leygardagur 23. juni 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 118 - 23. juni 2001
Nr. 118 - 23. juni 2001
19
gult18 cyan18 magenta18 svart18
gult19 cyan19 magenta19 svart19
-Tit í Føroyum kunnu
byggja talvinum fleiri
varðar við at lata
dyrnar í skúlunum
upp fyri talvi og við
at eggja ungum og
dugnaligum telvarum
at gera meira burtur-
úr, ikki minst nú
tykkara talvsamband
er so virkið sum nú.
Og hvør veit, ein dag í
framtíðini hava tit
tykkara egna stór-
meistara. Orðini
eigur Garry Kasparov,
talvkongurin, sum
vitjaði í Føroyum her-
fyri.
TALV
Jan Müller
Herfyri vitjaði heimsins
mætasti telvari nakrantíð,
Garry Kasparov í Føroyum.
Vitjanin kom í lag eftir
dirvi og treiskni føroyska
talvsambandsins og vælvild
frá fyritøkum og stovnum.
Og hví ikki fáa heimsins
besta til Føroya, nú talv-
spælið hevur fingið slíkar
fastatøkur á ungdóminum!
Eftir hendingarríku dag-
arnar hjá ikki minst føroy-
skum telvarum støkk Kasp-
arov inn á gólvið í nýggja
sparikassabygninginum
Yviri við Strond.
Garry Kasparov fegnast
um
Føroyavitjanina
og
takkar fyri seg. Men áðrenn
leiðin gongur heimaftur til
Moskva vil hann fegin
svara spurningum frá før-
oyskum tíðindafólki.
Norðurlandahúsið og
Wembley
Og tá vit spyrja hann, hvat
hann heldur um áhugan fyri
og dygdina í føroyskum
talvi svarar hann avgjørdur,
at tað sjálvandi er torført at
samanbera føroyskar telv-
arar við telvarar í t.d. Bret-
landi og Týskalandi, tá
hugsað verður um støddina
á londunum. -Men tá tikið
verður hædd fyri fólka-
talinum í eitt nú Føroyum
og Íslandi, so má eg siga, at
ongastaðni í heiminum er
áhugin so stórur fyri talvi
sum í hesum báðum lond-
um. Eg var eisini tikin á
bóli, tá eg møtti í Norður-
landahúsinum, har tað vóru
fleiri hundrað áskoðarar.
Skuldi
eg
samanborið
henda stóra áhuga í Før-
oyum við td. London, so
hevði verið neyðugt við
einum Wembley at hýsa øll-
um fólkunum.
Hann heldur eisini út frá
tí hann hevur upplivað og
sæð ikki minst undir kapp-
ingini í Klaksvík, at fólk
veruliga hava stóran áhuga
fyri talvi. Tey telva nógv og
havi tí eisini gott innlit í
spælið.
-Tað er sjálvandi greitt, at
við tað at tykkara land er so
lítið, vil dygdin eisini vera
avmarkað, men um somu
tíð haldi eg, at tit í Føroyum
kunnu byggja talvinum
fleiri varðar við eitt nú at
lata dyrnar í skúlunum upp
fyri talvi og við at eggja
ungum og dugnaligum telv-
arum til at gera meira burt-
urúr, ikki minst nú tykkara
talvsamband er so virkið
sum nú. Og hvør veit, ein
dag í framtíðini hava tit
tykkara egna stórmeistara.
Og tað heldur Kasparov
ikki er eitt veruleikafjart
mál at seta sær.
-Umstøðurnar í Føroyum
at fáa ein stórmeistara eru
tær røttu. Her eru nógvir
ungir telvarar. Áhugin er
stórur. Nógv fleiri altjóða
kappingar verða fyriskip-
aðar í dag. So tað er bara
ein spurningur um tíð og
eydnu. So eg verði ikki
kløkkur um tit innan 3-4 ár
hava fingið tykkara fyrsta
stórmeistara.
Ein stórmeistari hevur
eitt ratingtal frá 2400 og
uppeftir. John Rødgaard er
einasti her á landi, sum
hevur fingið heitið meist-
ari, og tað er altjóða meist-
ari. Hann hevur eitt rating-
tal uppá umleið 2345.
Kasparov, sum er fleirfalt
heimsmeistari, hevur eitt
ratingtal uppá umleið 2850.
