Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 54

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 FÓTBÓLTUR 2008 Við skiftinum til Viborg skal Súni Olsen prógva, at hann er førur fyri at standa seg millum teir bestu í Dan- mark Hóast hann við AaB var partur av hópinum, sum helt vetrarfrí ovast í donsku SAS-liguni, so var støðan ikki serliga nøktandi hjá Súna Olsen. Hóast avrikini á landsliðsmiðvølli- num fleiri ferðir vóru framúr, so var Súni sjáldan at finna í hópinum, sum spældi í superliguni, og dystir onkra staðni í Danmarkarseriuni eru sjálvandi ikki nøktandi hjá ein- um spælara, sum heldur vil gera um seg í superliguni. Og útlitini til meira spælitíð var eisini orsøkin til, at Súni í vetur valdi at skifta til Viborg. Viborg hevur í ár havt tað ógvu- liga trupult, og nú seinna kappingar- hálva er byrjað, er felagið í akuttum niðurflytingarvanda. Við evstamark okkara vóru 14 dystir eftir at spæla, og munurin upp til AGF var fimm stig. Felagið hevur í vetur fingið til- gongd av fleiri spælarum, sum ikki hava verið fyrsta val í fyrrverandi feløgum sínum, men spurningurin er, um hetta er nóg mikið til at halda sessinum. Hinvegin er felagið væl styrkt á leiðslusíðuni í vetur. Nýggi nevnd- arformaður, Steen Pedersen, hevur saman við øðrum íleggjarum ætlan- ir um at seta á leið 22 milliónir í felagið. Hetta skal tryggja felagnum neyðuga fíggjargrundarlagið, soleið- is at kósin aftur kann setast móti danska toppinum. Um hetta so verður við Súna Olsen, er ein annar spurningur. Í fyrstu atløgu er sáttmálin við Viborg bara galdandi fram til summar- steðgin. ------------------------------------ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Christian Restorff Mouritsen, Gunnar Nielsen og Adrian Cieslewicz hava sáttmálar við stór ensk feløg, og teir droyma um at fáa kjansin á besta lið- num hjá sínum fe- løgum í framtíðini Teir venja saman við stjørnuspæl- arum og vóna sjálvir at sleppa upp í part á besta liðnum eisini. Tað er gerandisdagurin hjá Christ- ian Restorff Mouritsen, Gunnar Nielsen og Adrian Cieslewicz, sum allir hava avtalur við feløg, sum spæla í ensku Premier League. Gunnar er ein av málmonnunum í Blackburn, og Christian og Adrian hava sáttmálar við Manchester City. Kappingin um at sleppa ígjøg- num ungdómsliðini og inn á besta liðið er sera hørð, og tað eru bara heilt fáir spælarar, ið megna hetta. Tær treytirnar kenna hesir ungu spælararnar, men teir trúgva upp á, at tað skal lata seg gera hjá teim- um. - City er eisini kent fyri at fram- leiða góðar leikarar til Premiere Leauge, so eg helt, at har vóru góðir møguleikar at sláa í gjøgnum, sigur Christian Restorff Mouritsen um or- søkina til, at hann valdi Manchester City at spæla fyri. Krevur nógv Gunnar Nielsen er ein av fleiri spæl- arum í Blackburn, og hann spælir javnan fyri eykaliðið hjá felagnum. - Í Frem kundi eg gott koma til venjing og ikki vera so fokuseraður, sum eg burdi, men tað ber ikki til her, tí her eri eg noyddur at verða 100% fokuseraður, tá vit venja. Eg má fara til venjing sum til ein dyst, tí annars kann eg lættiliga detta ímillum í hópinum, við øllum teim- um góðu leikarum vit hava, sigur Gunnar Nielsen um gerandisdagin í Blackburn. Adrian Cieslewicz er póllendingur, men hann búði fleiri ár í Vági, har hann spældi fyri VB sum ungur spælari. Nú stílar Andrias høgt í enska stórfelagnum. ---------------------------------------- Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kósin er Tippe- ligan Við Rógva Jacobsen sum fremsta álopsvápni ætlar norska IL Hødd at vinna sær pláss í norska toppinum Tað vóru fleiri, sum høvdu at yppa øksl, tá navn varð sett á nýggja felagið hjá Rógva Jacobsen. Tað ljóðaði annars, at feløg úr bestu deildunum í bæði Í­slandi, Noreg og Danmark – umframt okkurt seriu B felag høvdu áhuga í sterka áleyparanum, men tað gjørdist altso Hødd, sum júst er flutt upp í næst bestu norsku deildina. Men hóast felagið telist millum tey lítlu, so eru ætlan- irnar stórar í Hødd. Og Rógvi er avgjørt partur av hesum ætlanum. Nýggir eigarar eru komnir til felagið, og hesir hava av- gjørdar ætlanir um, at felagið skal upp at kappast við tey heilt stóru í Noreg. Hvussu langt tað røkkur í hesum ætlanum hetta kapp- ingarárið, er sjálvandi ilt at siga. Men skal metast eftir venjingardystunum, sum eru spældir, so eru vónirnar ikki heilt ongar. Ikki minst hevur Rógvi Jacobsen staðið seg sera væl. Í­ februar varð hann kosin besti spælarin í felagnum, og við málum í at kalla hvørjum venjingardysti hevur hann víst, at tað er ikki av tilvild, at hann er fyrsti A-landsliðsspælarin hjá felagnum í fleiri ár. Seinastu fyrireikingarnar hjá Hødd undan komandi kappingarárinum fara fram á la Manga í Spania, har spæl- ararnir halda páskirnar. ------------------------------------ Jákup Mørk Teir ungu bíða eftir stóra kjansinum Spælitíð fram um heiðursmerki Hóast framúr avrik á føroyska landsliðnum, so eydnaðist ikki Súna Olsen at spæla seg til fast pláss á AaB-miðvøllinum Í Blackburn er álitið á Gunnar Nielsen stórt, og føroyski málverjin hevur støðugt vart málið hjá eykaliðnum hetta kappingarárið