leygardagur 23. juni 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 118 - 23. juni 2001
Nr. 118 - 23. juni 2001
17
gult16 cyan16 magenta16 svart16
gult17 cyan17 magenta17 svart17
Um tvær vikur skal
havnargentan, Rannvá
Kunoy, í Royal Albert
Hall í London at taka
ímóti próvnum, ið ger
hana til master í list.
Og tað verður eitt gott
prógv, hon fær. Rannvá
hevur klárað seg so
væl, at hon fekk virðis-
løn fyri aðra av báðum
myndunum, hon valdi
at sýna fram til próv-
tøkuframsýningina
LIST
John Johannessen
Jens Kristian Vang (myndir)
London
Á Royal College of Art beint
við síðuna av Royal Albert
Hall í London er eitt arbeiðs-
gallarí á stødd við eitt hjúna-
kamar heima í Føroyum.
Vit tosa um gallaríið, sum
seinastu drúgvu tíðina hevur
verið staðið, har Rannvá
Kunoy hevur brúkt nærum
alla sína tíð við einum enda-
máli: At menna sína list.
Men nú skal gallaríið
ruddast. Rannvá er eftir sjey
drúgv ár liðug við master út-
búgving sína í Fine Art, og
nú skal pláss gerast fyri
nýggjum næmingi. Og hóast
Rannvá hevur verið glað fyri
arbeiðsrúmið, ið er eitt sind-
ur størri enn tey hjá hinum
næmingunum, er tað ikki við
sorgblídni, at hon tømir tað.
– Tað kennist fantastiskt,
svarar Rannvá, tá vit spyrja
hana, hvussu tað kennist, at
skula pakka sínar ognarlutir
saman og fara avstað úr skúl-
anum.
Vit skilja Rannvá, tí hon
hevur allar orsøkir til at vera
glað. Hon kemur eftir sjey ár
út úr skúlanum við einum
framúrskarandi úrsliti. Rann-
vá hevði tveir stórar máln-
ingar við til kravdu fráfaring-
arframsýningina, sum endaði
seinasta sunnudag. Og hesir
vóru so mikið góðir, at hon
fekk virðisløn fyri annan,
meðan ein maður í Lisabon
keypti hin.
Tað er soleiðis, at hvørt ár,
næmingar eru lidnir við
master útbúgvinina í Fine
Art frá Royal College of Art
í London, koma umboð frá
einum grunni og velja út ein
næming frá málaradeildini,
sum fær viðisløn fyri arbeið-
ið sítt. Í ár valdu teir Rannvá,
sum tískil fekk 4.000 pund í
lumman fyri framúrskarandi
avrik.
Oman á tað heila, hava
gallarí og listafólk, bæði í
enska høvuðsstaðnum og
aðrastaðni í Evropa, brádliga
fingið áhuga fyri Ránnvá og
tí, hon ger.
– Eg eri sjálvandi ógvu-
liga, ógvuliga glað fyri hetta,
sigur Rannvá við einum stór-
um smíli.
Bíðar við Føroyum
Kaffi smakkar óføra væl.
Tað er mikudagur 21. juni –
longsti dagur – klokkan er
hálvgum trý seinnapart, og
hitin man liggja um 25 stig.
Rannvá hevur júst keypt
okkum kaffi, og nú sita vit
væl til rættist uttan fyri
kaffistovuna á Royal College
of Art við Royal Albert Hall
í baksýni. Veruliga ein listar-
lig mynd. Og so er tað eisini
í Royal Albert Hall, at Rann-
vá um tvær vikur skal standa
í eykendu svørtu kápuni og
taka ímóti prógvi sínum,
meðan foreldur og skyldfólk
errin sita á áskoðarasess-
unum.
Rannvá tendrar sær eina
sigarett, og vit práta eitt
sindur aftur og fram um list
hennara.
– Føroyar mugu bíða, sigur
Rannvá og greiðir okkum
frá, at hon ætlar at verða ver-
andi í London og fáa íblástur
og royna seg á listarliga
marknaðinum her eini tvey
ár afturat, hóast hon nú er
liðug við skúlan.
Men kortini fáa føroyingar
ein lítlan smakk av listini hjá
Rannvá. Tí í september verða
nakrar myndir hjá henni
sýndar fram í Føroyum, sum
partur av einari norður-
lendskari framsýning, sum í
løtuni ferðast kring um í
Norðurlondum.
