Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 31. mars 2008 7 tíðindi Veðurlagsráðstevna í Bangkok Umboð fyri 163 lond møtast í dag í Bangkok at kjakast um, hvussu til ber at minka um útlátið av CO2. Sum altíð, er ósemja millum ES og USA um spurningin Í dag, mánadag, møtast umboð fyri 163 lond í Tai­ lendska høvuðsstaðnum Bangkok, fyri at skifta orð um, hvussu til ber at steðga veðurlagsbroytingunum, uttan at heimsbúskapurin samstundis kollsiglir. Sambært Ritzau er uppgávan hjá teimum 163 lond­ unum at semjast um eina avtalu, sum kann koma í staðin fyri Kyoto­sáttmálan frá 1997, tá hesin gongur út í 2012. Ein av stóru avbjóðingunum verður, hvussu nógv londini í vesturheiminum skulu minka CO2 útlátið, sum verður sett í samband við altjóða upphitingina. Flestu londini eru samd um, at útlátið skal minka, men ósemja er sjálvandi um, hvør skal ganga á odda og hvussu nógv útlátið skal minkast. ES hevur skotið upp, at ídnaðarlondini skulu minka útlátið við 25 til 40 prosent í mun til støðið í 1990. Men USA, sum stendur fyri størsta partinum av útlát­ inum í heiminum, er ímóti at gera bindandi avtalur á økinum. Landið óttast, at fyritøkur flyta framleiðsluna til menningarlondini, um ov stórar avmarkingar eru í USA. Rd. Multimedia um havstreymar Nýggj multimedia­framleiðsla greiðir frá um mest týðandi havstreymarnar, hvussu teir reka og hvussu teir ávirkast av veðurlagsbroytingunum. Havstreymar verða eisini róptir havsins flutningsband, og ikki tykkum at siga, er Golfstreymurin grundarlagið undir fiskivinnuni við Føroyar. Nýggja multimedia­framleiðslan gevur eina einfalda mynd av stóru ringrásini í heimshøvunum, og tað sum drívur hana. Til ber at taka framleiðsluna niður av netinum, á www.forkning.no. Rd. Strangari krøv til fiskavørur TACC: Krøvini frá fiskakeyparum herðast so við og við sum tilvitanin um havsins viðbrekni breiðir seg Longu nú aftra fleiri sviar seg við at keypa tosk, tí teir óttast, at toskurin er við at doyggja út. Eisini tey, sum vanliga keypa føroyskan fisk, eru leita eftir einum merki, sum prógvar, at fiskurin er veiddur á burðar­ dyggum grundarlagi. ­ Hetta er ein veruleiki sum føroyingar eiga at taka støðu til. Gera vit ikki tað, kann tað verða trupult at sleppa inn á marknaðirnar, sigur Petter Olsen, sum verður ein av fyrilestrarhaldarunum seinna dagin á TransAtlantic Climate Conference um eina viku. Petter Olsen er lektor á universitetinum í Tromsø og fer á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum at røða um, hvussu vit kunnu fáa fyrimun á marknaðinum við at skjalprógva, at fiskurin er burðardyggur. ­ So við og við sum tilvitanin millum fólk um, hvussu viðbrekið havið er yvirfyri veðurlagsbroytingum og ovurfiskaríið, verða krøvini til fiskavørur strangari, og tí eiga vit at fyrireika okkum til at noyðast at vísa kundanum, hvaðani fiskurin er og hvussu hann er veidd­ ur, heldur Petter Olsen. Á verkstovni seinna dagin, fara umframt Petter Olsen eisini íslendingurin Orri Vigfússon og Kjartan Ólafsson frá íslendska bankanum Glitnir at greiða frá, hvussu vit í fiskivinnuni kunnu laga okkum nýggjar tíðir. Rd. sta okkum dýrt Mangla grund­ leggjandi amboð Føroyska útlátið er hækkað, hóast Føroyar hava staðfest fyrstu veðurlagsavtaluna frá 1992 um ikki at økja um útlátið. Við hesari avtalu bundu vit okkum at boða frá á hvørjum ári, hvussu