mánadagur 31. mars 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 31. mars 2008
13
Ein orsøkin til, at fjøld av
føroyskum børnum dugir
órímiliga illa at lesa, er
einfalt tann, at tey fáa
skeiva lesiundirvísing!
Bókstavirnir a og æ
hava í føroyskum á allan
hátt sama ljóðvirði - uttan í
suðuroyarmáli, har ið æ
við øllum rímileika kundi
verið kallað “seinra e.”
Tað er í føroyskum
hvørki nakar ljóðmunur á
longum a og longum æ
(t.d. “hann las bókina”og
“læs hurðina”) - ella stutt-
um a og stuttum æ (t.d.
“hann lastar bókina” og
“til læstar dyr”) - í suður-
oyarmáli e og æ (t.d. les og
læs; lesti og læsti).
Allir bókstavir, ið merkja
sjálvljóð, verða av røttum
nevndir eftir tí langa ljóð-
virðinum (ikki bert í før-
oyskum). Tí ørkymlar tað
við lít at nevna bókstavin
(fyrra) a eftir tí stutta ljóð-
virðinum og (seinna) æ
eftir tí langa ljóðvirðinum,
tí tá verður a sjálvandi
nýttur av veikum sálum til
at umboða tað stutta/opna
sjálvljóðið, og æ hitt langa/
trengra. - Soleiðis nevna
tey hesar báðar bókstavir-
nar á donskum, sum vit
hava fleiri hundrað ára
siðvenju at lesa og skriva,
men ikki í føroyskum, sum
í skrift hjá vanligum fólki
hevur lítið meir enn hálva
øld á baki; og óumhugsnir
føroyskir lærarar halda her
fram við at júka danska
ljóðlæru í føroyskum.
Hetta hevur eisini borið
skeiva frukt: Tá ið eitt nú
tjøldur verða órógvað, fara
tey av reiðri og lava (nú
danskan framburð!) við
veingjunum; kalvi hevur
fingið ravar (framvegis
danskan framburð fyri før-
oyskan), og Rasmus í Har
aldsundi er um at venda
sær í grøvini. Sjálvt í før-
oyskum dansi verður nú
kvøðið “Hann kann væl at
bíta í bakk” (fyri “bíta í
bak”). - Øll hesi tilvildar-
ligu dømini eru eftir tilkom-
in fólk, ikki hissini: Føroya
læraraskúla og Útvarp Før-
oya umframt dansifeløg.
Skúlabørn, sum skuldu ver-
ið nóg búgvin til at duga at
lesa, renna seg føst í orð-
um sum tara og hala, yndi
og lyngi; og onkur teknar
lygmann (átti, um so skal
vera, sambært føroyskari
ljóðskipan at havt verið
lúgmann). Hvat merkir
orðið lasafar?
Vit og skil sigur okkum,
at tá ið (fyrra) a verður
nevndur eftir stutta ljóð-
virðinum og (seinna) æ
eftir tí langa, verða teir
bókstavirnir umframt í
lesing eisini nýttir í skrift
samsvarandi hesum.
Hevur tað vegna skeiva
undirvísing verið torført hjá
føroyskum skúlabørnum at
læra, at bókstavirnir a og æ
umboða ymiska merking,
men ikki hvør sítt ljóð, men
báðir bæði stutt og langt
(uttan í fremmandaorðum),
so verður hvaðna verri nú,
ið vit hava fingið nýtt
undirvísingartilfar, Súluna,
til byrjanarundirvísing. Í
hesi bók verður í fyrsta
umfari, har ið hesir bók-
stavir verða kunnaðir, sligið
fast (misfatanin), at bók-
stavurin æ umboðar (bert)
langt ljóð og bókstavurin a
rímiliga stutt ljóð. Har ið
hesin fyrri bókstavurin
verður kunnaður á bls. 48,
umboðar hann einans long/
trong ljóð. Til at festa a-ljóð-
merkingina eru á bls. 39 um-
framt nøkur sernøvn funnin
tílík lesorð sum panda, Affi,
ananas, banan og kaffi.
Føroya Skúlabókagrunn-
ur hevur givið út.