Teir føroyingar, sum telv-
aðu ímóti Kasparov í
Klaksvík, høvdu allir eitt
ratingtal niðanfyri 2000.
Landsliðið harafturímóti
hevði eina rating, sum lá
millum 2200 og 2365.
Ljósið ov vánaligt
Spurdur um hvussu hann
kendi tað at tapa móti
einum 17 ára gomlum før-
oyskum
telvara
svarar
Kasparov, at tað er ikki rætt
at tosa um aldurin á einum
telvara, tá tað snýr seg um
styrki. Tú skal tosa um
styrkina. Hann heldur, at
støðið var høgt hjá føroy-
sku telvarunum men minnir
á, at av tí at man ikki hevur
drúgvu royndirnar her sum
í Europa, so er ratingtalið
ikki
neyðturviliga
ein
speglmynd av veruligu
styrkjuni.
-Tá tú møtir so nógvum
telvarum samtíðis, 25 íalt
og eingin ger stór mistøk,
so kann tað enda soleiðis
sum tað gjørdi við einum
tapi. Kasparov hevur eisini
gjørt vart við, at hann ikki
var heilt nógvur við ljósið í
hølunum í Klaksvík.
-Tað er sera umráðandi,
tá tú telvar simultan móti
nógvum góðum telvarum,
at tú hevur gott ljós. Men
hann vil tó ikki geva ljós-
inum alla skyldina. Hann
heldur tó, at ein og hvør
stórmeistari hevði verið
fegin um at vunnið 24-1.
-Eg kundi gjørt tað
lættari fyri meg og bjóðað
einar 3 ella 4 javnleikir og
havt vunnið øll hini talvini
við at havt minni trýst á
mær. Men eg royndi at gera
mítt besta - ikki minst tí at
eg roknaði við, at telvar-
arnir ikki bert vóru komnir
fyri at taka í hondina á mær
men fyri at fáa eitt gott og
áhugavert talv. Alt hetta
samanumtikið, so er eitt tap
nakað, sum kann henda.
Kasparov sigur víðari, at
hann var heppin bara at
tapa eitt av talvunum, tí við
teimum mistøkunum hann
gjørdi teir fyrstu 90 minutt-
irnar, so kundi tað gingið
nógv verri. Men samanum-
tikið haldur hann úrslitið
var framúr gott út frá einum
professionellum støði.
–Eg kundi valt tryggari
spæl, men tá hevði tú so
sæð 2 ella 3 javnleikir í-
staðin fyri eitt tap.
»Dummaði« seg
-Var tú tikin á bóli, tá tú
tapti móti kollfirðinginum?
-Ja. Eg varð kløkkur av,
at eg “dummaði” meg so
nógv. Eg viðgangi, at talið
mistøkum var ov høgt, og tí
royndi eg eisini at spæla
uppá tað trygga móti før-
oyska landsliðnum dagin
eftir.
Garry Kasparov sigur
víðari, at hann er altíð argur
inn á meg sjálvan, tá hann
ger mistøk Og hann var eitt
sindur argur um, at hann
byrjaði talvini sum hann
gjørdi. Men hetta at vera
argur inn á seg sjálvan
heldur hann vera heilt nátt-
úrligt. Tað er ein týðandi
partur av einum góðum
telvara. -Hevði eg ikki
verið argur inn á meg sjálv-
an fyri at gera mistøk, so
hevði eg væl ikki verið her
í Føroyum. Tá hevði eg
heldur ikki verið heims-
meitari so leingi. Tú mást
kunna vera argur og ó-
nøgdur og tora at revsa teg
sjálvan, tá tú ger okkurt
skeivt – tað er ein treyt fyri
at kunna vera í toppinum.
Umhvørvi altavgerandi
Hvat skal so til fyri at
gerast ein góður telvari
umframt at hava evnini
spurdu
vit
stórtelvaran
Kasparov!
-Tað er at hava eitt gott
og gevandi umhvørvi. Tað
er tað, ið er mest um-
ráðandi. Tað eru nógvir
dugnaligir ungdómar kring
heimin. Skulu hesi blíva
góðir telvarar, so er at geva
teimum tað rætta umhvørv-
ið.
– Fáið talv inn um skúlagátt
John Arne Nilssen telvar javnt
móti meistaranum.
Eg haldi ikki, at tað eru
meira talentfull ung í t.d.
