leygardagur 23. juni 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 118 - 23. juni 2001
Nr. 118 - 23. juni 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
Kanadiska umboðið á
ráðstevnuni heitti á
fundarfólkið um at
gagnnýta tilfeingið í
Norðuratlantshavi til
fulnar. Hon vil einki
hava við umhvørvis-
felagsskapir at gera
VEIÐA
Eyðun Klakstein
– Tilfeingið í havinum skal
gagnnýtast til fulnar, men
vit skulu hava atlit til um-
hvørvi og ikki ovurfiska
stovnarnar.
Tað segði kanadiska um-
boðið á ráðstevnuni fyri
náttúruvernd og burðar-
dygga veiði í Norðurat-
lantshavi.
Mary Simon, sum er kan-
adiskur sendiharri í Dan-
mark, umboðaði kandisku
stjórnina á stevnuni, og hon
greiddi frá støðuni hjá
teimum, sum liva norn á
jarðarknøttinum.
Mary Simon hevur arb-
eitt nógv við treytunum hjá
teimum, sum búgva í polar-
kringinum, og hon hevði
sína avgjørda meining um,
at tilfeingið í sjónum skal
brúkast til fulnar.
– Tað er vorðið ein meiri
viðurkend hugsan í Kan-
ada, at vit skulu veiða og
nýta fiskin í sjónum, heldur
enn at lata fiskin fáa frið.
Fiskur er matur, og hann
hevur stóran týdning fyri
nógv samfeløg í Norðurat-
lantshavi, greiddi Mary
Simon frá.
Út við felagsskapum
Í hennari parti av heiminum
er tað ikki eins sjálvsagt hjá
øllum, at tilfeingið í havi-
num skal gagnnýtast.
Í Føroyum og í okkara
næstu grannalondum er
eingin ivi um, hvat fiskurin
skal nýtast til, men í Norð-
uramerika og aðrastaðni
eru nógv sum halda, at
veiðan av fiski skal verða
lítil ella eingin.
– Fólk eru ein partur av
havinum, og vit skulu
veiða. Vit skulu fiska, men
ansa eftir, at vit ikki ovur-
fiska. Vit skulu hava burð-
ardygga fiskivinnu, so eis-
ini komandi ættarlið hava
somu møguleikar, sigur
Mary Simon.
Kanadiska sendiharrin
hevði sína avgjørdu hugsan
um umhvørvisfelagsskapir,
sum hava áhuga fyri ymisk-
um viðurskiftum í polar-
kringinum
og
Norður-
atlantshavi annars.
– Vit skulu einki hava við
víðgongdar umhvørvisfel-
agsskapir at gera, tí tað ber
ikki til at tosa við teir. Teir
skilja bara síni egnu sjónar-
mið og royna at kroysta teir
niður yvir øll onnur, sigur
Mary Simon.
Gera ónáðir
Mary Simon heldur, at allir
felagsskapir eru ikki eins,
og tí ber ikki til at útihýsa
teimum øllum. Men tað ber
til at staðfesta, hvat felags-
skapirnir standa fyri við at
hyggja eftir teirra arbeiði
og ætlanum.
– Fólk í polarkringinum
hava ringar royndir av um-
hvørvisfelagsskapum, sum
hava gjørt stóran skaða fyri
umstøðurnar hjá nógvum
fólkum. Tí skulu vit als ikki
taka teir upp á ráð, tá vit
arbeiða við burðardyggari
fiskivinnu ella aðrari veiði,
sigur Mary Simon.
– Vit hava roynt at tosa
við summar felagsskapir,
men tað spyrst sjáldan
nakað burtur úr. Felags-
skapirnir vilja bara hava
síni sjónarmið ígjøgnum,
og so leggja teir líka í rest-
ina. Tað er spill av tíð at
fáast við teir, sigur hon.
Mary Simon heldur, at
londini í Norðuratlantshavi
duga væl at brúka tilfeingið
úr náttúruni við skili, men
at tað er umráðandi at hava
eitt vakið eyga við gongd-
ini alla tíðina.
Tilfeingið skal brúkast
– Fólk eru ein partur av
havinum, og vit skulu veiða.
Vit skulu fiska, men ansa
eftir, at vit ikki ovurfiska. Vit
skulu hava burðardygga
fiskivinnu, so eisini komandi
ættarlið hava somu
møguleikar, sigur Mary
Simon, kanadiskur
sendiharri í Danmark
Aðalstjórin fyri fiski-
vinnunevndina hjá
ES heldur, at eitt aðal-
mál við fiskivinnu-
politikkinum skal
verða at minka um
flotan og ráða fiski-
monnum til at fáa sær
annað arbeiði
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
Seinnapartin
hósdagin
greiddi aðalstjórin fyri
fiskivinnunevndina hjá ES
frá, hvussu ES hugsar sær
at loysa nøkur av vanda-
málunum í fiskivinnuni.