– Eg veit ikki, nær eg veru-
liga kann sýna fram aftur í
Føroyum. Eg vil eisini royna
at sýna fram aðrastaðni, áðr-
enn eg komi aftur til Føroya,
greiðir Ránnvá frá og reksar
upp nakrar av framsýningu-
num, hon skal vera við á í
næstum.
– Eg skal við á eina fram-
sýning í Týsklandi í novem-
ber saman við trimum øðrum
frá skúlanum her . Hendan
framsýningin verður í Essen,
sum liggur beint við Düssel-
dorf, ið er ein veruliga stórur
listarbýur. So tað verður
rættuliga spennandi. Eisini
skal eg saman við Hans
Paula Olsen, Hansinu Iver-
sen, Bárði Jákupsson og As-
trid Luin við á framsýning-
ina,
tá
Norðuratlantiska
Bryggjan í Keypmannahavn
letur upp í mars. So eg havi
rættuliga nógv at arbeiða
fram ímóti, greiðir Rannvá
frá við einum livandi brá av
vón í eygunum.
Umframt
hesar
báðar
framsýningarnar,
skal
Rannvá eisini mála tveir
málningar til eitt stórt felag í
London. Hendan uppgávan
er eisini eitt úrslit av sera væl
frágingnu endaframsýning-
ini. Eitt umboð fyri hetta
stóra felag var so hugtikið av
teimum báðum próvtøku-
málningunum hjá Rannvá, at
hann beinan vegin heitti á
hana um at mála tveir máln-
ingar til felagið. Hesa upp-
gávuna fer Rannvá í gongd
við nú beinan vegin.
Oman á tað heila, skal
Rannvá eisini mála til eina
framsýning í november hjá
einum nýggjum gallarí í
London.
Er á byrjanarstøði
Tað ljóðar nógv við øllum
framsýningunum hjá Rann-
vá, sum skulu vera kring um
í Norðurlondum, í Týsklandi
og í London. Men Rannvá
greiðir frá, at hon nú er kom-
in á eitt byrjanarstøði. Hon er
liðug við skúlan og skal út at
skapa sambond og áhuga fyri
síni list. Og hetta, roknar hon
við, fer at taka sína tíð.
– Eg vóni sjálvandi, at
fleiri tilboð fara at koma í
framtíðini. Men tað tekur
ofta eitt sindur av tíð. Tað
gekk avbera gott til framsýn-
ingina hjá mær nú, eg bleiv
liðugt. Tað gekk nógv betri,
enn eg hevði væntað. Men nú
skal eg so út at etablera meg,
sigur Rannvá Kunoy.
Rannvá ætlar sær saman
við níggju øðrum frá sama
skúla at finna eitt arbeiðshøli
onkrastaðni í London. Slík
høli eru ógvuliga torfør at
finna og ógvuliga dýr at
leiga í einum so stórum býi.
Men Rannvá ætlar sær kort-
ini at royna.
– Eg eri liðug við skúlan
og kann gera tað, eg vil.
Gongur tað ikki her í Lond-
on, kann eg altíð fara onkra
aðrastaðni. Tað er ikki verri
enn so, sigur Rannvá og ger
greitt, at hon ikki hevur hug
at liva sum fátæk listar-
kvinna og sova og arbeiða í
sama rúmi.
– Verður hetta ov tungt,
kann eg altíð royna New
York, ella kanska París ella
okkurt heilt annað stað, sigur
Rannvá við einum brosi.
Vit skilja, at Rannvá longu
er komin rættuliga langt í
listaheiminum, hóast hon
sigur, at tíðin eftir skúlan er
eitt byrjanarstøði. Og tí
spyrja vit hana, um hon ikki
sjálv innast inni heldur, at
hon er við at vinna sær eina
støðu í listarliga heiminum
uttan fyri Føroyar.
– Jú, tað er rætt. Men eg
hevði als ikki væntað at fáa
áhuga. Tí sannleikin er tann,
at tað arbeiði, eg havi gjørt,
er rættuliga ørðvísi enn tað,
sum hini her á skúlanum
hava gjørt. Mítt arbeiði líkist
ikki bretskari list og tí, sum
bretar keypa. Tí eri eg rættu-
liga bilsin um hendan áhug-
an, greiðir Rannvá frá og fær
sær ein góðan munn av
Cappucino.
