Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 61 - 31. mars 2008 Gøta uppkallað eftir Atla Dam Vegurin millum Løgmannabreyt og Karlamagnusarbreyt í Hoyvík fær nú navnið Atlagøta. Tórshavnar kommuna hevur valt at kalla gøturnar við Løgmannabreyt upp eftir løgmonnum. Allir teir løgmenn, sum hava sitið síðani heimastýrislógina – og sum ikki eru á lívi longur, eru nú uppkallaðir. Fyrst vóru teir fýra, Andrass Samuelsen (Løgmaður 1948-50), Kristian Djurhuus (Løgmaður 1950-58 og 68-70), Petur Mohr Dam (Løgmaður 1959-63 og 67-68) og Hákun Djurhuus (Løgmaður 1963-67) uppkallaðir. Síðani var tað Marita Petersen (Løgmaður 1993-94) og nú er so Atli Dam (Løgmaður 1970-80 og 1985-89 og 1991-93) eisini uppkallaður. Smáttan og Rúmdarferðin Sangleikur: 4. flokkarnir í Fuglafjarðar skúla spæla sangleikin, Smáttan og rúmdarferðin, í Mentanarhúsinum hósdagin 3. apríl kl 20:00, fríggjadagin 4. apríl kl. 20:00 og leygardagin 5. apríl kl 16:00 og kl. 20:00. Atgongumerkið fáast við dyrnar. Sangleikurin snýr seg um eina smáttu, har sangurin, “Eg smáttu veit” av Símun av Skarði er ein partur í sangleikinum, um Skarðsbygd og van- lukkudagin tollaksmessudag 1913, um eina ferð út á Mars og niður aftur á jørðina til smáttuna. Frits Johannesen hevur skrivað sangleikin og gjørt løgini. Tónleikarar eru Rói Eliasen, klaver og Jan Rúni Poulsen, slagverk. Rói Eliasen hevur lagt tónleikin til rættis. Eitt nevningating skal hesa vikuna gera av lagnuna hjá einum 21- ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri drápsroynd móti einum øðrum ungum manni. Vápnaður við bensini, reipi og einari øks vildi maðurin ræða órættaða, sum hann metur vera pedofilur DRÁPSROYND Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Rættarmálið móti einum 21-ára gomlum manni í Føroya Rætti í morgun var seinkað hálvan tíma, tí dóm- arin skuldi gera nevningun- um greitt, hvør skylda teirra var í málinum. Nevningarnir eru svornir í eið, og teir hava skykldu til at lurta væl eftir tí, sum sagt verður, og teir mugu ikki samrøða um málið við nakran. Nevningating er rættiliga óvanligt, og verður bara ført, tá dómurin kann fara upp um fimm ára fongsul, og tað kann hendan sakin føra við sær, tí ungi maðurin er ákærdur eftir § 237 í revsilógini, sum umfatar fongsulsrevsing úr fimm árum upp til lívstíð. Eftir at nevningarnir – teir eru 12 í tali, umframt tveir suplantar – vóru svorn- ir í eið, varð ákæruritið lisið upp. Ákæruritið var í sjey punktum, harav tvey tey fyrstu snúðu seg um dráps- roynd og eldásetingsroynd, triðja snúði seg um bilstuld- ur, meðan tey seinastu fýra snúðu seg um stuldur. Karen Marie Olesen, fúti, førir sjálv málið, og hon gjøgnumgekk gongdina á málinum. Lagt varð fyri við tveimum ljóðupptøkum frá alarmsentralinum hjá løg- regluni, har hin órættaði ringdi inn og bað um at fáa løgregluna á staðið, tí ein maður hevði brotið inn í kam- arið hjá órættaða. Hendan samrøðan fór fram klokkan 03.38 hin 3. august 2007. Longu klokkan 03.41 ringdi órættaði aftur fyri at vita, hvat tað bleiv til hjá løgregluni. Hann fekk tá at vita, at løgreglan var á veg. Hon kom so á staðið klokk- an 03.52, og tríggjar min- uttir seinni varð hin nú ákærdi handtikin. Hevði drukkið nógv Tá ákærdi varð handtikin rópti hann fleiri ferðir: » NN skal drepast, hann er pedofilur«. Og tað tóktist, sum hevði ákærdi gjørt seg væl út, tí hann hevði eitt 20 metrar langt tog við sær, umframt øks, bensindunk og tendr- ara. Karen Marie Olesen greiddi frá, at togið hevði eina brotstyrki upp á 2513 kilo, øksin var ein vanlig hondøks, sum vigaði 942 gramm og var 40,5 senti- metrar long. Tendrarin virkaði, sum hann átti. Ákærdi hevði eina alko- holpromillu upp á millum 2,08 og 2,2, tá hann var handtikin, men hevði ikki spor av øðrum rúsandi evn- um í blóðinum. Eftir hetta kom avhoyr- ingin av ákærda fyri. Hann segði seg ikki kenna órættaða nakað ser- ligt, hevði møtt honum ein- ar tvær ferðir. Hann segði seg hava nokk so nógv móti órættaða, tí søgurnar vildu vera við, at viðkomandi er pedofilur. Ákærdi greiddi annars frá, at hann hevði verið