Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 vinnan Nr. 61 - 31. mars 2008 Olja Jan Müller jan@sosialurin.fo Í farnu viku vitjaði Tór­ bjørn Jacobsen, oljumála­ ráðharri á Jarðfeingi, har hann fekk eina gjølliga frá­ greiðing um, hvussu Jarð­ feingi arbeiðir, hvørjar uppgávurnar eru og hvørji mál kolvetnisfyrisitingin raðfestir høgt. Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi sigur, at tey høvdu ein sera góðan fund við nýggja landsstýris­ mannin, har hann fekk innlit í allar tær uppgávur og øki, sum Jarðfeingi fevnir um. Her ma. kol­ vetnismál og orkumál. Uppskot til 3. útbjóðing kemur til 1. viðgerð á tingi 2. Apríl. Henda viðgerð var eisini undir seinastu samgongu, men av tí at løgmaður skrivaði út val í ótíð, datt hetta uppskotið av borðinum. Tí er neyðugt við nýggjari viðgerð á tingi. - Vit fara at senda tíðindakriv út um úrslitið av Williamboringini um ikki so leingi. Samtíðis fer eisini fyristøðufelagið BP at senda út tíðindaskriv. Hetta sigur stjórin í Jarðfeingi, Petur Joensen, nú tað eftir øllum at døma gongur móti endanum á størstu boriverkætlanini í føroysku oljusøguni Williambrunnurin Jan Müller jan@sosialurin.fo Oljufelagið BP er um at rigga av úti á Williamfelti­ num á føroyska land­ grunninum. Hetta veit Sosialurin frá vælvitandi keldum. Sambart teimum so er eisini ivasamt, um BP hevur fingið nakað burtur úr boringini. Óvissa er um, um BP í heila tikið hevur rakt við kolvetni, um komið er í gjøgnum alt basaltið og loksins, hvussu djúpt borurin er komin niður. Hvørki Petur Joensen frá Jarðfeingi ella Hjarnar Djurhuus frá BP vilja siga nakað ítøkiligt í løtuni, tó at tað liggur í luftini, at almenningurin fer at verða kunnaður um hesa mega­ stóru boriverkætlanina innan nakrar fáar dagar. BP hevur borað síðani 22. oktober, men í nærum allan vetur hevur arbeiðið verið tarnað av teimum afturvendandi ódnunum. Tá man er noyddur at steðga boring vegna ringt veður gongur altíð rúm tíð, áðrenn borurin verður settur í gongd aftur, og tí kunnu vit bara gita, hvussu nógvar dagar hesar góðu fimm mánaðirnar tað ikki hevur verið borandi. BP hevði sett út í kortið eina boriskrá at bora heilt niður á 4750 metrar. Spurningurin er, hvussu avtalan millum BP og Jarð­ feingi sær út. Er t.d. avtala gjørd millum BP og Jarð­ feingi um, at BP kann gev­ ast, tá so og so nógvir dagar eru farnir ella skal borast á eitt ávíst dýpi? Vanliga mannagongdin i undanfarnu boringunum á føroyska landgrunninum hevur verið, at fyristøðu­ felagið bindur seg til at bora niður á eitt ávíst dýpi. Um so er, at BP vegna vánaliga veðrið er langt frá ætlaða málinum á nær­ um 5000 metra dýpi og hevur brúkt so langa tíð, nú hevur gjørt av at gevast kanska á 3500 til 4000 metra dýpi, so verður hetta eitt vónbrot fyri onn­ ur oljufeløg, sum skulu til at bora seinni og sum hava sæð fram til at keypa upp­ lýsingar frá BP um løgini og jarðfrøðina har niðri í dýpinum. Hetta eru tó alt gitingar og metingar og skulu tí takast við størsta fyrivarni. Undan boringini metti BP, at hon fór at taka 3 til 4 mánaðir og at kosta ein­ ar 350 mill. Kr. Nú hevur boringin tikið góðar 5 mánaðir, og kostnaðurin man fara at liggja nærri teirri hálvu milliardini, tá avtornar. Williamboring gongur móti endanum Oljumálaráðharrin vitjaði á Jarðfeingi aðalfundur Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo Millum 40 og 50 partaeig­ arar vóru møttir til aðalfund­ in hjá Atlantic Petroleum á Hotel Føroyum leygardagin. Hetta hóast talið av parta­ eigarum er umleið 7.400. At hetta er ein mannfólka­ verð burturav – enn í hvussu er – sást á øllum brøgdum á kynsbýtinum. Har var nevni­ liga bert ein kvinna millum øll kallkynini. Hetta fekk orðstýraran á fundinum, Tórmóður Djur­ huus, at samanbera støðuna við aðalfundin hjá Pedagog­ felagnum, sum eisini var á Hotel Føroyum henda sama leygarmorgun. Har vóru stórt sæð bert kvinnur á tí fundinum, yvir 400 í tali, hóast formaðurin í Pedagog­ felagnum er maðurin Jarvin Hansen. Hiðani skal bert leggjast afturat, at kanska er javn­ støðumaskinan ikki nóg væl smurd við olju, ella skal eitt sindur meiri til, áðrenn glið kemur á. Illa oljusmurd javnstøða Frá aðalfundinum hjá Atlantic Petroleum. Við pallborðið frá vinstru: Mortan Johannesen, Óli Hammer, Poul Mohr, Petur Even Djurhuus (allir nevndarlimir), Tórmóður Djurhuus (orðstýrari), Kjartan Hoydal (nevndarformaður), og Wilhelm Petersen (stjóri). ”Nú má gongd skjótt koma á oljuframleiðsluna, tí annars verði eg ov gamal til at uppliva tað”, Poul Mohr, nevndarlimur ”Støðan (hjá Atlantic Petroleum, red.) broytist fullkomiliga, tá felagið fær cash-flow”, Kjartan Hoydal, nevndarformaður ”Tey stóru oljufeløgini sleppa nógvum møguleikum, tí tey hava ov dýran rakstur. Hetta gevur smærri oljufeløgum við bíligari rakstri nakrar møguleikar” Kjartan Hoydal, nevndarformaður ”Hevði eitthvørt annað partafelag í Føroyum komið út við einum halli á 76 mió. krónur, so hevði bæði leiðsla og nevnd verið avhøvdað” Kjartan Hoydal, nevndarformaður Mangt bendir á, at borurin umborð á Transocean Rather verður tikin endaliga uppaftur í næstum.