Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 61 - 31. mars 2008 ] Hann skuldi bara í kassan Una Olsen, sum sendi seinasta bóltin í bosniska netið, segði eftir dystin, at talan var um fantastiska uppliving, tá tær leygarkvøldið vunnu seg í finaluna Við seks sekundum eftir, kom føroyska kvinnulandsliðið fyri fyrstu ferð á odda í seinna hálvleiki. - Rebekka skeyt somikið hart, at bólturin kom út aftur í feltið. Og so skuldi hann bara í kassan. Sjálvt um eg visti, at tær ikki høvdu tíð at skora, so var bara at renna við fullari ferð heim. Og onkur hørð tackling bleiv gjørd. Hatta var bara heilt fantastiskt, segði Una Olsen eftir sigurin hjá føroyska kvinnulandsliðnum móti Bosnia. Og Una duldi ikki fyri, at talan er um øðrvísi upp- living leygarkvøldið í mun til hini undanfarnu kvøld- ini. - Hetta er bara heilt fantastiskt. Vit vóru mest sum undir gólvinum í kjallaranum, men í dag vísa vit, hvat vit kunnu. Og tað er deiligt at kenna, at vit duga nøkur ting. Vit spældu sum eitt lið í dag, og allar kempa sum ein eind. Og tað er bara heilt fantastiskt. Og hóast møði, so eru tit nokk klárar til at spæla finalu? - Ja, til finaluna hevur eingin ilt nakrastaðni, sigur Una Olsen. Tá mest stóð á, prógvaðu føroysku kvinnurnar, hvat tær megnaðu. Kanska undirmetti Bosnia okkara lið, men fyrst og fremst kom sigurin heim, tí kvinnurnar hvør sum ein strídd­ ust í samfullar 60 minuttir Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Larnaca, Cypros: Av og á eru løtur og hendingar, ið vinna sær mest sum ógloym- andi status í minninum. Og føroyski sigurin á Bosnia var ein av hesum. Teir 24 tímarnir frá tapi- num móti Cypros og til dystin móti Bosnia kundu uttan iva rúgva nógv í eini ítróttapsykologiskari frá- greiðing. Genturnar, ið mest sum fóru lippandi av vøllinum móti Stórabret- landi og Cypros høvdu onkursvegna tveitt allan iva um seg sjálvar burtur. Eftir videofundin leygar- morgunin sat liðið einsamalt í nærum ein tíma í tí, sum mest av øllum líktist einum kreppufundi. Spælararnir fingu hvør í sínum lagi loyvi at siga júst sína hugs- an um tað, sum var farið fram seinastu dagarnar, og eftir fundin fóru Joan M. Djordjevic og Simona Hansen til venjaraparið við nøkrum av niðurstøðunum hjá hópinum. Júst hvat ið hevði hvørja ávirkan, er trupult at siga. Men fyrst og fremst hevði tað ovurstóran týdning, at luftin varð reinsað, áðrenn spælararnir fóru á vøllin til risa uppgávuna, sum tað var, nú Bosnia stóð fyri framman.Tordu og vildu - Vit mugu tora at spæla, vóru boðini, sum málverjin, Fríða Petersen, hevði á por- talinum undan dystinum, og tað var júst tað, sum gent- urnar gjørdu. Joan Midjord Djordjevic varð fyri tað nógva spard í bólkaspælinum, nú hon hev- ur drigist við skaða í fót- liðnum, og kanska var tað ein fyrimunur fyri liðið. Í øllum førum bar tað við sær, at mótstøðan ikki hevði havt nakran serligan møgu- leika at síggja lúmsu skot- ini, sum hon er før fyri at senda inn, um verjan ikki er til reiðar. Tvey tey fyrstu av hesum sótu eisini klokkurent í búri- num, og so var vegurin líka sum opnaður hjá hinum spælarunum at royna seg. Hóast bakkarnir ikki fingu síni skot at sita heilt so væl, so eru 2XDurita og eina ferð Simona somikið høgar, at tað í sjálvum sær er ein hóttan, og tá bæði Unn Kragesteen og Ninna K. Johansen tóku av sínum møguleikum á veinginum, kom gleðin og viljin aftur í føroyska spælið. Og tá venjararnir støðugt skifti ómøddar og grammar spæl- arar inn, slapp møðin ongan tíð at koyra føroyska liðið niður. Tað var tó fyrst og fremst í verjupartinum, at dysturin varð vunnin. Talan var um sannan kollektivan innsats, har allar í hvørjum einasta bosniska álopi gjørdu sítt. Men burtur úr mongdini sóust tó Una Olsen og Fríða Petersen. Ikki bara var Una spæl- arin, sum alla tíðina bakkaði upp og bant føroysku verj- una saman. Men við einum ótrúligum vinnaravilja var hon alla tíðina spælarin, sum togaði liðið uppeftir, tá bosnisku kanónirnar onkra tíð sluppu framat. Og við konstanta stór- spælinum frá Fríðu Petersen var talan eisini um ein mál- verja, ið tók tað mesta, sum varð tveitt eftir henni. Um talan var um brotskøst, frí- rennarar ella bara vanligar skotroyndir tóktist ikki hava nakran serligan týdning. Og somikið ruddiliga hevði hon lisið Bosnisku skjúttar- nar av, at stórspælarin hjá teimum við 10-talinum á Bosnia-Føroyar 20-21 (12-11): Verjugarðurin knús Lukasz skoraði Fyrrverandi VB-spælarin Lukasz Cieslewicz skoraði um vikuskiftið fyri Hvidovre í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Lukasz er sáttmálabundin við Brøndby, men felagið hevur leigað Lukasz til Hvidovre fram til summarsteðgin. Ætlanin er at lata Lukasz royna seg á hægri stigi enn í Brøndby, har hann hevur spælt á næstbesta liðnum. Um vikuskiftið skoraði Lukasz í javnleikinum hjá Hvidovre ímóti Fredericia. Owen er miðvallari Tiltikni málskjúttin og álopsspælarin Michael Owen spælir í løtuni sum álopssinnaður miðvallari á liðnum hjá Newcastle.- Tað er hansara pláss í Newcastle í løtuni. Eg havi sagt honum, at har kann hann gera mest nyttu fyri okkum í løtuni, og hann heldur, at tað er fín. Eg haldi, at honum dámdi heilt væl at spæla á plássinum, sigur Kevin Keagan, venjari hjá Newcastle.