mánadagur 31. mars 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 61 - 31. mars 2008
Sunnumorgunin
stevndi nýggja skipið
Beinisvørð inn á Vág.
Beinisvørð kemur
í flotan ístaðin fyri
Sancy
Skip
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Um 9 tíðina sunnumorgunin
kom Beinisvørð á Vág.
Nógv fólk var á bryggjuni
og tók ímóti.
Djúpvatnstrolarin
er
keyptur úr Íslandi og er
fyrrverandi Andey.
Beinisvørð er bygdur í
Gdansk í í Póllandi í 1989
og er longdur og umbygdur
í 1998. Skipið er 45 metrar
langt og 8,6 metrar breitt og
er 600 bruttotons.
Hans Joensen, Hans í
Líðini nevndur, er reiðari.
Beinisvørð kemur í flotan
ístaðin fyri Sancy.
Beinisvørð á Vág í sunnumorgunin
Djúpvatnstrolarin
Beinisvørð er keyptur
úr Íslandi og er
fyrrverandi Andey
Mynd; D. Olsen
Í Miklagarði í SMS
hava tey eftirkannað
allar mannagongdir
og tosað við fólkini,
sum hava gjørt
livradeiggið – og
tey eru vís í, at einki
plástur ella líkandi
er komið í vøruna í
Miklagarði
MATVØRUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Einki heftiplástur í komið
í handan livradeiggjpakkan
hjá okkum!
So avgjørdur er Jørgen
Jørgensen, slaktarameistari
í Miklagarði í SMS.
Fríggjadagin høvdu vit
mynd av einum pakka av
livradeiggi, sum varð keyptur
í Miklagarði, har eitt, ið líktist
einum heftiplástri var í.
Jørgen Jørgensen sigur,
at hann síðani fríggjadagin
hevur
eftirkannað
allar
mannagondir og tosað við
tey fólkini, sum hava gjørt
hetta livradeiggið. Hann
sigur, at eingin í Miklagarði
arbeiðir við heftiplástri á
fingrunum, og at tey altíð
eru í steriliseraðum plastik-
handskum, so eitt hefti-
plástur kann ikki fara av
nøkrum fingri og í vøruna.
Hann sigur eisini, at tað er
heldur eingin hyll omanfyri,
higani nakað tílíkt kann
detta niður í vøruna. Tí er
hann eitt hundrað prosent
vísur í, at einki tílíkt er kom-
ið í vøruna í Miklagarði.
Miklagarður keypir alla
ráðvøruna til livradeiggið
frá veitarum í Danmark, og
so verður tað framleitt og
pakkað í Føroyum.
- Eg havi tosað við veitar-
arnar í Danmark. Teir siga
sum útgangspunkt, at slíkt
kann ikki koma fyri. Og um
nakað
fremmantlikam
skuldi verið í, siga teir, at
so er tað mest sannlíkt eitt
petti av kunsttarmi – tað er
slíkt, sum eitt nú vanlig
speipylsa er pakkað inn í,
sigur
Jørgen
Jørgensen,
sum vísir á, at man ongantíð
heilt kann gardera seg, tá
man hevur við fólk at gera í
slíkari matvøruframleiðslu.
Men hann sigur kortini við
vissu, at tað, sum er komið
í hatta livradeiggið, er
komið í vøruna, áðrenn hon
er komin til Miklagarð.
Á stóru sláturvirkjunum í
Danmark verður annars
nógv gjørt við at eftirkanna,
so
fremmandlikam
ikki
koma í matvøruna. Tey
hava eitt nú metaldetektorar,
sum kanna um nakað metal
kemur í vøruni.
- Kortini er tað hent, at
onkur hevur fingið eitt
pylsuklips inni í eini pylsu
frá stóru pylsuveitarunum í
Danmark, so slíkt kann
henda, tá tað eru menniskju,
sum fáast við vøruna, vísir
Jørgen Jørgensen.
Jørgen Jørgensen hevur
sæð pakkan, sum vit høvdu í
blaðnum leygardagin. Uttan
at hava havt møguleikan at
kanna hann út í æsir, so
heldur hann tað vera mest
sannlíkt, at talan er um kunst-
tarm heldur enn heftiplástur,
sum var í pakkanum.
Jørgen Jørgensen, slaktarameistari í SMS:
Einki plástur er komið í
livradeiggið í Miklagarði
Jørgen Jørgensen,
slaktarameistari í
Miklagarði í SMS
Seinasti fundurin
Eftir at hava arbeitt við málinum í fýra ár heldur
donsk-grønlendska sjálvstýrisnevndin sín seinasta
fund tann 17. apríl. Eftir tað verður tað endaliga
álitið handað formanninum í grønlendska Lands-
tinginum og Anders Fogh Rasmussen, forsætia-
ráðharra. Tað er komið fram, at álitið fer at stað-
festa, at grønlendingar eru eitt fólk, at grønlend-
ingar kunnu hava fólkaatkvøðu um loysing, og
hvussu inntøkurnar av møguligari ráevnisvinnu
skulu býtast.
Byggja nýtt verjuskip
Í síðstu viku varð kjølurin lagdur til eitt nýtt skip til
íslendsku sjóverjuna. Skipið, sum verður útgjørt við
allari nútímans útgerð, verður bygt á Asmar-skipa-
smiðjuni í Talcahuano í Kili, og tað skal sambært
sáttmálanum latast íslendingum á heysti í 2009.
Íslendski løgmálaráðharrin, Björn Bjarnason, var
hjástaddur, tá kjølurin til nýggja skipið bleiv lagdur,
og hann nýtti eisini høvi til at vitja kilsku sjóverjuna
og kilska verjumálaráðharran.