Sovjetsamfelagnum enn í
USA. Kasparov vísir í hes-
um sambandi á, at tað er
ikki rætt, tá tað verður sagt,
at tað var gjørt so nógv fyri
talvspælið undir tí gamla
kommunistiska stýrinum í
Sovjet. Tá var málið heldur
at finna evnarík ung og
læra tey upp ikki minst út
frá idealistiskum orsøkum.
Serstøk fólk høvdu burtur-
av til uppgávu at finna fram
til røttu ungdómarnar út av
milliónum. Og skuldu út-
valdu telvararnir brúkast til
frama fyri stýrið sjálvt. Tað
er ikki slíkt umhvørvi, sum
talv hevur brúk fyri.
Hann vísir á, at verður
talv í tí gamla Sovetsam-
veldinum samanborið við
talv í USA, so hava val-
møguleikarnir verið sera
ymiskir í londunum. Með-
an har kanska var lítið
annað í at velja í í Sovjet,
so høvdu amerikanskir
borgarar
fleiri
túsund
møguleikar og tilboð at
velja millum. Við hesum vil
Kasparov bara siga, hvussu
nógv umhvørvið kann hava
at siga fyri at skapa góðar
telvarar.
Hann vísir eisini til
gongdina í suðurfraklandi,
har tað finst ein sera virkin
talvfelagsskapur. Tað eru
russar, sum eru fluttir
heimanífrá, ið royna at
finna evnaríkar ungar telv-
arar. Heldur henda talv-
menningin
fram
næstu
árini, so verður Frakland
heimsins sterkasta talvtjóð
í Europa um ikki so langa
tíð.
Sera hart arbeiði
Tá Kasparov verður spurd-
ur, hvat svarið er uppá
heimsins besta telvara sigur
hann, at tað kann ikki svar-
ast so einfalt. Talan er
nevniliga um eina prosess.
Talan er fyri tað fyrsta um
at hava rætta umhvørvið og
harnæst at velja út ungdóm-
ar at venja upp og ikki
minst at fáa tavlið inn um
skúlagott. Talan er sjálv-
andi eisini um hart arbeiði.
-Talv er ein professio-
nellur ítróttur, ið ikki er
øðrvísi enn annar ítróttur
sum tennis og golf ella
annað. Tað krevur kanska
nakað meira intellekt, tí
tað hevur í sær eitt stórt vís-
indaligt element. Vil tú vera
nummar eitt ella nummar
tvey í heiminum, so nýtist
tær góðan kappingaranda.
Tú mást kunna betemma
teg, tú mást arbeiða hart.
Tað er alt tað sama. Tað er
einki, sum ger talv øðrvísi
enn aðrar individuellar
professionellar
ítróttar-
greinir. Men skal tú vera í
oddanum, so mást tú gera
nógvar vísindaligar kann-
ingar, tí talvspælið byggir á
hart arbeiði. Men talvbyrj-
anin og studiur av øllum
spælinum, gera talv til
nakað øðrvísi enn t.d.
tennis. Í tennis kanst tú
ikki studera allar bóltar,
sum mótstøðumaðurin rak-
ar. Í talvi er tað at studera
spælið hjá mótstøðumann-
inum meira týdningarmik-
ið.
Garry Kasparov sigu
víðari, at fyri at gerast betri
og betri telvari, mást tú
gera eitt stórt arbeiði sjálv-
ur. Kappingarstøðið hækk-
ar nevniliga hvønn dag, og
tá tú fær sera harða kapp-
ing, sum gerst uppaftur
harðari fyri hvønn dag, so
hevur tú einki val. Tú kanst
velja at stegða á og harvið
missir tú tað tú er
frammanfyri - ella tú velur
at arbeiða meira og meira
fyri at hava spælið og teg
sjálvan gangandi.
Tá farið verður at tosa
um aldur og dygd ger
Kasparov greitt, at meðal-
aldurin á teimum 10 bestu
telvarunum í heiminum er
væl niðan fyri 30 ár, hann
liggur kanska millum 20 og
29 ár. Spælarin, sum vann
HM-heitið í London, er 26
ár. Tað eru annars nógvir
ungir spælarar, sum eru við
í teimum stóru og krevjandi
kappinginum. Teir eru 17
til 18 ár, so talan er um eina
aldurskluft í hvussu er hvat
sær sjálvum viðvíkur við-
gongur Kasparov.
