-
soft Word). Eisini er ynskiligt, at tú hevur áhugað at
arbeiða innan fakfelagsarbeiði.
Starvið verður lønt eftir nærri avtalu.
Umsóknarfreistin er úti 06. juli 2001, og verður
starvið sett frá 1. august 2001.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Turid Christophersen, forkvinnu, á tlf.
21 60 17 ella 31 02 20.
Um hettar ljóðar sum nakað fyri teg, so send eina
umsókn, umframt møgulig prógv og ummæli til:
LFÚ
Postrúm 136
Tinghúsvegur 18, 3. hædd.
FO 110 Tórshavn
Ella send t-bræv til lfu@post.olivant.fo
Scania P93 til sølu
Árg. 1991.Við nýggjari lift. Hevur isoleraðan kassa (Norfig),
og er í góðum standi.Til sølu fyri 95.000 kr. v/mvg
Tlf. 314728 ella 219728
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f
2942, Sp/f Avon, 100
Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
17.04.2001.
Nýtt navn: P/F Avon
Kapitalur: Hækking við
kr. 400.000,00 til kr.
500.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 290.000,00 til
kurs 100 og kr.
110.000,00 við
skuldarumskifti til kurs
100.
Nevnd:
Innkomin í nevndina:
Bjørn á Heygum, R. C.
Effersøesgøta 5, 100
Tórshavn (formaður),
Beatrice Ann Thomas á
Heygum, R. C.
Effersøesgøta 5, 100
Tórshavn og Birgit
Mikala Thomas á
Heygum, R. C.
Effersøesgøta 5, 100
Tórshavn.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av
stjóranum, av
nevndarformanninum ella
av allari nevndini.
Endamál: Endamál
felagsins er at eiga og
umsita fastogn, umframt
at reka handil, umboðan
og annað starv í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann
20. juni 2001
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 1914,
P/F Torvanes, 470 Eiði.
Viðtøkur broyttar:
04.05.2001
Lækkan av P/F-peningi
viðtikið 04.05.2001 er nú
gjøgnumførd.
Kapitalur: Kr.
500.000,00.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Regin
Olsen, Sólteigur 9, 100
Tórshavn, Sigmund Dam,
460 Norðskáli og Daniel
Magnussen, 340 Kvívík.
Innkomin í nevninda:
Róland Poulsen, 470 Eiði,
Jørgin Oluf Kruse, 470
Eiði og Annfinn V.
Hansen, 180 Kaldbak.
Skráseting Føroya tann
22. juni 2001
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f
2298, Sp/f A.M.A., 100
Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
15.05.2001.
Nevnd:
Farin úr nevndini:
Jóhannus Petur Petersen,
Láarvegur 34, 100
Tórshavn (formaður),
Oddmar Andreasen,
Faksagøta 24, 100
Tórshavn og Ingibjørg
Tórhalla Andreasen,
Fugloyarvegur 17, 100
Tórshavn.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av einum
stjóra.
Skráseting Føroya tann
21. juni 2001
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f
2382, Sp/f S.L.P., , 100
Tórshavn.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri:
Sólbjørg Pedersen,
Gæsugøta 9, 100
Tórshavn.
Innkomin sum stjóri:
Ludvík Pedersen,
Gæsugøta 9, 100
Tórshavn.
Skráseting Føroya tann
21. juni 2001
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 3123,
P/F Articon, 100
Tórshavn.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Jón
Danielsen, Folagerði 1,
100 Tórshavn.
Innkomin í nevndina:
Aðalstein Hallgrimsson,
Fljótasel 27, ÍS-109
Reykjavík.
Skráseting Føroya tann 21.
juni 2001
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 10,
P/F Føroya Banki, 100
Tórshavn.
Nevnd: Farin úr nevndini
sum starvsfólkavaldur :
Niclas Joensen, Kálvagerði
1, 100 Tórshavn.
Innkomin sum
starvsfólkavaldur: Sigmar
B. Jacobsen, Reynstún 29,
160 Argir.
Skráseting Føroya tann 20.
juni 2001
Kristin Balle
_____________________
Skála kommuna
Fyri starvsfólk í farloyvi í 1 ár frá 1. juli 2001, verður
hervið søkt eftir handverkara sum avloysara, at
byrja skjótast møguligt.
Starvið umfatar arbeiði í samband við vatnleiðing-
ina,kloakkskipanina,havnina og annað fyrifallandi
arbeiði í kommununi.
Nærri upplýsingar fáast frá kommunuskrivstovuni
tlf. 441179.
Umsóknir skulu vera kommunuskrivstovuni í
hendi innan fríggjadagin 29.06.2001 kl. 12.00.