Hetta gjørdi hann fyri
fundarluttakarunum á stóru
umhvørvis- og fiskivinnu-
stevnuni, sum hevur verið í
Norðurlandahúsinum.
Steffen Smidt, sum er
dani, heldur, at ein týðandi
partur av framtíðar fiski-
vinnupolitikkinum hjá ES
skal verða at minka um
fiskiflotan, tí veiðiorkan er
alt ov stór.
– Vit skulu minka um
íløgustuðulin til nýggj skip
og heldur geva stuðul til
upphøgging. Vit skulu eisin
hjálpa fiskimonnum at fáa
arbeiði í aðrari vinnu, har
umstøðurnar eru tryggari
og framtíðarvánirnar betri,
sigur Steffen Smidt.
Hann heldur, at fiski-
vinnutjóðirnar skulu gera
sær greitt, at tað í fram-
tíðini verða færri fiskiskip
og færri arbeiðspláss í
fiskivinnuni.
Minkingin av fiskiorkan
er ein táttur í at skapa eina
burðardygga fiskivinnu í
ES.
Út við útblaking
Steffen Smidt greiddi frá,
hvørjir stór mál eru at loysa
í fiskivinnupolitikkinum
hjá ES.
Hann tosaði nógv um út-
blaking, sum er vorðið ein
umfatandi trupulleiki í ES.
Tað tykist verða ógjørligt at
sleppa av við trupulleikan,
men ES skal gera eina
roynd at fáa bilbukt við
trupulleikanum,
heldur
hann.
– Vit hava brúk fyri øll-
um góðum ráðum og vitan,
sum granskingin kann geva
okkum, og tað er eisini um-
ráðandi, at vit samstarva
um fiskivinnupolitikkin,
sigur Steffen Smidt.
– Vit koma ongan veg,
um vit hvør í sínum lagi
royna at loysa trupulleikar-
nar í fiskivinnuni. Vit skulu
samstarva og verða opin
mótvegis hvørjum øðrum.
Steffen Smidt heldur, at
tað er umráðandi at finna
eina hóskandi balansu mill-
um stóru ídnaðarligu fiski-
vinnuna og tey smáu fiski-
vinnusamfeløgini.
Færri arbeiðspláss
í fiskivinnuni
– Vit koma ongan veg, um
vit hvør í sínum lagi royna at
loysa trupulleikarnar í
fiskivinnuni. Vit skulu
samstarva og verða opin
mótvegis hvørjum øðrum,
sigur Steffen Smidt, sum er
aðalstjóri fyri
fiskivinnunevndina hjá ES
– Umhvørvisfelags-
skapir mugu ikki
sleppa at ávirka arb-
eiðið við burðardygg-
ari menning í fiski-
vinnuni, sigur Sofus
Poulsen, føroyskur
umboðsmaður í Bret-
landi
FELAGSSKAPIR
Eyðun Klakstein
Føroyski umboðsmaðurin í
Bretlandi tók orðið, tá kjak
var á ráðstevnuni fyri
burðadygga menning og
vernd av havinum í Norður-
landahúsinum hósdagin.
Sofus Poulsen heitti á
fundarluttakararnar um at
ansa eftir umhvørvisfelags-
skapum í arbeiðnum við
burðardyggari menning í
fiskivinnuni.
– Vit mugu gera okkum
púra greitt, at hesir felags-
skapir eru djóravinir og eru
ímóti veiði av djórum. Teir
eru hvørki vinir hjá fiski-
monnum ella oyggjasam-
feløgum sum okkara, tí
skulu vit ansa eftir teimum,
sigur Sofus Poulsen.
Sofus Poulsen hevur í
sínum arbeiði sum um-
boðsmaður føroyingar í
Bretlandi merkt nógv til
ágangin frá umhvørvisfel-
agsskapum – serliga í sam-
bandi við føroyska grinda-
drápi.
Summir av hesum felags-
skapum hava eisini stóran
áhuga fyri fiski og royna at
ávirka fólk og politikarar til
at taka undir sínum sjónar-
miðum.
Kenna teirra
sjónarmið
Sofus Poulsen mælir ikki til
fullkomið boykott av um-
hvørvisfelagsskapum, men
hann heldur, at hesir felags-
skapir skulu ikki hava ov
stóra ávirkan.
– Tað er primitivt ikki at
lurta eftir sjónarmiðum hjá
hvørjum øðrum. Tí kunnu
vit saktans tosa við teir fyri
at fáa at vita, hvat teir
halda, men vit mugu ikki
lata umhvørvisfelagsskapir
forskrekkja okkum við víð-
gongdum sjónarmiðum, og
vit mugu allatíðina hugsa
um at upplýsa fólk, sigur
Sofus Poulsen.