Tann illa fjalda, men
ranga ætlanin er rættiliga
greið: Til langt ljóð nýta
vit bókstavin æ, men til
stutt ljóð a. Hetta samtykk-
ir bara ikki við Hammers-
haimbs stavseting, sum
framvegis er almenna
stavseting okkara.
Nú ið vit sambært lóg
skulu hava ársroyndir upp
ígjøgnum allan fólkaskúlan,
kunnu próvdómararnir (av
rættskrivingarvillunum)
geva sær far um, hvørjir
lærarar halda seg til hesa
rongu undirvísingina, og
hvørjir ið ikki vilja gera tað.
Fløguna, ið til hoyrir,
havi eg ikki hoyrt, men
mær er sagt, at har er misfat-
anin fullførd, so at næm-
ingar á byrjanarstøði mest
møguliga grundfesta teir
lesi- og rættskrivingartru-
pulleikar, ið summir lærarar
og nú eisini Føroya Skúla-
bókagrunnur skapa burtur
úr hesum bókstøvunum.
Tað hevði ikki verið
órímiligt, um Mentamála-
fyrisitingin í hesum lesi-
stórmáli hevði givið boð
um, at allir barnaskúlalær-
arar eins og barnagarðs-
pedagogar í Føroyum skulu
nevna bókstavir samsvar-
andi føroyskari heldur enn
danskari ljóðlæru.
Einfaldari hevði verið, um
landsstýriskonan í skúlamál-
um í kunngerð kundi stað-
fest, at í føroyskum skulu
bókstavirnir a og y eins og
øll onnur sjálvljóð verða
nevndir eftir tí langa før-
oyska ljóðvirðinum. - Tað
hevði ið hvussu er verið
ólíka skilabetri enn, sum tal-
an hevur verið um, at koyra
øll børn í skúla at læra at
lesa, áðrenn fjøldin av
teimum er búgvin til slíkt.
Í tí annars frálíku byrj-
anarlesibókini Súluni verða
stóru og smáu bókstavirnir
lærdir samtíðis, á somu blað-
síðu; og tað í sær sjálvum er
eingin ólukka. Tað hevði
kortini verið nógv rímiligari
at tikið teir smáu bókstavir-
nar saman, sum báðir um-
boða sama ljóð, tað sama
um tað eigur at verða fram-
borið stutt ella langt; tí
(seinna) æ umboðar líka so
væl sum (stóra) A sama ljóð
sum (lítla) a! - Sama er
sjálvandi eisini at siga um
hitt bókstavaparið, i/y.
Børn í yngstu flokkunum
duga ikki at síggja orsøk-
ina, hví vit stundum nýta
‘fyrra’ og stundum ‘seinna’
- aðra enn ta skeivu, sum
Súlan leggur upp til og
fleiri lærarar tíverri stuðla,
at a skal umboða tað stutta,
og æ tað langa ljóðvirðið.
- Heitini ‘stóra’ og ‘lítla’,
‘fyrra’ og ‘seinna’ eiga at
bíða, til farið verður undir
rættskriving ella børnini
spyrja.
Mítt tilmæli til Skúla-
bókagrunnin er: Beinið
fyri hesum rangvørga og
næmingaørkymlandi upp-
lagnum av Súluni, og biðið
høvundin, sum - hóast mis-
takið - hevur prógvað, hvat
hon dugir, lata báðar hasar
bókstavirnar (gjarna á
somu blaðsíðu) umboða
bæði tað langa og tað
stutta ljóðvirðið, sum var
her bert talan um tvey
ymisk bókstavasnið við
somu ljóðmerking, og tað
sama við ávikavist (fyrra) i
og (seinna) y, í og ý. - Til
lærararnar: Nevnið báðar
bókstavirnar eins eftir tí
langa ljóðvirðinum (við tað
at eftir tí langa ljóðvirði-
num verða øll sjálvljóð
nevnd, tað sama hvat snið
bókstavirnir hava), og und-
irvísingarúrslitið hjá tykk-
um roynist tá ólíka betur!
Eins og allir hesir bókstav-
irnir í byrjanarlesing eita tað
sama: í, ý, Í, Ý - ljóðskrivað
/uj/, so eita allir hesir tað
sama: i, y, I, Y - ljóðskrivað /
i/; og hesir: a, æ, A, Æ eita
eitt og tað sama - ljóðskrivað
/ea/ - og einki annað ljóð
(men tilskilandi í skriving
fyrra og seinna).