Tí er hann eisini noyddur
til at arbeiða sera hart bara
fyri at vera góðum fysisk-
um standi. Og hann má
eisini arbeiða hart fyri at
finna nýggj hugskot. -Tað
er sera lætt at blíva dovin.
Og tá er tað rætt og slætt ó-
møguligt at koma aftur á
toppin. Tá tú verður eldri
hevur tú torførari við at
taka eina avgerð. Eg eri tó
glaður fyri at siga tykkum,
at so er ikki við mær. Eg ar-
beiði hart, og tað gevur úrs-
lit. Og eg vinni framvegis
kappingar.
Ymiskar tíðir
Spurdur hvør er størsti telv-
ari í søguni umframt hann
sjálvan sigur Kasparov, at
honum dámar ikki at svara
slíkum spurningi, tí tað er
sum at spyrja, hvør er størri
vísindamaður Newton ella
Einstein. -Støðan er tann, at
slíkir stórir menn hava
arbeitt í ymsum umhvørvi
hvør til sína tíð. Hyggja vit
t.d. eftir teimum bestu
telvarunum í síðstu øld og
vit vilja meta teir út frá
dagsins
professionella
støði, so vóru teir pionerar,
teir byrjaðu nakað spildur-
nýtt. Og tí bera byrjanir og
serstakir spælihættir teirra
nøvn. Og taka vit ungar
føroyskar telvarar í dag, so
vita teir meira um talv enn
stórtelvarar gjørdu fyri 100
árum síðani. Tað finst
nevniliga
ein
náttúrlig
gongd fyri at fáa sær meira
vitan. Men hvussu kunnu
vit virðismeta tað stóra,
sum onkur hevur gjørt við
at lata upp fyri nýggjum
stigum í miðspælinum og
endaspælinum og føra tað
víðari til okkara tíð spyr
Kasparov, sum ikki heldur
tað vera fair og rætt, tá vit
tosa um heimsmeistarar frá
ymsum tíðarskeiðum í søg-
uni, at gera av, hvør var
tann besti. Kasparov leggur
aftrat, at um tað ikki vóru
aðrir telvarar, sum høvdu
lært seg og ment talvspæl-
ið, so var hann ikki tað
hann er í dag.
-Tí haldi eg, at allir teir
14 heimsmeistararnir, sum
hava verið seinastu 150 ár-
ini, hava hvør í sínum lag
givið talvinum nógv gott.
Hugtikin av Fisher
Nú tosað verður um kendar
og góðar telvarar í heims-
søguni, viðgongur Kaspa-
rov, at hann var sera hug-
tikin av Fisher. Hann vann
HM-heitið, tá Kasparov
byrjaði at telva. –Tey árini
eg byrjaði at telva í 70-72
vóru tey bestu hjá Bobby
Fisher. So ein sleppur ikki
uttan um at tosa um ta stóru
ávirkan ein so góður telvari
hevur havt á ein ungling
sum meg sjálvan .
Talv var í hæddini í 1972
og heldur Kasparov, at tað
var sera óheppið, at Fisher
var so nógv frammi júst tá,
tí hóast tann góði telvari
hann var, so var hann tann
skeivi persónurin á tí rætta
staðnum til ta røttu tíðina.
Hevði Fisher havt ein
annan hugburð og atburð so
kundi talv verið ein av
successøgunum í 70-unum
framum
tennis.
Hann
kundi havt borið seg øðr-
vísi at. Men hann er farin.
Tað minkar tó ikki um met-
ingina av honum sum ein
stóran telvara í altjóða talv-
søgu.
Havandi í huga týdningin
talvdysturin millum Spasky
og Fisher hevði fyri talv í
grannalandinum Íslandi, og
nú Kasparov fyri fyrstu ferð
hevur vitjað í Føroyum,
spurdu vit henda mæta telv-
ara, um vit ikki við hjálp frá
okkara virkna talvsam-
bandi høvdu kunnað fyri-
reikað líknandi stórkapp-
ingar í Føroyum.
-Eingin møguleiki er fyri
tí. Í dag er talv nevniliga
meira bygt á handilslig
áhugamál enn politisk, sum
tað var galdandi í 72. Vit
minnast øll, hví Ísland varð
valt til tann dystin, tí tað lá
miðskeiðis millum USA og
Sovjetsamveldið.
