Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-31, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 61 - 31. mars 2008 tíðindi Stóri dagurin hjá Ann Myndir: Kári Mikkelsen Í gjár varð 31 ára gamla Ann Dahl Hansen prestvígd í Dómkirkjuni í Havn. Umframt bisp og próvst vóru 15 prestar til staðar, sum var at kalla fullsett. Her eru nakrar myndir frá vígsluni. Sosialurin fer at gera meiri burtur úr stóru løtuni hjá nýggjasta før­ oyska prestinum í blaðnum í morgin Nýggjasta prestafamiljan í Føroyum. Ann Dahl Hansen saman við manni sínum, Jens Jákupi Hansen, og tveimum av teirra trimum døtrunum, Birgit og Hanna. Elsta dóttirin, Annika, er ikki við á myndini Ann Dahl Hansen, prestur, og Jógvan Fríðriksson, bispur Omman og abbin, Petra og Jacob Bærentsen, vóru sjálvandi eisini komin til vígsluna hjá barnabarninum Ann D. Hansen er avloysari fyri Marjun Lómaklett, sum er í longdum barsilsfarloyvi Nógv fólk var komið til kirkjuvígsluna sunnudagin 31 ára gamla Ann Dahl Hansen er nýggjasti prestur í Føroyum Mynd: Jens Jákup Hansen