At læra børn í byrjanar-
lesing annað enn hetta, ør-
kymlar børnini og veldur
flestøllum føroyingum uttan
heilum og hálvum málfrøð-
ingum óneyðugar eyka lesi
og rættskrivingartrupul
leikar restina av lívinum.
Orð at enda
Sjálvur havi eg sum
mong onnur drúgvar roynd-
ir og fekk góð úrslit við at
nevna bókstavirnar sam-
bært føroyskari ljóðlæru
bæði í byrjanarlesing og í
rættskriving.
Men - so løgið tað ljóðar
- summi halda seg vera
komin eftir, at tað eigur ikki
at verða bíðað við byrjanar-
undirvísing í donskum long-
ur enn til 3. skúlaár. Grund-
gevingin fyri hesum stendur
í minnilutatilmæli í Áliti
um nýggja fólkaskúlalóg
1996, bls. 168, at “í 3 flokki
duga flestu næmingarnir so
hampiliga væl at lesa før-
oyskt, at nú kann byrjanar
undirvísingin í donskum
vera góður stuðul til tess at
fremja lesiførleikan”.
Tað skuldi ikki verið so
løgið, at børn hava trupul-
leikar við at lesa føroyskt
eftir danskari ljóðlæru -
men kunnu koma á lagið
við at lesa tað málið, sum
ljóðlæran er skipað eftir.
At annars skilagóðir
lærarar ikki fata hetta, men
treiskast at halda fram við
siðbundnu donsku ljóðlær-
uni í føroyskari byrjanar-
lesi undirvísing, er meir
enn eg dugi at skilja.
- Ein onnur søga er kort-
ini, at um 10-ára aldur fer
fram hjá øllum børnum ein
serlig sálarlig menning, sum
einki serstakt samband hev-
ur við júst danska lesing.
Tað kundi hugsast, at tað er
henda menningin, ið ger
vart við seg á øllum økjum,
í øllum lærugreinum, - og
ikki donsk lesing - sum
setur gongd á lesiførleikan!
(Heimasíða Skúlablaðsins,
mars 2008)
Seinførir lesarar
jeffr@post.olivant.fo
Jeffrei
Henriksen
Í somu viku sum kvinnu-
dagurin varð hildin kunn-
aðu danskar sjónvarpsrásir
okkum um ymiskar ræðu-
leikar runt heimin. Ikki um
støðu teirra trúgvandi í
fjarum londum, sum í hund-
ratali hvønn dag verða
dripin vegna sína trúgv.
Ella um hvat hendir teim-
um trúgvandi ella ikki,
sum í somu londum, og tey
eru ikki fá, vága at tosa
ímóti teim ráðandi. Nei,
teir ræðuleikarnir hava
sjáldan slíkan áhuga hjá
almennu Public Service
rásunum, at tær kenna sær
ábyrgd at bera teir víðari.
Vilt tú frætta um hesar og
aðrar veruleikar, mást tú
sjálvur leita tær vegir at
finna teir.
Tíðindini hesar dagar
vóru um, hvussu illa
australiumenn- og kvinnur
fóru við teirra nýlembdu
lombum, sum uttan doyv-
ing fingu ull og skinn rund-
an um kynsgøgnini klipt
burtur, til blóðið fleyt.
Hetta varð gjørt, fyri at
forða ávísari flugu at
leggja egg síni har. Tí
hendi tað, var møguleikin
stórur fyri at lambið
gjørdist sjúkt og doyði.
Mátin tey hinumegin
jørðina fóru við hesum
neyðars lombum skakaði
danir og óivað onnur, og
tosað varð um at boykotta
ullakeyp úr Australia.
Kvøldið eftir vísti dansk-
ur serkønur í grísahaldi á,
at hóast satt var, sum send-
ingin segði, so var her
talan um danskan dupult-
moral. Hann vísti á, at eins
og australiubúgvar mis-
handlaðu smálomb, soleið-
is mishandla danir grísar.
Uttan doyving verða hesir
smáu grísar geldir, fyri í
smakki at toknast keypar-
um, tá seljast skal.
