mánadagur 31. mars 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 61 - 31. mars 2008
Atlantic Petroleum
hevur sum mál at
gerast eitt miðalstórt
oljufelag í Evropa.
Ein kapitalhækking
seinni í árinum liggur
á tekniborðinum.
Felagið vil lofta
møguleikum, sum
størri oljufeløg
sleppa, tí tey hava
ov dýran rakstur.
Atlantic Petroleum
hevur lutfalsliga
bíligan rakstur
Oljuvinna
Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
Hóast eitt hall á 76 mió.
krónur í 2007, so var tað
eingin ið rópti upp og skeld
aði út á aðalfundinum hjá
Atlantic Petroleum leygar
dagin. Líka síðani stovnan
ina fyri 10 árum síðani, hev
ur felagið tært upp á egin
pening uttan at hava vunnið
eina krónu, og seinastu
árini hevur hendan tæringin
verið serliga stór. At felagið
ikki hevur vunnið eina
krónu hesi 10 árini skal
kortini takast við stórum
fyrivarni. Tí hóast forvunnar
krónur ikki eru rullaðar inn
á konto hjá felagnum enn,
so liggja nógvar av slagnum
latentar í virðum í undir
grundini, sum felagið hevur
ognað sær gjøgnum árini.
Róm varð ikki bygt eftir
einum degi, plagar at verða
sagt, og so er heldur ikki
við einum oljufelagi.
Nevndarformaðurin Kjart
an Hoydal helt tó sjálvspei
rekandi fyri, at hevði eitt
hvørt annað partafelag í
Føroyum komið út við
einum halli á 76 mió. krón
ur, so hevði bæði leiðsla og
nevnd verið avhøvdað uttan
størri hóvasták. Men við
Atlantic Petroleum er øðr
vísi. Felagið er jú børsskrá
sett og hevur tí skyldu at
upplýsa um øll týðandi
viðurskifti, og hetta ger, at
almenningurin alla tíðina er
kunnaður um, hvat hendir í
felagnum. Triðja
hvønn
mánað letur felagið kvartals
roknskap, og samanumtikið
verða partaeigarar dagførdir
við upplýsingum við jøvn
um millumbilum.
At lítlar ella ongar frustra
tiónir eru um fíggjarliga
avrikið hjá felagnum hevur
helst eisini samband við
tann veruleika, at felagið
eigur virðir fyri 100tals
milliónir krónur í undir
grundini, sum við vaksandi
oljuprísum vaksa í virði
fyri nærum hvønn dag, sum
gongur.
Nú kemur glið á
Men tað er ikki nøktandi at
eiga olju í nøkrum loyvum í
allar ævir, oljan skal flóta
fyrr ella seinni, og hetta
fekk nevndarlimin og ein
av stovnarunum av Atlantic
Petroleum, Poul Mohr, at
halda fyri, at glið mátti
koma á oljuna skjótt, tí ann
ars gjørdist hann ov gamal
til at uppliva hetta.
Og tað hendir í øðrum
ella triðja ársfjórðingi í ár,
tá gongd kemur á fram
leiðsluna í Chestnut og
helst eisini Ettrick, sum
bæði eru loyvir í bretskum
sjógvi. Hóast framleiðslan í
Chestnut er seinkað nógvar
mánaðir og hetta merkir
færri framleiðsludagar í ár,
so er tann nógv økti olju
prísurin ein viðspælari, sum
sambært stjóranum Wilhelm
Petersen ger, at ársúrslitið
fyri 2008 ikki verður verri
enn mett.
Ársúrslitið fyri 2008 er
av greinarum fyrr í árinum
blivið mett til 100 mió.
krónur, men tá varð roknað
við einum oljuprísi á umleið
70 dollarar fyri tunnuna.
Nú er oljuprísurin sum
kunnugt væl omanfyri 100
dollarar, men havast skal í
huga, at ein partur av hesi
hækking
skyldast
lægri
dollarkursi.
Felagið hevur longu boð
að frá einari kapitalhækking,
sum væntandi kemur seinni
í árinum. Prospektið í sam
band við hesa kapitalhækk
ing er í gerð, og sum skilst
er tað komið væl áleiðis.
Tó er ikki settur dagur á,
nær kapitalhækkingin fer
fram, ella hvussu stór hon
verður.
Kjartan
Hoydal
sigur, at orsøkin til kapital
hækkingina er, at felagið
ynskir betur at kunna gagn
nýta teir vakstrarmøguleik
ar, sum liggja fyri framm
an.
Vit síggja í løtuni nógvar
vakstrarmøguleikar,
sum
eru drivnir av høgum olju
prísi. Sjálvandi kunnu vit
vaksa um felagið við lán
tøku, men vit mugu hava
nakað
av
aktiukapitali
eisini.
