Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 31. mars 2008 15 nøvn Í sambandi við at Klaksvíkar kommuna fyllir 100 ár í 2008 fær Klaksvík áhuga­ verda vitjan úr vinarbýnum Norrkøping. Talan er um Olle Nilsson, sum er ein rættiliga tungur drongur í tónleikaheiminum i Svøríki. Hann hevur spælt seg kenda í fleiri bólkum, men serliga við bólkinum Liverpool, sum einamest spælir Beatlesløg Olle gørdist enn einaferð landskendur í Svøríki við at vinna í sjónvarpskappingini: Móti stjørnunum ­ her fyri. Har spældi hann”imagine” hjá John Lennon; sum hann so vann við. Hesin áhugaverdi tónleik­ arin, ið til sínar framførslur klæðir seg sum John Lenn­ on og ikki er honum ólíkur, kemur at spæla á almennari framløgu um Norrkøping í býráðshøllini í Klaksvík hóskvøldið 3. apríl kl. 19.30. Eisini verður hann at hitta á Dávavirkinum seinni um kvøldið – kl. 21.30 og frameftir, har hann fer at greiða frá virki sínum sum tónleikari, og at sita og jamma saman við øðrum røskum klaksvíkingum, verður sagt í tíðindaskrivi frá mentanardeildini hjá Klaksvíkar býráð. Á aðalfundi hjá eigarafe­ lagnum Hoyvíkshagin Suð­ ur varð samtykt at broyta navnið til Hoyvíkshædd. Økið ovast í Hoyvk, har nýggjasta útstykkingin fyri nærum trimum árum síðan var liðug, hevur verið kallað Hoyvkshagin Suður. Upp­ runaligt var hetta eitt tekn­ iskt navn, sum komst av at hettar var sunnasti partur av tí, sum enn var hagi i Hoy­ vík. Ongin hevur verið serliga glaður fyri navnið, og longi hevur verið tosað um at finna betri hóskandi navn. Á aðalfundi hjá eigara­ felagnum, var uppskot um nýtt navn lagt fram. Eftir áeitan frá nevndini kom Hanus Vang, fyrrverandi bóndi í Hoyvík, við uppskoti um at nýggja navnið skuldi vera Hoyvíkshædd. Navnið var væl móttikið, og við atkvuøðugreislu var navnið samtykt við sera stórum meiriluta. Økið liggur ovarlaga í Hoyvk, og liggur uppi á eini hampuliga flatari hædd. Formaður í Eigarafelag­ num Hoyvkshædd er Andreas Mouritsen. Hoyvíkshagin Suður eitur nú Hoyvíkshædd Olle Nilsson uttast til vinstru saman við bólkinum Liverpool Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Brynhild Johannessen ættað úr Nólsoy búsitandi í Tórshavn, andaðist á Lágargarði fríggjadagin 28. mars 87 ára gomul. Bønarhald verður á Lágargarði mánadagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni týsdagin kl.13.00. Familjunnar vegna Niels Símun og Álvhild Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri Mads Kristoffer Poulsen andaðist á Røktarheiminum Áargarði, fríggjadagin 28. mars. Jarðarferðin verður úr Skopunar kirkju, týsdagin 1. apríl kl. 14. Familjunnar vegna Siborg, Jens, Petur, Hans, Connie, Brynhild, Anna Sofía og Ingrid Tey, ið vilja minnast Kristoffer, kunnu lata Skopunar kirkju eina penningagávu, konto í Føroya Banka. Forkunnug tónleikaravitjan í Klaksvík Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra systir, mostir, fastir, ommu- og abbadidd Marjun Heimá Tórshavn andaðist 29. mars 2008, 88 ára gomul. Bønarhald verður á Lágargarði týskvøldið 1. apríl 2008 kl. 18.00 og jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum mikudagin 2. apríl 2008 kl. 14.00 Systkini við familjum Tey, ið vilja minnast Marjuna, kunnu lata Zarepta eina gávu. Konta í peningastovnunum. Hóskvøldið 3. apríl skipar ungdómshúsið STAÐIÐ í Vestmanna fyri forvitnuslig ari útgávukonsert við unga og evnaríka guitarleikarnu m Benjamin Petersen, sum er uppvaksin í Vestmanna. Saman við honum vera kend nøvn innan før­ oyskan tónleik m.a Eivør Pálsdóttir, Brandur Jacob­ sen, Gunnar Guttesen og Edvard N. Debes. Fyrireikararnir siga, at ung sum gomul eru væl­ komin oman á STAÐIÐ at síggja og hoyra góðan tónleik saman við bestu tónleikarunum í Føroyum, konsertin byrjar Kl 20.00 Benjamin Petersen Konsert í Vestmanna Dagurin 1. apríl. Hugo, deyður í 1132. Biskupur í Grenoble í Fraklandi. Týskt navn, sum merkir tann skilagóði ella vísi.