Hann
mælti
á
ráðstevnuni hósdagin til, at
londini í Norðuratlantshavi
gera upplýsandi tilfar á til
dømis sjónbandi, so tað ber
til at upplýsa neyvari um
støðuni og treytirar hjá
fiskivinnuni og um hvussu
tilfeingið í sjónum kann
brúkast.
Sofus Poulsen sigur, at
ágangurin frá umhvørvis-
felagsskapum
mótvegis
føroyingum er nógv mink-
aður. Føroyski umboðs-
maðurin í Bretlandi fær
ikki longur so nógvar at-
finningar, sum hann plagdi
at fáa.
Skulu ansa eftir
grønum felagsskapum
– Tað er primitivt ikki at lurta eftir sjónarmiðum hjá hvørjum øðrum. Tí kunnu vit saktans tosa við umhvørvisfelagsskapirnar
fyri at fáa at vita, hvat teir halda, men vit mugu ikki lata teir forskrekkja okkum við víðgongdum sjónarmiðum, og vit mugu
allatíðina hugsa um at upplýsa fólk, sigur Sofus Poulsen
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Toskastovnurin við New-
foundland er so illa fyri at
lønandi veiða eftir honum
er ikki gjørlig og onki
røkist fyri, at stovnurin fer
at menna seg aftur.
Gerry Reid fiski og
aliráðharri í Newfound-
landi og í Kanada kom
við greiðum boðskapi á
ráðstevnuni í Norður-
landahúsinum í gjár.
-Lærið av okkum. Hav-
ið er ikki ótømandi, kom-
ið ikki í ta vánastøðu sum
okkara fiskivinna er kom-
in í, segði Gerry Reid.
Tað kann vera so skjótt.
Í áttatiárunum var nógvur
toskur við New Found-
lands strendur. Men veið-
an var eisini ovurhonds
stór og seinast í áttati
árunum varð tikið so
nógv av gýtingarstovnin-
um, at toskurin ikki
megnaði at vaksa aftur.
-Onnur
fiskasløg,
rækjur og krabbaveiða eru
komin inn, har toskurin
slepti, soleiðis at peninga-
liga er kanska sama úrslit-
ið, men stóri trupulleikin
er, at nýggi fiskiskapurin
gevur nógv minni arbeiði.
Arbeiðsloysi er stórt í
New Foundlandi. Í áttati-
árunum vóru eini 1400
fiskivinnusamfeløg
í
New
Foundlandi
og
Labrador, hetta er nú
minkað niður í 600, segði
Gerry Reid.
-Newfoundland
varð
bygt fyri 500 árum síðan
júst av fiskivinnu. Síðan
tá hava fólk livað av fiski-
vinnu. Talan er um ein
stóran
mentunnararv.
Men vit hava ikki røkt
hann nóg væl. Toskaveið-
an í Newfoundlandi er í
dag bara tvey prosent av tí
hon var í áttatiárunum og
hesi tøl siga alt, segði
Gerry Reid..
Norðuratlantshavið er
okkara heim, og vit hava
stóra skyldu mótvegis
okkara eftirkomarum, at
røkja havið væl. Tí kann
eg siga utta at ivast. Gerið
ikki sum vit í New Found-
landi og Labrador. Havið
er ikki ótømandi, segði
hann
Lærið av okkum
newfoundlendarum
Ørgrynna av týðandi
fólki, sum fæst við
fiskivinnu í Norður-
atlantshavi, hevur
verið á ráðstevnuni í
Norðurlandahúsinum
RÁÐSTEVNA
Eyðun Klakstein
Stóra ráðstevnan um um-
hvørvisvernd og burðar-
dygga fiskvinnu, sum hev-
ur verið í Norðurlandahús-
inum hódagin og fríggja-
dagin, savnaði nógvar týð-
andi fiskivinnupersónar.
Ráðharrar,
granskarar,
embætismenn, professarar,
tingfólk og fjølmiðlafólk úr
nógvum londum hava verið
á ráðstevnuni, sum bjóðaði
fyrilestrar og kjak um um-
hvørvi og fiskivinnu.
Løgmaður
og
fleiri
landsstýrismenn hava hild-
ið til í Norðurlandahúsin-
um farnu tveir dagarnar, og
her hava teir hitt starvsfel-
agar úr Noregi, Íslandi og
Skotlandi.
Bæði
hósdagin
og
fríggjadagin vóru fyrilestr-
ar á skránni, og millum tey,
sum hava havt fyrilestur,
eru Mark Kurlansky, rit-
høvundur úr USA, Bogi
Hansen, granskari, Steffen
Smidt, aðalstjóri fyri fiski-
vinnunevndina hjá ES, og
Ragnar Árnason, professari
úr Íslandi.
Sjálv ráðstevnan endaði
seinnapartin í gjár, men tá
varð fundarfólki boðið um-
borð á nýggja vaktarskipið,
Brimil, har Jørgen Niclasen
var vertur.
Úr øllum heraðshornum
C
M
Y
K
11
10