Leitað
varð eftir einum neutralum
landi og hetta var mitt í tí
kalda krígnum. Í dag vildi
ein stórdystur sum tann
millum Fisher og Spasky
verið
leiktur
í
einum
stórbýi sum New York,
London ol. Tað er veru-
leikafjart at rokna við, at
nakar dystur av slíkum slag
kundi
verið
leiktur
í
Føroyum ella fyri tað í
Keypmannahavn.
Kasparov, sum í dag er 38
ára gamal, er millum kend-
astu persónar í heiminum í
dag. Hann vinnur nógvan
pening, men hetta er hvørki
lættvunnin peningur ella
heiður. Hann dylur ikki
fyri, at tað krevur so ómeta-
liga nógv av einum topp-
telvara bara at kunna standa
í stað. Sjálvur venur hann
umleið 6 tímar um dagin.
Tað er sum við einum
klaverspælara. Tað er og
verður altíð hart arbeiði,
líka mikið hvussu góðar
gávurnar eru.
-Og at vinna kappingar í
dag er nógv strævnari enn
fyri 5 árum síðani, tí tað eru
so nógvir telvarar í dag.
Hetta stóra talið ger, at
nýggj hugskot koma so
skjótt fram. Tað krevur
meira orku og tíð at vinna
stórar kappingar í dag.
Hóskar væl til
telduøldina
Vit
spurdu
Kasparov,
hvønn týdning talv hevur
fyri fólk, fyri mannaættina
og fyri samfeløg sum heild
og hvat tað er, sum er so
hugtakandi við spælinum?
-Talv er hugtakandi í sær
sjálvum. Fólk leita eftir
intellektuellum undirhaldi,
og talv stendur yvir øðrum
spølum, tí tað gevur øllum
eins møguleika frá byrjan.
Tað er ein sannroynd, at
talv hevur fingið so stóra
undirtøku í so nógv ár-
hundrað, tí spælið hugtek-
ur fólk úr so nógvum yms-
um umhvørvi, tvs. fólk frá
ymsum sosialum umhvørv-
i, ymsum húðaliti, religión,
alduri og tjóðskapi. Kaspa-
rov heldur eisini, at talv
sum spæl og kapping-
argrein hevur víst sína
styrki og áhuga í inter-
netøldini. Spælið hevur
møguleikar
at
yvirliva
tvørtur um áramark og
ymiskar tíðir. Og sjálvt í
eini telduøld stendur talvið
einki aftanfyri men vinnur
harafturímóti frama.
Einki at læra av
Vit spurdu at enda, hvat er
gjørt í hansara landi fyri at
stimbra áhugan fyri talvi,
og hvussu ungdómar í Før-
oyum kunnu læra av hes-
um royndum!
-Tað er einki tit kunnu
læra av mínum fyrrverandi
fosturlandi, Sovjet. Í dag er
Rusland mítt heimland, og
tað ger einki fyri talv. Tað
er ikki longur nakað, sum
verður raðfest høgt. Í
sovjetíðini var talv á tí
politisku dagskránni og tí
kunnu tit ikki læra nakað
av
tí.
Endamálið
var
nevniliga ikki at menna talv
sum grein men at finna
ung børn við góðum evnum
og gera tey sterkar stór-
meistarar – ikki fyri talv-
sins skyld – men fyri at
kunna prógva intellektuellu
fyrimunirnar við komm-
unistisku samfelagsskip-
anini frammum hana í
vesturheiminum. Tað hevur
so gagnað telvarum sum
Karpov og meg sjálvan.
Men tá samanumkemur var
tað ikki serliga sunt og
positivt talváhugan sum
heild, tí tað skuldi bara
gagna nøkrum fáum góðum
telvarum.
Kasparsov heldur, at talv
eigur at byrja í skúlanum og
vísir hann á, at tað er
skilagott at taka talv við í
sjálva undirvísingina. Ein
dagin fer hetta at vera ein
dygd, og í USA síggi eg
skúlar, sum royna at rað-
festa talv hægri. Og tað er
tann vegin tað skal verða
marknaðarført og ment í
vesturheiminum.
Kasparov vitjar Kirkjubø
Kasparov saman við ungum føroyskum telvarum.
C
M
Y
K
19
18