mánadagur 31. mars 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 61 - 31. mars 2008
Sunnudagin 30. mars var
stór móttøka í sambandi við
at felagsskapurin Kiwanis
úr Íslandi hevur verið í
Skálavík og latið gávu til
barnagarðin Leika.
Dagurin
byrjaði
við
kirkjugongd og síðani varð
døgurði niðri á Keldu.
Ferðalagið var stórt, eini
50 gestir harav 34 úr Íslandi.
Eisini var Ísafjarðar kvinnu
felag við í ferðalagnum.
Mánadagin var farið inn á
Skála, sum skal hava vinar
býarsamstarv við Ísafjørð.
Kelda:www.bkv.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Minningarorð um Torleif Sigurðsson
Deyðsboð, óansæð um tey koma eftir
langa sjúkralegu ella sum í Torleif’sa føri,
sum eitt skot frá klárum himli, er ongantíð
nakað, ið vit eru fyrireikað uppá. Tann
dagin, týsdagin tann 12. februar, á veg
norð úr Havn, ið eg fekk deysboðini um
Torleif, var tað sum steðgaði alt upp. Tann
maður, ið eg síðstu næstan 16 árini, havi
arbeitt tætt saman við í politikki, og sum
ikki bert var partamaður, men eisini
vinmaður, var bráddliga ikki ímillum
okkum longur. Tað kendist, sum at nú var
eitt tíðarskeið í lívinum liðugt.
Torleif og eg komu at kennast av álvara
í valskeiðnum 19921996, tá ið eg gjørdist
varalimur hjá Javnaðarflokkinum í Klaks
víkar býrað. Torleif var tá formaður í
Fótbóltsambandinum, og sjálvt um hann
ongantíð tímdi at ferðast, nóg illa til
Havnar, so var hann ofta burtur í samband
við fotbóltin. Um hann var burtur, í styttri
ella longri tíð, so syrgdi hann altíð fyri, at
varaumboðið tók sæti í býráðnum fyri
hann. Hetta, altíð at lova einum framat,
var ein eginleiki, ið var ein partur av
Torleif sum menniskja. Tá ið vit ið sótu í
býráðnum, skuldu velja limir í uttanhýsis
nevndir, legði hann ta linju, at vit ikki
sjálvi skuldu býta sessirnar ímillum
okkum, men velja onnur í flokkinum.
Øllum, ið vístu politiskan áhuga, vildi
hann lova framat.
Tá ið eg í 1996 var vald inn í býráðið,
vil eg siga, at eg varð lærd upp av Torleifi
í nevndararbeiði. Hin partin, bakgrunds
vitanina, hana fekk eg frá Christian Olsen,
sála, ið hevði sitið nógv ár í býraðnum.
Christian og Torleif vóru vinmenn, og tað
var skjótt, at eg og míni vórðu drigin inn
í henda vinarskaran, og tað eri eg teimum
báðum ómetaliga takksom fyri.
Vit vóru, sum nevnt, mest saman í
politiskum arbeiði, men hóast tað, so visti
eg altíð tað síðsta nýggja um børn og ikki
minst abbabørn, ið hann helt ótrúliga
nógv av. Eisini spurdi hann meg argandi,
um eg sum reyðsokkur helt tað vera í lagi,
at hansara kona arbeiddi heima. Vit vóru
ikki altíð samd politiskt, tað kom ofta av
aldursmuninum haldi eg, hann argaði
meg altíð við, hvussu dýr eg var fyri
kommununa við hesi barnaansingini, sum
hann tók til. Hóast tað, so var hann altíð
loyalur og bakkaði meg upp í teimum
málum eg kom við.
Torleif var javnaðarmaður útfrá sínum
egnu lívsroyndum og ikki útfrá nøkrum
teoretiskum, hann sýndi tað í verki og
hevði onkuntíð ilt við at skilja tey, ið
høvdu eina meira akademiska tilgongd til
politikk. Tað síðsta vit tosaðu um,
sunnukvøldið innan hann doyði, var
hvussu vit skuldu skipa okkum í
býraðnum, nú eg hevði tikið sæti á tingi.