Í somu viku, meini tað
var kvøldið eftir, greiddu
serlæknar frá, hvussu teir
nú, á donskum sjúkrahús-
um megnaðu at uppfylla
ynski foreldra, sum bert
ynsktu sær eitt barn, men
har ultraljóðkanning vísti,
at tvillingar vóru á veg.
Hegnisliga ber nú til at fara
inn og taka annað fostrið,
og harvið nøkta ynski
foreldranna. Í sendingini
vóru nøkur, sum royndu at
muta ímóti, men til fánýtis.
Eisini her kom ta veika,
hesuferð ófødda barnið, í
aðru røð, aftan fyri sjálv-
søkna ynski manna.
Gott at tíðindini um
ringu viðferðina av smá-
lombum berast runt knøtt-
in, og fyri neyðini at hetta
fær danir at taka í egnan
barm í sambandi viðferð-
ina av smáu grísunum.
Men nær vaknar mannættin
og sær ræðuleikarnar, sum
hvønn dag verða framdir
móti tí mest verjuleysa av
øllum - ófødda barninum?
Hvussu leingi megna menn
og kvinnur runt heimin at
lata eyguni aftur fyri
hesum størsta ræðuleika,
søgan veit um at siga? At
vit kalt og kyniskt loyva
enntá ríkum samfeløgum at
loysa sosialar trupulleikar
við at nokta óføddum
sjálvsagda rættin til lívið?
Hvar eru tær røddir, sum
dag og nátt áttu at talað at
og tosað sak hesa veiku?
Hvi velja so mong
tøgnina?
p.s.
fløvandi var at hoyra, at
millum tær 100
kvinnurnar, ið møttu í
Norðurlandahúsinum
kvinnudagin, vóru
nakrar, ið valdu at verja
tað ófødda. Og vitanin
um, at tær 120, ið sama
dag møttust í Skálabotni
manna garð um tey
veiku, birtir vón fyri
komandi ættarlið.
Smálomb í Australia, nýføddir grísar í Danmark
- og burturbeinan av óynsktum tvillingum
Jenis av rana
Tað mundi mangur stúrsa
við, sum lurtaði eftir
útvarpinum páskaaftan,
har viðbót til løgtingslimir
ið høvdu fingið barn var
til umrøðu.
Ungur, vællærdur, ný-
valdur løgtingsmaður,
varð av útvarpsmanninum
spurdur um hesa skipan,
tí funnið var útav, at
løgtingskvinna ið farin
var í barsilsorlov, fekk kr.
37.000,- um mánaðin,
meðan løgtingsmaður, ið
eisini var farin í somu
orlov fekk einans kr.
26.000,- haldi eg tað var.
Tað sær út til, at aftaná
hvørt nýval er tað fyrsta, ið
gjørt verður, at tey ið eru
so heldig, at tey eru komin
inn um tinggátt, fara fyrst
at hugsa um seg sjálvan.
Aftaná næstseinasta val var
tað eftirlønin hjá lands-
stýrismonnunum ið mátti
hækkast, tí hon var ov lág.
Hugsa sær til, at fáa kr.
37.000,- um mánaðin fyri
at gera einki. Tí at passa
eitt barn er ikki nakað stór-
arbeiði. Tær føroysku
mammurnar passaðu uppí
10 børn og gjørdu nógv
annað, tær fingu onga
krónu. Tað, sum ger ójavn-
an millum hesi bæði løg-
tingsfólkini er eitt hol í
lógini, sum má fyri alt í
verðini fáast í rættlag. Og
tað verður eisni rætta, tað
frykta vit ikki fyri, bæði
mugu fáa tað hægra talið.
Men tá tað snýr seg um hin
endan av fólkinum, tá ligg-
ur ikki so væl fyri at fáa
nakra broyting. Tá eru allar
møguligar umskyldningar
um, hvussu teirra skipanir
eru og tær kunnu ikki
broytast. Tað sær út, sum at
gjógvin millum tey háløntu
og tey lágløntu blívur bara
størri og størri, óansæð
hvør kemur framat. Eingin
torir at taka toppin av
ísfjallinum og flyta hann
har brúk er fyri honum.
Hesa skipan ið øll gjalda
til, skuldu øll fingið út-
goldið eins. Eina upp-
hædd, ið var at liva við.
Barsilspengar
Palli
DalsgaarD