Skála kommuna
tlf. 441179
Vestmanna Skúli
Søkt verður eftir lærarum til tíðaravmarkað størv
við Vestmanna Skúla skúlaárið 2001/2002.
2 lærarar at undirvísa um 26,5 tímar
1 lærara at undirvísa um 20 tímar
Øll størvini eru vegna lærarar við niðursettum
tímatali.
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Før-
oya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokk-
unum 18.1 til 27.4.
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum skulu vera skúlanevndini í hendi í seinasta
lagi mikudagin 27. juni 2001.
Vestmanna Skúlanevnd
v/ Bjørg á Rógvi, tlf. 442555
350 Vestmanna
Nr. 118 • leygardagur • 23. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Hjá báðum er gald-
andi, at tey valla
kunnu loyva sær at
missa stig, skal odda-
fiskurin úr Gøtu fáast
aftur
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað er ikki ofta, at B36 er
favorittur, tá grannaupp-
gerð er í Havn. Hagtølini
aðra staðni á hesum síðum
siga harðmælt frá, at HB so
greitt hevur verið oman á
seinnu árini, tó at tað onkun
tíð hevur bragdað hjá B36.
Við útgangsstøði í degn-
um í dag, so má B36 tó
metast sum favorittur. Eftir
eina heldur trilvandi byrjan,
hava teir svørt/hvítu veru-
liga fingið ferð á, og sein-
astu tríggir dystirnir eru
vunnir somikið sannførandi
sum 22-0.
Allir tøkir
Hinvegin hava seinastu vik-
urnar ikki hilnast serliga
væl hjá HB. Eitt slag av
vend kom kanska í, tá teir
fyri viku síðani vunnu trygt
á EB/Streymi, men mót-
støðumenninir sunudagin
eru helst ikki at sammeta
við eitt lið, sum stríðis í
niðara endanum av stiga-
talvuni.
Til dystin hevur HB so at
siga allar mans tøkar. Hans
á Lag er enn ikki byrjaður
at venja eftir skaða, men
burtur sæð frá honum eru
allir mans tøkir. Eisini Uni
Arge, sum tað framgongur
aðrastaðni.
Um Arge maðurin byrjar
inni frá fyrsta bríksli eftir
sjálvbodna steðgin, er tó
ein avgerð, sum venjarin
má taka. Tað er væl hugs-
andi, at Uni fyri fyrst má
taka til takkar við einum
plássi á beinkinum, men
hinvegin er tað so avgjørt
ikki tann ringasti jokarin at
hava hjá einum venjara.
Fleiri ivamál
Í B36 húsinum eru tey
meira ivasom, tá tosað
verður um, hvørjir leikarar
verða tøkir til dystin.
Størsti spurningurin er
helst, um tað eydnast teim-
um at fáa Pól Thorsteinsson
kláran til dystin. Hann
hevur ikki verið við, síðani
tapið í Gøtu, men arbeitt
verður av øllum alvi fyri at
fáa hann kláran.
Magni á Lakjuni hevur
enn ikki vant við fullari
ferð, og roknað verður ikki
við, at hann verður klárur
til dystin, meðan einki iva-
mál er, tá tosað verður um
Herbert í Lon Jacobsen.
Hann hevur skaða í læri-
num, og fær tí ikki spælt.
Sum sagt hevur dysturin
sunnudagin alstóran týdn-
ing fyri liðini bæði. Ikki
bert er talan um eina lokal-
uppgerð, men ein møgulig-
ur tapari má helst finna seg
í at verða krøktan burtur í
oddastríðnum, har gøtu-
menn framvegis tykjast
púra einaráðandi.
Popczynski roknar
við torførari avbjóð-
ing í morgin, og hann
heldur tað framvegis
vera møguleiki fyri at
endurvinna FM
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Eftir at VB á heimavølli
hevði tapt ímóti GÍ, setti
VB venjarin, Krzysztof
Popczynski, sær sum mál,
at hansara lið í trimum
teimum næstu dystunum
skuldi vinna níggju stig.
VB hevur síðani vunnið
ímóti NSÍ og B71, og nú
stendur EB/Streymur fyri
tørni:
– Eg rokni við, at teir fara
at spæla, sum teir gjørdu í
Klaksvík. Tað vil siga, at
teir fara at verja og dúva
upp á kontra. Tað er ongan-
tíð lætt at spæla ímóti so-
vornum liðum, men eg havi
tað álit á mínum monnum,
at teir fara at megna upp-
gávuna. Allir spælararnir
eru tøkir, og vit eru væl
fyri.
Men í vikuskiftinum er
tað jóansøka á Tvøroyri?
– Eingir av okkara spæl-
arum fara á jóansøku. Vit
hava arbeitt saman í trý ár.