Hóast tú ikki altíð segði so nógv, so hevur
Javnaðarflokkurin nógv at takka tær fyri,
serliga tað, ið tú vísti í tínum máta at
arbeiða politiskt uppá.
Við missinum av fyrst Christiani og
síðan Torleifi, tykist tað, sum um eitt
ættarlið av politikarum er farið, tað er
ikki lætt at koma aftan á tykkum, men í
virðing fyri tykkum vilja vit, ið eftir eru,
gera tað, ið vit eru ment at bera arvin
víðari.
Vit eru nógv, ið kenna stóran sakn, nú
ið tú er farin, ikki minst tíni nærmastu.
Vit í Jørundsgøtu vilja, við hesum fáu
orðum, takka tær so hjartaliga fyri alt, ið
vit hava havt saman.
Hvíl í friði góði Torleif, og harrin signi
tykkum, ið eftir hann sita.
Eyðgunn Samuelsen
Tað er altíð ringt at missa ein, sum
man elskar, og tað var tað eisini hjá
okkum, tá omman andaðist 2.
jóladag 2007.
Tá vit hugsa aftur á tær stundir,
vit hava havt við ommuni er tað við
einum smíli og einari heitari kenslu
um hjarta. Tá man kom inn á gólvið
sat hon altíð í stólinum við vindeyga
í ferð við at binda eitt hvørt plaggi
og tú slapp ikki útaftur fyrr enn tú
hevði fingið ein drekkamunn og
okkurt søtt afturvið. Tað bleiv lív
liga práta um bæði leyst og fast og
omman var ein persónur, som altíð
raðfesti familjuna sera høgt. Tá tað
gekk okkum gott, var hon eisini
glað og hun ringdi dúgliga og spurdi
hvussu tað gekk.
Omman elskaði øll langommu
børn, ommubørn og børn síni sera
høgt, men tað er ein persónur, sum
hon altíð hevði í tonkunum. Tað er
abbin. Hann var hennara sálarvinur
og hóast tey vóru gift í heili 60 ár,
følnaði teirra kærleiki ongantíð. Tá
hann gjørdist sjúkur og var vekk
heimanífrá í 1 ár, var hon við hon
um. Abbin elskaði eisini hana sera
høgt og hann saknar hana sera
nógv.
Man sleppur tó ikki undan at fella
eitt tár tí at hon hevur altíð verið ein
stórur partur av okkara lívið.
Um man hevði ein ringan dag,
gjørdi hon alt fyri at fáa ein í góðum
lag aftur, og tú kundi tosa við
ommuna um alt og spyrja hana um
alt.
Vit vilja takka tær, omman, tí at tú
ert orsøkin til at vit báðar systrarnar,
eru komnar at kenna hvørja aðra so
væl, sum vit gera. Tað var tín vilji at
vit skuldu vera væl og tað hevur tú
klárað til fulnar.
Vit elska teg og fara ongantíð at
gloyma teg.
Takk fyri alt!
Fríðgerð og Anita í Soylu
Minningarorð um
okkara elskaðu ommu
Sannu í Soylu
f. 25. apríl 1920, d. 26. desember 2007
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
Jonny Joensen
fyrrverandi fyristøðukvinna á Hotel Tórshavn
andaðist í Keypmannahavn leygardagin 29. mars,
67 ára gomul.
Bønarhald verður á Håndværkerhaven 49, Bispebjerg,
týsdagin 1. apríl kl. 11.00.
Jarðarferðin verður úr Hósvíkar kirkju
mikudagin 2. apríl kl. 14.00.
Andrias, Tóra og Herman
Tey, ið vilja minnast Jonny, kunnu lata Hósvíkar kirkju eina gávu.
Konta í peningastovnunum
Kiwanis við gávu
í Skálavík
Leiðarnum av barnagarði
num Leika í Skálavík,
Tóra Myllhamar í Geil, og
varaborgarstjórin Palli á Lava
Olsen