Nógv ment
Føroyingar minnast helst
best Ránnvá frá framsýning-
ini, hon fyri tíð síðani hevði í
Føroyum. Á hesari framsýn-
ingini var mannakroppurin
innan
gjøgnumgangandi
evnið. Men listin hjá Rannvá
er broytt síðani, og nú málar
hon heilt aðrar málningar.
– Tá eg arbeiddi við hasum
myndunum, var tað tí, at eg
vildi tosa um tað, sum er við-
breki og torskilt. Eg havi
hildið áfram við hesum evni,
men geri nú kompositiónir
frá mínum egna høvdi í stað-
in fyri frá mannakroppinum.
– Evnið, eg royni at fáa
fram, er at vera vilstur. Tað
var eisini soleiðis, tað heila
byrjaði. Tí, at tá eg kom her,
føldi eg meg nokk so vilsta.
Eg var í nýggjum umhvørvi,
tað var nógv og hørð kapp-
ing, og eg vildi broyta arbeið
eftir eina góða framsýning.
Tað er altíð ein hørð tíð, tá tú
vilt broyta arbeiði. Og tað er
eisini altíð eitt sindur av ein-
um antiklimax, tá tú hevur
havt eina góða framsýing.
– Eg fór at hugsa um tað at
vera vilstur. Ikki tað, at tú
ikki finnur fram frá einum
stað til eitt annað, men at tú
altíð ferðast og ikki veitst,
hvar tú ert og hvar tú fert.
Tað var hetta, eg fór at royna
at fáa fram í málningarnar.
Og eg brúkti eitt heilt ár til at
kanna ymisk ástøði um júst
hetta her ,og at menna máln-
ingarnar á hendan hátt.
Rannvá greiðir frá, at hetta
gjørdi, at hon fór at mála fólk
og lutir, sum ferðast. Hon
vísir ymiskt, ið ferðast í
kring. Tú sært ikki, at tað eru
fólk, ið hon teknar, men
meiningin er, at tú skalt
kenna teg, sum ein av mongu
prikkunum ella strikunum í
málningunum.
Og hetta megnar Rannvá
væl, tí tú kennir teg veruliga
sum ein av hesum smáu ver-
unum, ið ferðast í tí kosmos,
sum málningarnir rúma.
Málningurin, sum Rannvá
fekk virðisløn fyri, eitur No
Place. Og hetta er júst ein
málningur, ið vísir ein stima
ov einum ella øðrum, ið
ferðast
onkrastaðni
ella
ongastaðni,
men
kortini
sama veg.
Hin málningurin á fram-
sýningini var There...Al-
most. Hann sýndi verur, ið
ferðast inn og út úr máln-
inginum, eins og tær ferðast
upp og niður, aftur og fram í
stóru djúpdini. Sanniliga
áhugaverd list.
Kaffikoppurin er vorðin
tómur, og vit spáka okkum
niður trappurnar í skúlanum,
siga farvæl við Rannvá og
harmast um, at vit ikki fáa
stundir at vera við í Royal
Albert Hall um tvær vikur, tá
hon fær prógv. Men sólin
skínur framvegis.
– Eg fór at hugsa um tað at vera vilstur. Ikki
tað, at tú ikki finnur fram frá einum stað til
eitt annað, men at tú altíð ferðast og ikki
veitst, hvar tú ert og hvar tú fert. Tað var
hetta, eg fór at royna at fáa fram í
málningarnar. Og eg brúkti eitt heilt ár til at
kanna ymsik ástøði um júst hetta her og at
menna málningarnar á hendan hátt
Rannvá Kunoy fær um tvær vikur prógv sum master of art í Royal Albert Hall í London. Hon hevur staðið seg so væl, at hon fekk
virðisløn fyri ein av málningunum á próvtøkuframsýningini
Rannvá fekk
virðisløn í London
– Eg eri liðug við skúlan og kann gera tað, eg vil. Gongur tað ikki
her í London, kann eg altíð fara onkra aðrastaðni. Tað er ikki
verri enn so, sigur Rannvá og ger greitt, at hon ikki hevur hug at
liva sum fátæk listakvinna og sova og arbeiða í sama rúmi
C
M
Y
K
17
16