Allir vita, at um nakað skal
spyrjast burturúr, so krevst
hvíld dagin undan dystar-
degnum, og soleiðis verður
tað eisini hesa ferð. Spælar-
arnir venja nógv, og teir eru
væl fyri, og eg veit, at teir
taka uppgávuna ímóti EB/-
Streymi í størsta álvara,
staðfestir VB venjarin.
Droymir tú um at endur-
vinna FM?
– Hjá okkum sær tað
betri út nú, enn tað gjørdi
fyri nøkrum vikum síðani.
Vit mugu bara hugsa um
okkara dystir og bara um
eina uppgávu í senn. Annan
sunnudag skulu vit spæla í
Gundadali ímóti B36. Tann
dystin fara vit at hugsa um,
tá tann ímóti EB/Streymi er
liðugur. Men tað verður ein
sera týdningarmikil dystur.
GÍ hevur higartil vunnið
hvørja ferð. Spurningurin
er, hvussu tað fer at hilnast
hjá teimum, tá teir fyrstu
ferð hava mist stig. Dystur-
in hjá teimum mikukvøldið
ímóti B68 verður sera
spennandi.
Hjá EB/Streymi eru allir
spælararnir tøkir. Eyðfinn
Joensen gjørdist sjúkur
dagin fyri HB dystin. Hann
er frískur aftur, og hann
hevur vant í vikuni.
Bergur
Magnussen
ásannar, at teirra lutur verð-
ur at verja og at dúva upp á
snarálop. Tað hilnaðist væl
í Klaksvík, meðan einki bar
til ímóti HB.
HB-B36:
Týdningarmikil
grannauppgerð
Ósemjan í HB er nú
loyst, og Uni Arge er
aftur til reiðar at
tørna út fyri barn-
dómsfelagið
SEMJA
Jákup Mørk
Gitingarnar um framtíð-
ina hjá Una Arge hava
verið nógvar seinastu
báðar
vikurnar.
Eftir
innanhýsis ósemju í HB
var álopsmaðurin ikki við
undanfarna vikuskiftið,
og nógv varð gitt um,
hvar hann nú fór at spæla.
Slaturin ljóðaði um, at
framtíðin var í Eystur-
oynni, har GÍ, NSÍ og B68
øll høvdu sýnt áhuga,
men nú sigur áleyparin
sjálvur, at hetta so verður
av ongum.
- Vit hava tosað saman,
og avgerðin er, at sam-
starvið heldur fram.
- Tú kanst siga, at hurð-
in varð klamsað aftur í
eina viku, men nú verður
hon latin upp aftur. Niður-
støðan er, at allir partar
hava eitt felags mál, og
tað er HB, sigur Uni Arge.
- Ósemjan stóðs av, at tá
tað ikki gongur eftir vild,
verða menn nakað heitir.
Men tað hjálpir at tosa
saman, sigur Uni at enda.
Hesi orð vórðu søgd
hóskvøldið, og sostatt er
líkt til, at Uni verður við í
hópinum, tá HB sunnu-
dagin skal royna seg móti
B36. Talan verður tó bert
um eina venjing undan
dystinum hjá Una, og
spurningurin er so, um
hann verður millum teir
fyrstu 11 hjá Ioan Geol-
gau, ella um hann í fyrstu
atløgu má taka til takkar
við einum plássi á bein-
kinum.
Uni verður við
HB-.viðhaldsfólkini kunnu nú aftur gleða seg til at síggja
hesa væl kendu sjónina
1. deild menn
24.06
KÍ-FSV
Birgir Sondum
24.06
HB-B36
Lassin Isaksen
24.06
VB-EB/S
Petur Hansen
24.06
B71-NSÍ
Suni Johansen
27.06
GÍ-B68
Oddmar Andreasen
2. deild menn
23.06
KÍ-Skála
Erling Eysturoy
23.06
ÍF-NSÍ
Regin Egholm
23.06
GÍ-HB
Hans F. Hansen
23.06
B36-LÍF
Dagfinn Olsen
23.06
TB-Sumba
Jógvan A. Jacobsen
3. deild menn
24.06
GÍ-B68
Jonhard Hansen
24.06
KÍ-ÍF
Regin Egholm
24.06
AB-B36
Johnleif Gerðisá
24.06
VB-TB
Petur E. Kjærbo
24.06
Royn-B71
Lars Müller
1. deild kvinnur
23.06
VB-KÍ
Petur E. Kjærbo
23.06
HB-B68
Georg Rasmussen
23.06
B36-B71
Eigil Olsen
Dystir um vikuskiftið
Umframt vanliga heiðurin í eini lokaluppgerð, so hevur
dysturin millum HB og B36 alstóran týdning fyri, hvat lið skal
renna í hølunum á gøtumonnum
VB-EB/Streymur:
VB fer ikki á jóansøku
C
M
Y
K
12