mánadagur 31. mars 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 61 - 31. mars 2008
Bilar dálka av hundunum
til. Tí var reint umhvørvið,
minni orkunýtsla og bio-bilar
stóru høvuðsevnið á stóru
bilasølustevnuni í Geneve í ár
Seinastu árini hava umhvørvisalit
fingið alt størri týdning fyri
bilaframleiðarar kring allan heim.
Hetta rákið varð endaliga staðfest á
árligu bilaframsýningini í Geneve í
mars, sum er ein hin mest týðandi
sýnisgluggunum hjá heimsins
bilaframleiðarum.
Sum altíð á slíkum messum, var
høllin pinnpakkað við skínandi
kromi og lakki, pyntað við
eiggiligum damum. Men kortini var
messan í Geneve í ár øðrvísi enn
vanligt. Tí nú eru tað
umhvørvisgrundgevingar sum skulu
gera søluarbeiðið fyri sølufólkini.
Antin tað snýr seg um vanligir
motorar við lægri orkunýtslu, at
innmaturin í bilinum er úr bio-plasti,
ella dekkini hava lægri rullimótstøðu,
so er tað umhvørvið, sum selur bilar
í dag.
Allir framleiðarar leita eftir svarið
uppá, hvørja orkukeldu vit skulu
brúka í framtíðini. Tí lovaðu fleiri
framleiðarar í Geneve at bilar teirra
framyvir fara at nýta bio-orku.
Millum annað vístu teir prototypur
uppá bilar, sum verða riknir við
framtíðar drívmegi, so sum
hydrogen. Men reint hydrogen letur
bíða eftir sær, til ein skipan er ment,
sum framleiðir hydrogenið við orku,
sum kann endurnýggjast, til dømis
við sólarorku. Tá verður hydrogen
ein gullrein drívmegi, skrivar
forskning.no.
Rd.
Verða Føroyar ikki
partur av Kyoto,
kemur útflutnings-
vinnan at svíða.
Hetta sigur Jákup
Pauli Joensen, stjóri í
Umhvørvisstovuni. Í
Føroyum verður lítið
og einki gjørt fyri at
minka um útlátið,
meðan londini í ES
gera alsamt fleiri
bindandi avtalur
Veðurlag
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldssen
Bæði Frankaríki og Týsk-
land hava gjørt vart við, at
tey lond, sum ikki eru partur
av umhvørvisbindingunum
í Kyoto, kunnu ikki fáa
somu handilssømdir sum
hini. Orsøkin til at hesar
handilsforðingar ikki longu
eru settar í verk, er at USA
ikki hevur staðfest Kyoto
sáttmálan. Men tað kann
skjótt broytast, tá ein nýggj-
ur
amerikanskur
forseti
situr í Hvíta Húsinum, tá
nýggjur sáttmáli skal undir-
skrivast í Keypmannahavn
komandi ár.
- Í Føroyum hava vit bara
roynt at lata sum einki og
vóna, at hetta gekk yvir.
Men jú longur vit eru uttan-
fyri, jú tyngri verður tað at
byrja. Og hetta gongur ikki
yvir.
- Heldur føroyska dølskni
fram koma vit at svíða bæði
samfelgsliga og vinnuliga,
tí vit verða útihýst úr tí
góða selskabinum, staðfestir
stjórin í Umhvørvisstovuni.
Í 2005 bant ES seg til at
minka útlátið við fimm
prosentum, og til nýggju
avtaluna í Keypmannahavn
komandi ár verður tosað
um, at ES skal binda seg til
at minka útlátið við 20-30
prosentum, greiðir Jákup
Pauli
Joensen,
stjóri
í
Umhvørvisstovuni frá.
Føroyska útlátið av veður-
lagsgassum hækkaði við 11
prosentum frá 1990 til
2003. Og 1990 er útrokn-
ingarstøðið. Tað vil siga, at
um Føroyar skulu minka
útlátið við átta prosentum,
er talan í veruleikanum um
minst 20 prosent.
Fer at ko
Fylgisveinamyndir
avdúka CO2 útlát
Slóðbrótandi fylgisveinamyndir avdúka
útlátið av manngjørdum CO2 útláti
Fyri fyrstu fer nakrantíð ber til við nýggjum
fylgisveinamyndum at eygleiða nøgdirnar
av manngjørdum CO2 útláti ymsa staðni
á klótuni. Myndirnar, sum eru frá
tíðarskeiðinum mai 2005 til apríl 2006,
vórðu tiknar av evropeiska fylgisveinin
um Envisat, som varð sendur í ringrás
1. mars 2002. Myndirnar hava eina upp
loysn á heilar 300 metrar, sum er tíggju
ferðir klárari enn onnur líknandi kort
hava verið frammanundan.
Fyrimunurin við fylgisveinamyndum
er, at tær verða tiknar yvir longri tíðar
skeið, og verða tí ikki ávirkaðar av ljós
og myrkri, veðri og árstíð.
Millum annað ber longu nú til at síggja
eitt kort yvir Evropa, har útlátið av CO2 er
mest í økinum frá Amsterdam til Frankfurt,
sum eisini er mest fjølbygda økið í Evropa,
sigur norska heimasíðan www.forskning.no.
Øll kortini verða liðug í juli 2008, og tá fer at
bera til hjá einum og hvørjum at taka tær niður av
internetinum.
Nakrar av myndunum eru longu at finna á:
http://dup.esrin.esa.int/projects/isummaryp68.asp
Rd.
Umhvørvið selur bilar
Toyota hevði góðar royndir við hybridbilinum Prius, sum bæði hevur elektriskan
motor og ein vanligan brennimotor. Nú koma fleiri hybridbilar, til dømis hesin
Honda FCX Clarity, sum millum annað koyrir við brennikyknum (brint).