Størri
oljufeløg
sleppa møguleikum, sum
tey hava ov dýran rakstur til
at fremja, men sum eru løn
andi fyri smærri oljufeløg
sum Atlantic, tí tey hava
lægri rakstrarkostnað, sigur
Kjartan Hoydal.
Vil tað siga, at tað liggur
betur fyri hjá smáum olju
feløgum at menna smá olju
økir?
Ja, tað er komin ein kon
solidering á hesum øki. Ein
rúgva av smáum olju
feløgum hava gjørt tað gott,
meðan stígur er komin í hjá
øðrum, tí tey hava ikki klár
að at útvega kapital. Her
hava vit verið í eini hepnari
støðu sum føroyskt olju
felag, sigur Kjartan Hoy
dal.
Alt til sølu fyri
rættan prís
Tað hendir ofta, at oljufeløg
keypa hvørt annað upp.
Nýliga varð norska Hydro
keypt av Statoil. Kjartan
Hoydal dylir ikki fyri, at
Atlantic Petroleum eisini
hevur kikaran eftir møgu
leikum av hesum slagnum,
hóast einki ítøkiligt er á
borðinum í løtuni. Hin
møguleikin er, at Atlantic
Petroleum verður keypt upp
av øðrum oljufelagi, men
til hendan spurningn svarar
Kjartan Hoydal:
Vit hava ikki fingið nak
að tilboð enn!
Hóast einki kann útilok
ast, tí alt er til sølu fyri rætt
an prís, so væntar hann
ikki, at Atlantic Petroleum
verður selt uttan víðari,
orsakað av tætta tilknýtinum
til Føroyar og føroyska
oljuvinnu.
Hinvegin
vil
Atlantic
Petroleum hava meiri ferð á
at útbyggja tey oljuøkir,
sum felagið hevur, og eitt
teirra er Hook Head í írsk
um havi. Kjartan Hoydal
vísir á, at tá eitt oljufelag er
í partnaraskapi við onnur
oljufeløg, so noyðist tað at
liva upp til teir felags mál
setningarnar, sum partara
skapið hevur.
Upp á longri sikt er mál
setningurin
hjá Atlantic
Petroleum at vaksa seg til
eitt miðalstórt oljufelag í
evropiskum høpi.
Støðan broytist fullkomi
liga, tá felagið fær cash
flow. Fyribils er málsetning
urin at vaksa til eitt miðal
stórt oljufelag í Evropa. Vit
hava ikki ætlanir um at fara
longur út í verðina, ikki enn
í øllum førum, til hetta er
vágin ov stórur, sigur Kjart
an Hoydal.
Felagið hevur higartil
keypt sær tann serkunnleika,
sum tørvur hevur verið á.
Men konsulenthjálp er ein
dýr loysn, og tí væntar
nevndarformaðurin, at felag
ið í framtíðini fer at menna
egnu umsitingina til at um
fata fleiri fólk við serkunn
leika.
Vinnan
Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag
– eisini aðrar dagar
So nógv tjentu teir ...
Niðanfyri er yvirlit yvir, hvussu nógv leiðslan og nevndarlimirnir í Atlantic Petroleum
tjentu í 2007 (og í 2006).
Wilhelm Petersen, stjóri: kr. 2.469.227 (2006: 1.038.000)
Teitur Samuelsen, fíggjarstjóri: kr. 850.025 (2006: 511.610)
Kjartan Hoydal, nevndarformaður: kr. 294.000 (2006: 96.000)
Poul Mohr, nevndarlimur: kr. 220.500 (2006: 48.000)
Mortan Johannesen, nevndarlimur: kr. 147.000 (2006: 48.000)
Petur Even Djurhuus, nevndarlimur: kr. 147.000 (2006: 48.000)
Óli Hammer, nevndarlimur: kr. 147.000 (2006: 48.000)
Richard Hardman, nevndarlimur: kr. 0 (2006: 0)
Petur Even Djurhuus er løgfrøðiligur ráðgevi hjá felagnum, og fyri hetta fekk hann í
2007 kr. 198.800 (2006: 319.000). Richard Hardman er jarðfrøðiligur ráðgevi hjá
felagnum, og fyri hetta fekk hann í 2007 kr. 104.500 (2006: 110.000).
Allir nevndarlimirnir vóru nevndarlimir í bæði móðirfelagnum og dóttirfelagnum í
Bretlandi uttan Richard Hardman, sum einans var nevndarlimur í dóttirfelagnum.
Bjartskygni hóast
hall á 76 mió.
krónur