nógv útlát vit hava, men hetta hava vit heldur ikki gjørt. ­ Føroyar hava samtykt avtaluna frá 1992 uttan at seta pengar av til tey tiltøk sum skulu til. Tí eru einastu tølini vit hava frá einari verkætlan frá 2003, har orkunýtslan fyri tíðarskeiðið 1990 til 2003 var kannað, sigur Jákup Pauli Joensen, ­ Skulu vit vera partur av Kyoto avtaluni, er tað eitt minsta krav, at vit fáa tey neyðugu stýringsamboðini. Og her er skráseting av orkunýtsluni tað fyrsta, sum má gerast. Tað er ikki tí hetta er so torført. C02 útlátið er rættiliga lætt at máta, tí tað verður roknað eftir nýtsluni av olju. ­ Vit hava leingi eftirlýst eina fasta fráboðanarskyldu, soleiðis at vit høvdu eitt yvirlit yvir, hvat fyritøkur brúka av olju. Men enn er einki gjørt, sigur Jákup Pauli Joensen Eingi tøl eru fyri føroyska útlátið síðani 2003. Um­ hvørvisstovan er tó í holt við at gera eina nýggja upp­ gerð fyri seinasta ári. Hesini tølini verða væntandi tøk ein av komandi døgunum. Oljunýtslan skal minka Átøkini fyri at minka um CO2 útlátið snúgva seg bæði um kunningarátøk fyri at broyta almenna hug­ burðin, sjálvbodnar avtalur við vinnuna um orkuspar­ andi tiltøk og lógarásett tiltøk, har avtalur ikki røkka til. Lógarásettu tiltøkini fevna millum annað um krøv til bjálving í nýggjari bygging og CO2 avgjøld har inntøkan fer til mening av orkusparandi tiltøkum. ­ Í Føroyum hava vit oljuavgjald, men vinnan sleppur undan hesum, og avgjaldið virkar bara sum ein eykaskattur, har einki krav er til at skattainntøk­ urnar hjá landskassanum skulu fara til orkusparandi tiltøk, greiðir Jákup Pauli Joensen frá.. Munadyggar CO2 kvotur Munadyggasta amboðið til at minka CO2 útlátið eru kvotur. Hetta hevur altjóða samfelagið viðurkent, og tí er Kyoto sáttmálin gjørdur. Í 1992 var fyrsta fyrsta veðurlagsavtalan undirskriv­ að um at minka útlátið av veðurlagsgassum. Men hetta var sjálvboðið, og ein­ asta krav, var at londini árliga fráboðaðu, hvussu stórt útlátið var. Semja var skjótt um, at hetta var ikki nokk. Og við Kyoto avtaluni fingu lond greiðar kvotur. ­ Tað munadyggasta um vit skulu minka um útlátið, eru greiðar kvotur, sigur stjórin í føroysku Umhvørv­ isstovuni. Og grannalond okkara hava víst, at hetta letur seg gera. Í Kyoto bundu ES londini seg til at minka útlátið við átta prosentum fram til 2012, og í innanhýsis býting­ ini bant Danmark seg at minka útláti við 21 prosent­ um. Hetta verður gjørt við at seta kvotur til ávísar vinnugreinar, har fyritøkur antin lækka orkunýtsluna ella gjalda yvirprís. Øll lond hava ikki somu kvotur, og til dømis hevur Ísland eina kvotu, har teir hava fingið loyvi at hækka CO2 útlátið við 10 prosent­ um í mun til 1990. Hetta tí tey longu nú gagnnýta var­ andi orku og hava vinnu í menning. ­ Føroyar hava valt ring­ astu loysnina við einki at gera. Tí so leingi vit ikki eru partur av Kyoto avtaluni, eru vit í vanda fyri at verða heilt afturúrsilgd. Og so leingi vit ikki sjálv fara virkin inn í arbeiðið at seta Kyoto avtaluna í verk, verða vit noydd at finna okkum í teimum rammum, sum onnur seta, sigur Jákup Joensen, stjóri á Umhvørvis­ stovuni at enda. Munadyggasta amboðið til at minka CO2 útlátið eru kvotur. Hetta hevur altjóða samfelagið viðurkent, og tí er Kyoto sáttmálin gjørdur. Men Føroyar eru ikki partur av avtaluni, og eingin stýringsamboð eru tøk at uppfylla Kyoto krøvini