mánadagur 31. mars 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 31. mars 2008
17
tíðindi
UMMÆLI
Dávur Winther
Det syngende Selskab og
SUÐ í heimsflokki.
Skúlin við Ósánna 28. mars
Leiðin gekk oman í Skúlan við
Ósánna leygarkvøldið, har tað
neyvan sótu fleiri enn tríggir
áhoyrarar. Hetta tí, at tað var ikki
lætt at ríva seg frá skíggjanum,
har X-foktor leikaði í hægsta
geari til finaluna, og regnið bardi
uttan fyri við somu megi.
Men so var ikki! Fullsett høll, og
tað var júst sum at koma inn í eina
vakra operahøll í London. Skrýtt
við reyðum palltjaldi á bakveggi-
num, livandi ljós á reyðum súlum
og litt el-ljós, sum hegnisliga førdi
teg heilt aftur í hugnaligt umhvørvi
til eina rætta konserthøll – Her
hevur Steinvør Fonn verið, var tað
fyrsta, eg hugsaði.
Væl hýrdi og álitisvekjandi
Ernst Sondum Dalsgarð beyð
vælkomin og greiddi skemtiliga
frá so hvørt, sungið varð. Hetta
gjørdi alt lættari. Tú vart meira
við og skilti innihaldið, hóast
meginparturin varð sungin á
italienskum.
Sniðið var lætt, lærandi, fólka-
ligt og hugnaligt, hóast talan er
um operettur, framførdar av sera
dugnaligum yrkissangarum og -
leikarum. Tað er sanniliga ikki
bert at syngja operetur, men at
framføra. Kropsburður, -leikur
og sangur var alt á hægsta støði.
Og vit fingu bara tað besta av
tí besta: Nessun Dorma úr
Turandot, fleiri brot úr Carmen,
Flogmúsini og Sound of music,
Tú lýsti og O Sole Mio, fyri at
nevna nøkur.
Tá ið tey trý sungu: Ernst
Sondum Dalsgarð, tenor - Merete
Sveistrup, sopran og Pia Schnack,
mezzosopran saman við kenda
klaverleikararanum, Vagn Søren-
sen; “stjól” Ernst onkuntíð ljóð-
myndina í góðari merking. Á
henda hátt kendi tú teg stundum
saman við teimum trimum stóru
tenorunum: Pavarotti, Domingo
og Carreras. – Hetta var ein góð
kensla. Bert keðiligt, at hølið ikki
sang betur við.
Stuttligt at hoyra Piu Schnack,
mezzosopran kunna skrúva sang-
leguna og vibiratorin niður á
annað “vanligt” støði, tá ið hon
sang mucicals og balladur – Ein
heit, rund, fløvandi og rúmlig
rødd, sum fevndi víða.
Munurin á leikum og lærdum
var eingin, tá ið SUÐ sang sama
við ella til tað, sum tey trý yrkis-
lærdu bóru fram. SUÐ sang m. a.
Sound of Music við Magna
Husgaard við tangentarnar. Hetta
fortaldi áhoyrarunum og gestun-
um av flatlondum, at vit kunnu
eisini! SUÐ legði nógv afturat,
til at heildarupplivingin var
heilstoypt, viðkomandi og góð.
Steinvør Fonn er ein sera
dugnaligur kórleiðari, sum
arbeiðir málrættað og krevur av
sínum sangarum, eins nógv og
vóru teir yrkislærdir. Hetta liva
tær eisini upp til – og at Susanne
Brattaberg hevur havt kórið undir
hond vil longum venjingarrøðum
hoyrdist eisini, eins og tað ber
boð um yrkislærda hugburðin hjá
Steinvør Fonn.
“At tað ber til at uppliva slíkt í
Klaksvík?”, var tað ein av áhoyr-
arunum, sum tók til ovurfegin og
ikki sørt rørdur, tá ið konsertin
var liðug hetta góða X-faktor-
kvøldið. Vinnararnir hetta kvøld-
ið vóru í felag SUÐ og Det syng-
ende Selskab, sum góðu okkum
eina dygdargóða uppliving í
heimsflokki.
Tað skulu tit saman við Kon-
sertfelaganum hava stóra takk
fyri.
Stig og stjørnur dugi eg ikki at
meta um, tá ið talan er um kon-
sert á slíkum støði.
Vælkomin aftur!
Heildaruppliving við creme,
góðsku og Show í heimsflokki
Sniðið var lætt, lærandi, fólkaligt og hugnaligt, hóast talan er um
operettur, framførdar av sera dugnaligum yrkissangarum og -leikarum
Steinvør Fonn er ein sera dugnaligur kórleiðari, sum arbeiðir málrættað og
krevur av sínum sangarum
At tað ber til at
uppliva slíkt í
Klaksvík?”, var tað
ein av áhoyrarunum,
sum tók til ovurfegin
og ikki sørt rørdur, tá
ið konsertin var liðug
hetta góða X-faktor-
kvøldið
Vinnararnir hetta kvøldið vóru
í felag SUÐ og Det syngende
Selskab, sum góðu okkum
eina dygdargóða uppliving í
heimsflokki
Tey trý sungu: Ernst Sondum Dalsgarð, tenor - Merete Sveistrup, sopran og Pia
Schnack, mezzosopran