í Fugla- firði um dagin og vitja ein vinmann. Teir høvdu verið og keypt klæðir og vóru síð- ani farnir til Leirvíkar, har teir høvdu keypt ein kassa av øli á goymsluni hjá Føroya Bjór. Síðani var farið aftur til Fuglafirðar at drekka. Vinmenn úr Havnini ringdu áhaldandi til ákærda fyri at fáa hann at koma til Havnar at ballast, og tá so ein kona úr Fuglafirði skuldi koyra nakrar ungdóm- ar til Klaksvíkar, tí Summar- festivalurin var har, slapp hann við í bilin, sum skuldi til Havnar aftaná. Hann kom so á bústaðin hjá sær sjálvum um 23-24- tíðina um kvøldið, og har var ballið longu í fullum svingi. Har vóru eini 5-6 fólk, helt hann harav fýra vóru vin- menn, meðan hann ikki kendi tað eina parið, sum var har. Ákærdi greiddi frá, at har var ovmikið at drekka. Tveir av vinmonnunum høvdu keypt tvær 3-liturs fløskur av vodka, umframt at har var nóg mikið til av øli. Ringdi eftir taxa Karen Marie Olesen legði stóran dent á, at ungfólkini høvdu lurtað eftir einum serligum slagi av rappi, og hon spældi enntá eitt av løgunum, sum nevnist »Stikkersvin« fyri dómarum og nevningum. Fútin spurdi ákærda, um hetta lagið hevði eggjað honum til at fremja greðina seinni um náttina, og tað svaraði hann játtandi til. Hetta slagið av rappi er samfelagsrevsandi og mælir til hóttanir og morð. Ákærdi tosaði við hinar vinmenninar um at »knúsa órættaða sundur«, men hes- um vildu teir ikki eftirlíka, so ákærdi gjørdi av sjálvur at gera nakað við málið. Hann visti ikki hvar órætt- aði búði, men tað fann hann út av við at ringja til numm- arkall. Síðani ringdi hann eftir einum hýruvogni at koyra seg á staðið. Ímeðan gjørdi hann seg til. Fann eitt 20 metra langt tog, eina øks og ein dunk av bensini. Hann var vanliga nýttur til dieselolju til olju- fýrið, men tað vísti seg at vera bensin í. Hann koyrdi síðani út á bústaðin hjá órættaða, og har gekk hann til fyrsta vindeyg- að, har ljós var inni. Tað vísti seg at vera rætta vindeygað, og tað stóð upp á glopp. Hann breyt síðani vindeygað upp, og segði seg síðani fáa nevan í andlitið. Ákærdi skumpaði so órættaða burtur og tveitti øksina og bensindunkin inn í kamarið. So kleiv hann sjálvur inn. Ímeðan var órættaði farin rennandi avstað, meðan hann rópti: »Pápi, pápi, hann hevur eina øks« Ákærdi setti seg í sofuna, tá hann var komin inn í kamr- ið. Stutt eftir komu órættaði og pápi hansara innar í kamarið og tað gjørdist áfast. Ákærdi hevði fatur á dunkinum og royndi at skrúva proppin av, men órætt- aði megnaði at skrúva á aftur. Síðani varð ákærdi hildin av feðgunum báðum, inntil løgreglan kom á staðið. Ætlaði bara at ræða Men áðrenn tað, kom eisini bróður pápan á staðið, so teir vóru tríggir mans um at halda álopsmanninum. Løg- reglan handtók sum áður nevnt mannin klokkan 03.52, og meðan hetta fór fram, rópti ákærdi at NN skuldi drepast, tí hann var pedofilur. Ákærdi helt alla tíðina undir avhoyringini fast um, at ætlanin ongantíð var at liggja órættaða eftir lívin- um, men bert at ræða hann. Ætlanin hevði verið at sett ein lítlan eld til dýnuna, so órættaði vaknaði, og so skuldi ákærdi siga honum, at hann skuldi halda seg frá smábørnum. Ákærdi legði stóran dent á, at talan alla tíðina hevði verið um at festa í dýnuna ein lítlan, kontroleraðan eld, sum lættliga kundi sløkkjast aftur. Hetta var tó ikki heilt í tráð við tað, sum kom fram undir grundlógar- avhoyringini. Somuleiðis greiddi politi- frágreiðingin frá, at ákærdi ávegis út á skaðastovuna hevði sagt, at hann fegin vildi taka 7-8 ár í fongsli fyri at drepa órættaða. Men hetta segði ákærdi var bara fullamannatos, og at tað var vanligt orðalag í Føroyum at tosa um at drepa onnur fólk. Rættarmálið heldur fram seinnapartin í dag, tá fyrstu vitnini skulu avhoyrast. Rættarmálið er annars sett at vara alla vikuna, og tilsamans 16 vitnir skulu avhoyrast. Sosialurin fer at fylgja væl við málinum, og meiri verður at lesa um hetta í blaðnum í morgin. Ákærdur fyri drápsroynd Eitt nevningating skal hesa vikuna taka støðu til eina ákæru um drápsroynd, sum kann geva ákærda fongsulsrevsing úr fimm árum og uppeftir